Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. august 2002 Nr. 74
Kunngerð um broyting av kunngerð um útbúgvingarstuðul
§ 1 Í kunngerð nr. 103 frá 26. juli 2000 um útbúgvingarstuðul verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 103 frá 26. juli 2000 um útbúgvingarstuðul verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til undirvísingina, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.” Stk. 2 verður strikað. 2) Í § 3, stk. 4 verður aftaná orðingina “Styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar eru:” sett “Heilsuhjálpara- og heilsurøktara-,”. 3) Í § 3, stk. 5 verður “atstøðis-, HT-, heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving” broytt til: “atstøðis- og HT-útbúgving.” 4) Í § 7 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður.” 5) § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Lesandi, ið eftir vanligu reglunum hevur fingið tann stuðul, sum hann kann fáa frá stuðulsstovninum, kann søkja um at fáa endalán í upp til 11 mánaðir. Lánsupphæddin er í mesta lagi tann sama, sum kann verða veitt til vanlig lestrarlán. Treytin fyri at fáa endalán er, at tann lesandi tekur eina hægri útbúgving, er lestrarvirkin og at avvarandi lærustovnur kann vátta, at tann lesandi er førur fyri at gera útbúgvingina lidna innan 1 ár.” 6) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tann lesandi byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 8, august 2002 Annlis Bjarkhamar (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.