Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. juni 2010 Nr. 75

Kunngerð um reglur um persónar, ið eisini koma undir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða

Við heimild í § 6, nr. 1) og 2), í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógini) verður ásett:

§ 1 Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum og sum av arbeiðsgevara her á landi verða sendir út til…

Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum og sum av arbeiðsgevara her á landi verða sendir út til fyribils arbeiði fyri arbeiðsgevaran uttan fyri Føroyar, herundir umborð á útlendskt skrásettum skipi, koma eisini undir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, meðan teir eru uttan fyri Føroyar fyri arbeiðsgevaran, tó ikki í meira enn 2 ár.

§ 2 Persónar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða her á landi fyri Danmarkar ríki, og sum ikki…

Persónar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða her á landi fyri Danmarkar ríki, og sum ikki koma undir § 83 í Lovbekendtgørelse nr. 848 af 9. Juli 2009 om arbejdsskadesforsikring, koma undir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. Stk. 2. Ásetingin í § 15, stk. 2, í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða er eisini galdandi fyri Danmarkar ríki.

§ 3 Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst

Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Vinnumálaráðið 17. juni 2010 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙