Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mai 2018 Nr. 73

Kunngerð um einstaklingatilskot til heilivág, sum broytt við kunngerð nr. 9 frá 6. februar 2023

Við heimild í § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2018, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Sambært § 12 í Heilsutrygdarlógini viðgerð Landsapotekarin umsóknir um tilskot til heilivág,…

Sambært § 12 í Heilsutrygdarlógini viðgerð Landsapotekarin umsóknir um tilskot til heilivág, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað sambært § 13 í Heilsutrygdarlógini. Stk. 2. Landsapotekarin kann skipa heilivág, ið ikki fær vanligt tilskot, í tilskotsbólkar, ásettir til ávísar sjúkur. Hevur ein persónur eina av hesum diagnosunum, verður einstaklingatilskot veitt persóninum, tá læknin á forskriftina skrivar diagnosuna. Stk. 3. Landsapotekarin viðgerð sjálvur umsóknirnar, men kann eftir tørvi útvega sær hjálp frá øðrum fakpersónum við kunnleika innan heilivág, læknavísindi o.tíl. Eisini kann Landsapotekarin útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá myndugleikum í Føroyum og uttanlands. Stk. 4. Landsapotekarin skal síggja til, at lóggávan verður fylgd í sambandi við viðgerð av umsóknunum. Viðgerð av umsóknum

§ 2 Vanliga viðgerð Landsapotekarin tær innkomnu umsóknirnar aðru hvørja viku. Tó kann…

Vanliga viðgerð Landsapotekarin tær innkomnu umsóknirnar aðru hvørja viku. Tó kann Landsapotekarin eisini viðgera umsóknir eftir tørvi. Stk. 2. Partar í einum máli hava ikki rætt til at vera hjástaddir undir viðgerðini av umsóknini.

§ 3 Ein umsókn skal vera liðug viðgjørd innan 4 vikur frá móttøku, uttan so at heilt serligar…

Ein umsókn skal vera liðug viðgjørd innan 4 vikur frá móttøku, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi. Avgerðir

§ 4 Allar avgerðir, tiknar av Landsapotekaranum, skulu verða skrivligar og fráboðast læknanum og…

Allar avgerðir, tiknar av Landsapotekaranum, skulu verða skrivligar og fráboðast læknanum og apoteksverkinum.

§ 5 Landsapotekarin virkar sjálvstøðugt og er ikki bundin av boðum frá øðrum í arbeiði sínum

Landsapotekarin virkar sjálvstøðugt og er ikki bundin av boðum frá øðrum í arbeiði sínum. Kærur

§ 6 1) Sambært § 29, stk. 1 í Heilsutrygdarlógini kunnu avgerðir hjá Landsapotekaranum kærast til…

1) Sambært § 29, stk. 1 í Heilsutrygdarlógini kunnu avgerðir hjá Landsapotekaranum kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina. Stk. 2. Landsapotekarin kann velja at taka eitt mál upp til nýggja viðgerð, um nýggjar og týðandi upplýsingar koma fram í málinum. Gildiskoma

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 97 frá 29. oktober 2010 um tilskotsnevnd. Heilsu- og innlendismálaráðið, 8. mai 2018 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 9 frá 6. februar 2023.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
tilskotsnevnd · innanhýsis
Áður galdandi · 29. oktober 2010
Broytingar
broyting í kunngerð um einstaklingatilskot til heilivág · innanhýsis
Galdandi · 6. februar 2023
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙