Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. mai 2022 Nr. 73

Kunngerð um upprunareglur

Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 og løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:

§ 1 Reglurnar í appendix I og viðkomandi reglur í appendix II til Økissáttmálan um upprunareglur,…

Reglurnar í appendix I og viðkomandi reglur í appendix II til Økissáttmálan um upprunareglur, Regional Convention on pan-Euro-Mediterranean preferential rules of origin, eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálum millum Føroyar og: 1) ES, 2) Ísland, 3) Norra, 4) Sveis, og 5) Turkaland. Stk. 2. Appendix I og II til Økissáttmálan um upprunareglur eru lýst í skjali 1. Stk. 3. Hóast ásetingarnar í artiklunum 16, stk. 5 og 21, stk. 3 í appendix I til økissáttmálan um upprunareglur kann ein EUR.1 vørustaðfesting ella ein fakturaváttan nýtast sum prógv fyri uppruna í førum, tá kumulering bert fevnir um EFTA lond, Føroyar, londini í ES, Turkaland, luttakarar í stabiliseringsprosessini og assosieringsprosessini, Moldova, Georgia og Ukraina. Stk. 4. Um norsku ella turkisku tollmyndugleikarnir útgeva og góðkenna vørustaðfesting EUR.1 elektroniskt, eru ásetingarnar í stk. 1 og 2 í Annex IIIa í appendix I til økissáttmálan um upprunareglur ikki galdandi. Í staðin skal vera galdandi: 1) Í staðin fyri at nýta blekk stempul at góðkenna vørustaðfesting EUR.1, teigur 11, kunnu tollmyndugleikar ella málsráðandi almennir myndugleikar nýta merki ella elektroniskt stempul. 2) Teigar 11 og 12 kunnu innihalda eftirgjørda ella elektroniska undirskrift í staðin fyri originala undirskrift. 3) Úpplýsingarnar í teigi 11 viðvíkjandi formi og nummari á útflutningsskjali skulu bert útfyllast, um tað er kravt sambært reglunum í útflutningslandinum. 4) Vørustaðfestingin EUR.1 skal hava eitt raðtal ella kodu, sum eyðmerkir staðfestingina. 5) Vørustaðfestingin EUR.1 kann verða útgivin í einum av almennu málunum hjá sáttmálapørtunum ella á enskum.

§ 2 Tær í skjali 2 ásettu reglur um uppruna eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært…

Tær í skjali 2 ásettu reglur um uppruna eru galdandi fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálanum millum Føroyar og Bretland.

§ 3 Í staðin fyri at nýta reglurnar í økissáttmálanum um upprunareglur kunnu innflytarar og…

Í staðin fyri at nýta reglurnar í økissáttmálanum um upprunareglur kunnu innflytarar og útflytarar velja at nýta upprunareglurnar sum eru lýstar í skjali 3 fyri vørur og framleiðslur sambært handilssáttmálanum við ES.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 4. mai 2022 Uni Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) 1) Skjal 1-3 1) Skjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 219 frá 22. desember 2025 · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 1991

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙