Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
29. juni 1987 Nr. 74
Kunngerð um reglur fyri brunaráðið, sum broytt við kunngerð nr. 31 frá 2. marts 1993
Við heimild í § 1, 4. stk., í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 1) Brunaráðið hevur til endamáls
1) Brunaráðið hevur til endamáls 1) at ráðgeva myndugleikunum og øðrum í bruna- og sløkkiviðurskiftum og 2) at ráðgeva landsstýrinum í kærumálum um tilbúgvingarligar avgerðir, tiknar av brunaumsjón landsins.
§ 2 Brunaráðið hevur heimild til at gera neyðug kanningararbeiði, og hevur í hesum sambandi rætt til…
Brunaráðið hevur heimild til at gera neyðug kanningararbeiði, og hevur í hesum sambandi rætt til at fáa neyðuga hjálp frá brunaumsjón landsins og øðrum landsstovnum. 2. stk. Til tess at kanna tilbúgvingarliga støðið hjá sløkkiliði, kann brunaráðið gera royndarfráboðanir.
§ 3 Brunaráðið er eitt fakligt ráð við 5 limum, ið landsstýrið velur fyri 4 ár. 2 av limunum verða…
Brunaráðið er eitt fakligt ráð við 5 limum, ið landsstýrið velur fyri 4 ár. 2 av limunum verða valdir eftir uppskoti frá kommununum og 1 eftir uppskoti frá løgregluni. 2. stk. Ráðið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Formaðurin ella minst 2 av limunum boða til fundar. 3. stk. Ráðið er viðtøkuført, tá minst 3 limir eru møttir. Er ikki semja í ráðnum um tilmæli, hevur minniluti rætt til at koma til orða við serstøðu.
§ 4 Ráðið fær hjálp til skriviarbeiði o.a. frá brunaumsjón landsins. Samsýning til ráðslimirnar skal…
Ráðið fær hjálp til skriviarbeiði o.a. frá brunaumsjón landsins. Samsýning til ráðslimirnar skal góðkennast av landsstýrinum. 1) Broytt við kunngerð nr. 31 frá 2. marts 1993.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.