Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. juni 2024 Nr. 75

Kunngerð um broyting í kunngerð um ættleiðing

(Samstundis upptøka á bíðilista til altjóða og innanlands fremmandaættleiðing)

§ 1 Í kunngerð nr. 117 frá 25. juli 2018 um ættleiðing verður § 35 orðað soleiðis

Í kunngerð nr. 117 frá 25. juli 2018 um ættleiðing verður § 35 orðað soleiðis: “§ 35. Ein umsøkjari við generellari góðkenning sum ættleiðari sambært § 18, stk. 1, nr. 2, kann velja at søkja um innanlands og altjóða fremmandaættleiðing samstundis ella annaðhvørt innanlands ella altjóða fremmandaættleiðing. Ein umsøkjari kann til eina og hvørja tíð broyta sítt val sambært 1. pkt. Stk. 2. Tá ein umsøkjari fær eina generella góðkenning sambært § 18, stk. 1, nr. 2, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet, sambært § 60, uttan so at umsøkjarin frammanundan hevur valt innanlands ættleiðing frá. Stk. 3. Søkir ein umsøkjari um innanlands og altjóða ættleiðing samstundis, verður innanlands ættleiðing mett sum vald frá, tá ið uppskot kemur um eitt ítøkiligt barn gjøgnum tann miðlandi felagsskapin, sambært § 45. Somuleiðis verður altjóða ættleiðing mett sum frávald, tá umsøkjarin hevur tikið av at ættleiða eitt barn, sum Adoptionsnævnet hevur skotið upp sambært § 60. Stk. 4. Adoptionsnævnet og ættleiðingarmiðlandi felagsskapurin kunna hvønn annan um val og frával hjá umsøkjaranum sambært stk. 1-3.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgmálaráðið, 21. juni 2024 Bjarni K. Petersen (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
ættleiðing, sum broytt við kunngerð nr. 75 frá 21. juni 2024 · innanhýsis
Áður galdandi · 25. juli 2018

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙