Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. juli 2007 Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1 Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 28 verður ”hóskandi” sett í staðin fyri ”girdum”. 2) § 29 verður orðað soleiðis: ”§ 29. Við koyrifrálæru til bólkarnar A og B skal umsøkjarin undir venjingarrakstri, sbr. § 28, í minsta lagi fremja 4 skúlatímar, sum hvør varir 45 minuttir, í venjing á hóskandi venjingarøki”. 3) Fylgiskjal 6: Koyrianlegg verður strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2007
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2007. Vinnumálaráðið, 2. juli 2007 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.