Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. juli 2002 Nr. 72

Kunngerð um sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbrúkum og akvakulturvirkjum v.m.

Við heimild í § 9, stk. 1-2, § 13, stk. 1, § 16, stk. 1, § 38, stk. 1, § 38a og § 48, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:

Endamál

§ 1 Endamálið við hesi kunngerð er at fyribyrgja og avmarka spjaðing av smittandi sjúku hjá…

Endamálið við hesi kunngerð er at fyribyrgja og avmarka spjaðing av smittandi sjúku hjá akvakulturdýrum. Øki og allýsingar

§ 2 Henda kunngerð fevnir um reinsing og sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbrúkum,…

Henda kunngerð fevnir um reinsing og sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbrúkum, akvakulturvirkjum og øðrum, sum hava samband við akvakulturbrúk, akvakulturdýr, akvakulturúrdráttir, slógv og brúkta akvakulturútgerð.

§ 3 Í hesi kunngerð merkir

Í hesi kunngerð merkir: 1. akvakulturbrúk: klekistøð, smoltstøð, alistøð, lívfiskastøð og annað virki, ið elur ella á annan hátt hevur akvakulturdýr í fangilsi, 2. akvakulturvirki: a. virki, ið slátrar, viðgerð og pakkar akvakulturdýr, akvakulturúrdráttir ella slógv, b. flutningsfyritøka, ið flytur akvakulturdýr, akvakulturúrdráttir ella slógv, c. virki, ið flytur, vaskar ella sóttreinsar nótir ella aðra brúkta aliútgerð, 3. akvakulturdýr: allur fiskur, krabbadýr og lindýr, sum verða hildin í fangilsi - íroknað kynsprodukt, hvíli- og nøringsstig teirra eins og fríttlivandi dýr av somu sløgum, 4. akvakulturúrdráttur: úrdráttur úr akvakulturdýri, 5. slógv: deyð akvakulturdýr, partar av akvakulturdýri - íroknað burturkast frá slátri av akvakulturdýri og burturkast frá framleiðslu av akvakulturdýri, 6. frárensluvatn: a. alt vatn, sum rennur frá akvakulturbrúki á landi, b. alt blóðvatn og frárensluvatn frá slátri, viðgerð ella pakking av akvakulturdýrum og akvakulturúrdráttum - íroknað frárensluvatn frá slógvi, c. alt flutningsvatn og vatn, sum verður spilt í sambandi við flutning av akvakulturdýrum, akvakulturúrdráttum, slógvi og nótum og aðrari brúktari aliútgerð - íroknað vatn, sum rennur frá brunnbátum, lastbilum, bingjum, kørum o.l. og d. alt vatn frá flutningi, vasking og sóttreinsing av nótum og aðrari brúktari aliútgerð, 7. mannagongd: skjalfest lýsing av eini gongd fyri at vísa á, hvør ger hvat og í hvørjari raðfylgju, 8. typugóðkenning: generel góðkenning av eini mannagongd og/ella tøkniligari útgerð til reinsing og sóttreinsing av frárensluvatni sbr. § 9, 9. driftsloyvi: góðkenning til nýtslu av generelt góðkendari mannagongd ella typugóðkendari tøkniligari útgerð til reinsing og sóttreinsing av frárensluvatni eftir at hesi eru innkoyrd og installeraði á einum virki sbr. § 10. Frárensluvatn

§ 4 Alt frárensluvatn frá virkjum, sum eru fevnd av § 3, litra 1-2, skal sóttreinsast eftir…

Alt frárensluvatn frá virkjum, sum eru fevnd av § 3, litra 1-2, skal sóttreinsast eftir mannagongd og við útgerð, sum er góðkend í tráð við §§ 9-10. Stk. 2. Í einstøkum førum, og fyri avmarkað tíðarskeið, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðkenna aðra mannagongd, sum gevur eina líka góða ella betri vissu móti spjaðing av smittu. Stk. 3. Virkir, sum ikki sóttreinsa frárensluvatn, mugu ikki góðska ella á nakran hátt viðgera fisk, sum er fongdur við fiska-, krabba ella lindýrasjúku, sum er nevnd í fylgiskjali A í Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) – íroknað BKD.

§ 5 Alt frárensluvatn sbr. § 3, litra 6c, ið kemur frá flutningi av akvakulturdýrum,…

Alt frárensluvatn sbr. § 3, litra 6c, ið kemur frá flutningi av akvakulturdýrum, akvakulturúrdráttum, slógvi og nótum og aðrari brúktari aliútgerð, skal samlast upp og sóttreinsast eftir góðkendari mannagongd sbr. §§ 9-10. Undanviðgerð av frárensluvatni

§ 6 Áðrenn víðari viðgerð skal frárensluvatnið sílast ígjøgnum eitt filtur, sum hevur eina…

Áðrenn víðari viðgerð skal frárensluvatnið sílast ígjøgnum eitt filtur, sum hevur eina poknustødd, ið er = < 0,5 mm. Frá 01.01.2003 skal filtrið hava eina poknustødd, sum er = < 0,2 mm. Krøv til metodir í sambandi við sóttreinsing av frárensluvatni

§ 7 Sóttreinsing av frárensluvatni frá virkjum, sum eru fevnd av § 3, litra 1-2 skal fara fram eftir…

Sóttreinsing av frárensluvatni frá virkjum, sum eru fevnd av § 3, litra 1-2 skal fara fram eftir metodu, sum, eftir viðurkent vísundaligt skjalprógv og undir relevantum royndarumstøðum (vatngóðska, hiti o.l.), vísir í minsta lagi 3 log10 (99,9%) inaktivering av Aeromonas salmonicida, subsp. salmonicida. Tað skal eisini vera víst ella, grundað á doseresponskurvar fyri IPN-virus, metast at vera sannlíkt, at Infektiøs laksaanæmi virus (ILA) inaktiverast samsvarandi. Stk. 2. Sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbúki á landi, sum hevur livandi innflutt akvakulturdýr í sóttarhaldi - íroknað fremmand (eksotisk) sløg av akvakulturdýrum, skal fara fram eftir viðurkent vísundaligt skjalfesti og skal undir relevantum royndarumstøðum (vatngóðska, hiti o.l.) vísa í minsta lagi 5 log10 (99,999%) inaktivering av IPNvirus. Krøv til tøkniligan útbúnað til sóttreinsing av frárensluvatni

§ 8 Góðkendur tøkniligur útbúnaður til sóttreinsing av frárensluvatni skal í minsta lagi hava hesa…

Góðkendur tøkniligur útbúnaður til sóttreinsing av frárensluvatni skal í minsta lagi hava hesa trygdarfunktión: 1. ein trygdarskipan skal vera ásett (monterað), sum kann tryggja, at krøv, sum verða sett til styrki (konsentratión mg/l, mJ/cm2), hita (°C), virkistíð og tílíkt í sóttreinsingarevnum/mannagongdum, verða hildin, 2. trygging móti driftssteðgi og/ella øðrum virkisbreki skal vera ásett, 3. skrásetingarskipan skal vera ásett, sum partvís skal goyma upplýsingar, sum gera tað møguligt at hava eftirlit við, at styrkin í sóttreinsingarevninum/mannagongdunum og virkistíð er í tráð við galdandi krøv og partvís skal skráseta driftssteðg og/ella virkisbrek. Typugóðkenning av metodum og tøkniligum útbúnaði til sóttreinsing av frárensluvatni

§ 9 Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal typugóðkenna metodu og tøkniligan útbúnað til sóttreinsing av…

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal typugóðkenna metodu og tøkniligan útbúnað til sóttreinsing av frárensluvatni. Góðkenningin kann vera tíðaravmarkað. Stk. 2. Typugóðkenning av metodu eftir § 7 skal vera vísundaliga skjalprógvað. Stk. 3. Typugóðkenning av útbúnaði eftir § 8 skal vera í tráð við vísundaliga skjalprógvaðar metodir, og kann verða givin fyri: 1. eitt ávíst slag av útbúnaði, 2. útbúnað, sum verður umbygdur soleiðis, at hann verður samlíkur typugóðkendum útbúnaði ella 3. serligan útbúnað, sum er gjørdur til einstaka virkið sær. Stk. 4. Typugóðkenning av metodum ella útbúnaði kann verða tikin aftur beinan vegin, um so er, at álvarsamur ella regluligur feilur er við útbúnaðinum. Sama er galdandi, um nýggj sjúkustøða, smittuevni ella nýggj vitan hava við sær, at góðkendar metodir ella útbúnaður ikki longur lúka tað endamál, tey vóru góðkend til. Rakstrarloyvi

§ 10 Virkir, sum eru fevnd av § 3, litra 1-2, skulu hava eitt rakstrarloyvi. Rakstrarloyvið verður…

Virkir, sum eru fevnd av § 3, litra 1-2, skulu hava eitt rakstrarloyvi. Rakstrarloyvið verður givið, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tryggja sær, at sóttreinsingarmetoda og tøkniligur útbúnaður eru í samsvar við givnar treytir. Stk. 2. Rakstrarloyvið skal vera tíðaravmarkað. Grundað á skjalfestar rakstrarroyndir í tíðarskeiðinum síðan seinasta rakstrarloyvið varð givið og á tøkniligu støðuna á útbúnaðinum, kann nýtt tíðaravmarkað loyvi verða givið. Stk. 3. Rakstrarloyvið kann verða tikið aftur beinan vegin, um so er, at virkið ikki verður rikið í tráð við ásetingarnar í hesi kunngerð ella krøv o.l. sett við heimild í hesi kunngerð. Stk. 4. Góðkenning av metodum og útbúnaði til sóttreinsing av frárensluvatni, skal verða framd í tráð við leiðbeining hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Skráseting og dokumentatión

§ 11 Virkir, ið hava tøkniliga útgerð, sum er góðkend eftir hesi kunngerð, skulu gera eina mannagongd…

Virkir, ið hava tøkniliga útgerð, sum er góðkend eftir hesi kunngerð, skulu gera eina mannagongd fyri: 1. byrjan, 2. teinging av frárensli, 3. tiltøk í sambandi við ávaring, driftssteðg og/ella annað virkisbrek, 4. tøku og greining av royndum til skjalprógv av sóttreinsingarárini, 5. røkt . Stk. 2. Skráseting og skjalprógv skulu í minsta lagi vísa: 1. góðkenningarskjal fyri sóttreinsingarskipanina, 2. útskrift ella data frá skrásetingarskipanini sbr. § 8, 3. pkt., sum skal vísa nýtsluna av aktiva stoffinum og viðgjørdu vatnnøgdina og, tá talan er um fráfiltrerað burturkast, nøgd og móttakara, 3. úrslit av greining av royndum, sum eru gjørdar at skjalprógva sóttreinsingarárinið, 4. dagbók ella frágreiðing, sum vísir mannagongdir í sambandi við innaneftirlit. Stk. 3. Skráseting og skjalprógv skulu verða goymd á virkinum í í minsta lagi 5 ár og skulu vera eftirlitsmanninum tøk. Eftirlit

§ 12 Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við virkjum, sum hava góðkendan útbúnað eftir hesi…

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við virkjum, sum hava góðkendan útbúnað eftir hesi kunngerð. Klaga

§ 13 Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann kærast til Vinnumálastýrið, Veterinerdeildina

Avgerð tikin av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann kærast til Vinnumálastýrið, Veterinerdeildina. Revsireglur og gildiskoma

§ 14 Við bót verður tann revsaður, sum: brýtur reglurnar í § 4, stk. 1 og 3, §§ 5-7 og § 11, ikki…

Við bót verður tann revsaður, sum: brýtur reglurnar í § 4, stk. 1 og 3, §§ 5-7 og § 11, ikki fylgir ásetingunum í §§ 8-10 Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Ásetingarnar í § 4, stk. 1-2 og §§ 5-8 koma tó í gildi 01.10.2002. Vinnumálaráðið, 26. juli 2002 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
djórasjúkur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 · innanhýsis
Galdandi · 23. februar 2001

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙