Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. mai 2014 Nr. 74
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit
§ 1 Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og…
Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 11. apríl 2011, verður § 6, stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Gjaldið eftir stk. 1, sum eisini dekkar kanningar fyri at útflyta til Russland, Kazakstan og Hvítarussland, t.e. Tollsamgongan, skulu laksasláturvirki rinda Heilsufrøðiligu starvsstovuni.”
§ 2 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 22. mai 2014 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.