Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2000 Nr. 73

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk

§ 1 Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, verða gjørdar…

Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgva- og maskintænastu krevst, at avvarðandi: 1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til, 2) er fyltur 16 ár, 3) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla, og 4) undir eftirliti av vakthavandi brúgva- ella maskinyvirmanni hevur verið í ávikavist brúgvatænastu ella maskintænastu í minsta lagi 2 mánaðir, og tá er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi vaktartænastuni samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella 5) innanfyri 5 tey seinastu árini hevur havt 12 mánaða góðkenda deks- ella maskintænastu umborð á handilsskipi og í hesi tíð fingið, undir eftirliti av vakthavandi brúgva- ella maskinyvirmanni, neyðuga vegleiðing um brúgva- ella maskintænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum. Stk. 2. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu, krevst harafturat, at viðkomandi hevur staðið sjónar- og hoyrnaroynd.” 2) Í § 11, stk. 1, 2. pkt., verður orðingin: “og í § 6, stk. 3” strikað

§ 2 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, 17. mai 2000 Jørgin Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙