Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. juli 2008 Nr. 74

Kunngerð um loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum (tax free)

Við heimild í § 8, stk. 1 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1 Eftir umsókn kann TAKS geva loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum

Eftir umsókn kann TAKS geva loyvi at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum. Stk. 2. Loyvi verður givið at selja til farandi og komandi ferðafólk.

§ 2 Áðrenn loyvi verður givið at seta á stovn tollfríar sølubúðir, skal loyvishavarin seta eina…

Áðrenn loyvi verður givið at seta á stovn tollfríar sølubúðir, skal loyvishavarin seta eina trygd, sum í minsta lagi skal vera kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum.

§ 3 TAKS kann avgera, hvørjar vørur kunnu seljast í tollfríu sølubúðunum á flogvøllinum

TAKS kann avgera, hvørjar vørur kunnu seljast í tollfríu sølubúðunum á flogvøllinum.

§ 4 Vørur, sum verða fluttar í tollfríar sølubúðir og tilhoyrandi hølir, skulu sum nærri tilskilað av…

Vørur, sum verða fluttar í tollfríar sølubúðir og tilhoyrandi hølir, skulu sum nærri tilskilað av TAKS, fráboðast til skrásetingar, sum tilgongd til sølubúð ella goymslu. Stk. 2. Í fráboðanini skulu standa tær upplýsingar, sum TAKS sigur neyðugar, fyri at hava eftirlit við roknskaparførsluni hjá loyvishavarnum yvir tollfríari sølubúð. Stk. 3. Vørur, sum verða tiknar úr tollfríari sølubúð, skulu fráboðast til tollgreiðslu eftir vanligum reglum í tolllógini um innflutning, ella skrásetast til útflutnings.

§ 5 Hølir, sum nýtast skulu til tollfríar sølubúðir og til goymslu av toll- og avgjaldsfríum vørum,…

Hølir, sum nýtast skulu til tollfríar sølubúðir og til goymslu av toll- og avgjaldsfríum vørum, skulu lúka tey trygdarkrøv, ið TAKS setur.

§ 6 TAKS hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit í sølubúðum og hartil hoyrandi hølum,…

TAKS hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit í sølubúðum og hartil hoyrandi hølum, at eftirkanna vørur, sum eru á goymslu, roknskaparbøkur, annað roknskapartilfar og brævaskifti o.a. Stk. 2. Loyvishavarin og starvsfólk hansara, skulu verða TAKS til handa, og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur neyðugar. Stk. 3. Tað í stk. 1 nevnda tilfar, skal útflýggjast TAKS, um tað verður kravt. Stk. 4. TAKS kann seta loyvishavarnum serlig krøv til roknskaparførslu o.a., sum loyvishavarin skal fylgja.

§ 7 Loyvishavarin av eini sølubúð, ábyrgdist fyri tolli og avgjøldum á vørum, sum undir eftirliti av…

Loyvishavarin av eini sølubúð, ábyrgdist fyri tolli og avgjøldum á vørum, sum undir eftirliti av TAKS verða staðfestar ikki at vera á goymslu ella sum ikki eru tiknar av goymslu eftir reglunum um vørufrágongd. Stk. 2. Tollur og avgjøld á vørum, smb. stk. 1, verða ásett eftir teimum upphæddum, sum galda tann dagin eftirlitið var í tollfríu sølubúðini. Stk. 3. Virðið á vøruni verður ásett eftir fakturavirðinum fyri vøruna, tá hon var flutt til tollfríu sølubúðina. Stk. 4. Um einki fakturavirði er, kann virðið ásetast eftir meting av TAKS við atliti til hagtalsvirðið fyri somu vøru við sama vørunummari í toll- og vøruskránni, smb. reglurnar um virðisáseting í § 11 í tolllógini.

§ 8 TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum, um…

TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir á flogvøllinum, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur hesa kunngerð ella treytirnar fyri loyvinum til at seta á stovn tollfríar sølubúðir. Stk. 2. TAKS kann nokta ella taka aftur loyvi til at seta á stovn tollfríar sølubúðir, um loyvishavarin missir ognar- og ella brúksrættin til sølubúð, ella kemur í gjaldssteðg. Stk. 3. Í førum, har loyvi verður tikið aftur ella fellur burtur, skulu vørurnar, ið loyvishavarin hevur á goymslu tollavgreiðast beinanvegin, endurútflytast, ella við loyvi frá TAKS seljast øðrum, ella burturbeinast undir tolleftirliti.

§ 9 Brot á §§ 4-6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verður revsað við bót, hefti…

Brot á §§ 4-6 í hesi kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verður revsað við bót, hefti ella fongsul upp til 1 ár, um lóggávan annars ikki ásetur strangari revsing.

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 4. juli 2008 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Atli Leo (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 219 frá 22. desember 2025 · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 1991

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙