Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. september 1998 Nr. 72
Kunngerð um ásetan av frádrátti fyri partar av meirútreiðslum til kost og húsaleigu og frádrátti fyri ferðaútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutrygging fyri 1999
Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, verður ásett:
§ 1 Frádrátturin fyri partar av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing og trygging, ið…
Frádrátturin fyri partar av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing og trygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands, verður veittur sum ein samdøgurfrádráttur. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er um persón undir fullari skattskyldu í Føroyum, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands. Haraftrat er tað ein treyt, at skattgjaldarin ikki fær gjøld eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella á annan hátt fær endurgjald fyri meirútreiðslurnar. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp. Stk. 2. Skattgjaldari kann ikki samstundis fáa stuðul til dupult húsarhald og frádrátt eftir reglunum í hesi kunngerð. Stk. 3. Skattgjaldari, sum kemur undir reglurnar í hesi kunngerð, skal, tá ið sjálvuppgávan verður latin inn til Toll- og Skattstovu Føroya, viðleggja skjalprógv fyri dagatali uttanlands, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.
§ 2 Frádráttur verður roknaður frá tí, at farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands.…
Frádráttur verður roknaður frá tí, at farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádráttur kann bert verða veittur løntakaranum fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum. Annar - fyri arbeiði annars óviðkomandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.
§ 3 Frádráttarupphæddirnar fyri meirtreiðslur fyri kost, húsaleigu, ferðing og trygging fyri 1999 eru
Frádráttarupphæddirnar fyri meirtreiðslur fyri kost, húsaleigu, ferðing og trygging fyri 1999 eru: Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland og Finland DKR 300,00 Onnur lond DKR 400,00
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1999
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1999.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.