Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

31. mai 2006 Nr. 72

Kunngerð um fíggjarligt frípláss

Við heimild í § 6a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, verður ásett:

§ 1 Umsókn um fíggjarligt frípláss skal latast viðkomandi kommunu á umsóknarblaði, útvegað av…

Umsókn um fíggjarligt frípláss skal latast viðkomandi kommunu á umsóknarblaði, útvegað av kommununi. Á umsóknarblaðnum skal upplýsast tal av heimabúgvandi børnum undir 18 ár, skattskyldug inntøka og onnur viðurskifti, sum umsøkjarin heldur vera viðkomandi fyri viðgerðina av umsóknini. Stk. 2. Umsóknarblað um fíggjarligt frípláss skal latast viðkomandi kommunu í seinasta lagi 1. juli. Stk. 3. Fíggjarligt frípláss verður játtað eitt ár í senn, hvørt ár frá 1. august til 31. juli. Stk. 4. Um umsókn verður latin inn seinni enn 1. juli, verður játtan av fríplássi galdandi frá 1. í mánaðinum eftir at umsóknin er móttikin til komandi 31. juli.

§ 2 Avgerð um fíggjarligt frípláss verður grundað á eina ávísa útrokningarupphædd.…

Avgerð um fíggjarligt frípláss verður grundað á eina ávísa útrokningarupphædd. Útrokningarupphæddin er skattskylduga inntøkan seinast farna skattaár (inntøkuár) ásett av líkningarmyndugleikunum, tillagað talinum av heimabúgvandi børnum undir 18 ár. Stk. 2. Við skattskylduga inntøku í stk. 1 skal skiljast samlaða skattskylduga inntøkan hjá foreldrum, ið liva saman. Um barnið býr saman við øðrum av foreldrunum, sum tó er gift/ur ella livir saman við øðrum persóni, er skattskylduga inntøkan samlaða skattskylduga inntøkan hjá hesum báðum. Stk. 3. Útrokningarupphæddin verður lutfalsliga lækkað fyri hvørt heimabúgvandi barn undir 18 ár, við barnaupphæddini, sum er 10.944 kr. í 2006. Stk. 4. Í hvørjum einstøkum føri eigur støða at verða tikin til, um útrokningarupphæddin gevur rætta mynd av fíggjarorku og livifóti familjunnar. Um ikki, kann kommunan grunda avgerð um fíggjarligt frípláss á eina heildarmeting.

§ 3 Barnaupphæddin í § 2, stk. 3 verður hvørt ár javnað soleiðis, at hon fyri hvørt barnið er tann…

Barnaupphæddin í § 2, stk. 3 verður hvørt ár javnað soleiðis, at hon fyri hvørt barnið er tann sama, sum tað vanliga barnagjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. er í árinum, sum hon verður javnað í. Stk. 2. Fyri útrokningarupphæddir undir 209.700 kr. verður latið fult frípláss, og fyri hvørjar 1.000 kr. upphæddin fer upp um 209.700 kr., lækkar fríplássið við 2% av foreldragjaldinum. Fyri útrokningar-upphæddir yvir 254.700 kr. verður einki frípláss latið. Talið 254.700 kr. verður hvørt ár javnað við lutfalsligu lønarhækkingini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Hini tølini verða broytt samsvarandi. Stk. 3. Í seinasta lagi 1. juni á hvørjum ári ásetir landsstýrismaðurin í rundskrivi javnað tøl at grunda avgerðir um frípláss á, umframt støddina av barnaupphæddini, til nýtslu í tíðarskeiðnum 1. august til 31. juli. Fyrsta áseting verður 1. juni 2007.

§ 4 Um útrokningarupphæddin, sum avgerð um fíggjarligt frípláss er grundað á broytist munandi í…

Um útrokningarupphæddin, sum avgerð um fíggjarligt frípláss er grundað á broytist munandi í tíðarskeiðnum 1. august til 31. juli, kann fíggjarligt frípláss verða játtað grundað á eina væntaða útrokningarupphædd. Stk. 2. Umsøkjarin hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftum og øðrum viðurskiftum, sum hava ávirkan á rættin til fíggjarligt frípláss. Stk. 3. Foreldragjald kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá umstøður umsøkjarans broyttust.

§ 5 Umsøkjarin og viðkomandi dagstovnur ella dagrøkt skulu hava skrivlig boð um avgerðir um…

Umsøkjarin og viðkomandi dagstovnur ella dagrøkt skulu hava skrivlig boð um avgerðir um fíggjarligt frípláss. Stk. 2. Kommunan skal kunna umsøkjaran um útrokningarupphæddina, sum avgerðin um fíggjarligt frípláss er grundað á, og um skyldurnar sambært ásetingunum í § 4, stk. 2.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, sum broytt við kunngerð nr. 84 frá 7. oktober 1999. Stk. 3. Tó verður § 8, stk. 2 í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995, galdandi til 1. august 2006. Almanna- og heilsumálaráðið, 31. mai 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Maria á Dul (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙