Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. juli 1999 Nr. 71

Kunngerð um útbúgvingarstuðul

Kapittul 1 Hvør, ið hevur rætt til stuðul.

Kapittul 2 Stuðulstreytir fyri útlendingar í Føroyum.

Kapittul 3 Stuðulstíðin og hvussu stuðulin verður roknaður.

Kapittul 4 Stuðul, og lán.

Kapittul 5 Um útgjalding av útbúgvingarstuðuli.

Kapittul 6 Broyting í stuðuli.

Kapittul 7 Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán.

Kapittul 8 Upplýsingarskylda.

Kapittul 9. Fyrisiting og kærumøguleiki.

Kapittul 10 Ískoytiskoma og skiftireglur

Við heimild í § 2 stk.1, nr.1 ,§ 3 stk.4, § 7 stk.4, § 9 stk.1 og 3, § 10, og § 11 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan hevur landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum fyrisett:

Kapittul 1

Hvør, ið hevur rætt til stuðul.

Kapittul 1 Hvør, ið hevur rætt til stuðul.

Stuðul verður eftir umsókn veittur fólki í útbúgving, um tey: 1) Eru lestrarvirkin smb.§ 2. 2) Eru í útbúgving, sum gevur rætt til stuðul smb. § 3.

Persónur í útbúgving er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligar royndir, uttan at lestrartíðin verður longd munandi. Stk. 2. Eisini skal persónur í útbúgving møta upp til frálæru eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum, lata inn kravdar uppgávur og fara til tær kravdu royndirnar/próvtøkurnar sambært lesiætlanum.

Ein útbúgving í Føroyum gevur rætt til at fáa stuðul, tá ið hon: 1) Er ein hægri úbúgving. 2) Er ein viðurkend styttri vinnuførleikagevandi útbúgving. 3) Ein viðurkend miðnámsútbúgving. 4) Útbúgving á framhaldsdeildarstigi fyri fólk eldri enn 18 ár. 5) Er skipað sum heiltíðarlestur. 6) Er ólønt, jbr. tó § 5.. Stk. 2. Hægri útbúgvingar eru: útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, lærara-, námsfrøðilig-sjúkrasystra-, maskinmeistara-, skipsførara- og teldustøðisútbúgving. Stk. 3. Styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar eru: skipara-, heimaskipara-, motorpassara-, maskinist-, kokka- og sjóvinnuútbúgving. Stk 4. Viðurkendar miðnámsútbúgvingar eru: students-, HF-, FHS-, HH-, fiskivinnu-, SIT-, atstøðis-, HT-, heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving.

Fyri at koma undir heiltíðarlestur sum nevnt í § 3 stk.1 nr.5. krevst, tá talan er um tær í stk. 1 nr. 2, 3 og 4, at tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna. Fyri aðrar útbúgvingar verður farið eftir reglunum í § 2 , tá metast skal um heiltíðarlestur. Í ivamálum tekur Stuðulsstovnurin avgerð.

Fólk í útbúgving, sum fáa løn ein part av útbúgvingartíðini, kunnu fáa stuðul í tí ólønta tíðarskeiðinum, um tey ikki fáa løn í minsta lagi í tríggjar fylgjandi mánaðir í einum stuðulsári. Fáa tey løn fyri minni enn tríggjar mánaðir í einum stuðulsári, hava tey rætt til at fáa stuðul alt árið.

Rætt til stuðul sum útibúgvandi hevur persónur, ið kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði. Stuðulsstovnurin ásetir nærri krøv til skjalprógvan av nevndu útreiðslum. Stk. 2. Persónur, ið býr á sama matr. nr. sum foreldur/verjar, verður vanliga roknaður at búgva heima. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 2. Stk. 4. Lesandi á hægri útbúgvingum og forsyrgjarar verða roknað sum útibúgvandi. Kapittul 2 Stuðulstreytir fyri útlendingar í Føroyum.

Kapittul 2 Stuðulstreytir fyri útlendingar í Føroyum.

Eftir ásetingum í hesi kunngerð verður veittur stuðul til útlendskar ríkisborgarar um 1) viðkomandi, áðrenn hann fylti 18 ár, hevur tikið fastan bústað í Føroyum saman við foreldrunum, ella 2) viðkomnandi, eftir at hava fylt 18 ár, hevur havt fastan bústað í Føroyum minst tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgvingina, og 3) viðkomandi ikki hevur møguleika at fáa stuðul úr heimlandinum. Kapittul 3 Stuðulstíðin og hvussu stuðulin verður roknaður.

Kapittul 3 Stuðulstíðin og hvussu stuðulin verður roknaður.

Stuðulstíðin er tann partur ella teir partar av stuðulsárinum, tá ið tann, ið er undir útbúgving, hevur rætt til stuðul.

Næmingar í útbúgvingum, har útbúgvingartíðin er 3 ár ella longri, fáa í mesta lagi útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin Stk. 2. Upp í lestrartíðina fyri hesa útbúgving verður roknað tilmeldingarskeið á hægri útbúgvingum, ið áður eru loknar ella steðgaðar, um umsøkjarin hevur fingið útbúgvingarstuðul ella stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 1, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, vísindaligt arbeiði o.a. Stk. 4. Er stuðulstíðin styttri enn eitt ár, verður stuðulsupphæddin lækkað lutfalsliga. Stk. 5. Fylir persónur 18 ár í stuðulsárinum fær hann stuðul mánaðan eftir føðingardagin. Stk. 6. Fyllir persónur 18 ár í stuðulsárinum, kann hann fáa lestrarlán, ið svarar til ta tíðina, ið eftur er av stuðulsárinum.

Persónar, sum fáa almannahjálp til livikostnað so sum endurútbúgving, kunnu ikki fáa lestrarlán. Kapittul 4 Stuðul, og lán.

Kapittul 4 Stuðul, og lán.

Lesandi, sum er heimabúgvandi og 18 ár ella eldri, kann í mesta lagi fáa 22.000 kr í útbúgvingarstuðuli í einum stuðulsári. Stk. 2. Lesandi, sum er útibúgvandi og 18 ár ella eldri, kann í mesta lagi fáa 33.000 kr. í útbúgvingarstuðuli í einum stuðulsári. Stk. 3. Lesandi, sum er 18 ár ella eldri, kann í mesta lagi fáa 22.000 kr. í lestrarláni í stuðulsárinum. Stk. 4. Frammanfyri nevndu upphæddir í stk. 1 og 2 verða hvønn 1. august javnaðar við prosentvísu broytingini í meðalprístalinum millum undanfarna ár og ári undan hesum. Kapittul 5 Um útgjalding av útbúgvingarstuðuli.

Kapittul 5 Um útgjalding av útbúgvingarstuðuli.

Fólk í útbúgving kunnu í mesta lagi søkja um útbúgvingarstuðul fyri eitt ár í senn. Er útbúgvingin byrja áðrenn 15. apríl, skulu umsóknarbløðini sendast Stuðulsstovninum í seinasta lagi 15. mai í stuðulsárinum. Stk. 2. Byrjar útbúgvingin seinni enn 15. apríl, ásetir Stuðulsstovnurin fyri hvørja einstaka útbúgving eina seinastu freist fyri innflýggjan av umsóknarbløðum.

Føroya Gjaldstova flytir 1/11 av upphæddini til studning og lestrarlán seinast í hvørjum mánaði á konto í peningastovni ella á giro. Í juli mánaði verður ongin stuðul latin. Stk. 2. Fyrsta útgjaldingin av lestrarláninum verður flutt, tá ið Stuðulsstovnurin hevur fingið tað undirskrivaða lániskjalið. Kapittul 6 Broyting í stuðuli.

Kapittul 6 Broyting í stuðuli.

Stuðulsupphæddirnar verða broyttar, um umsøkjarin flytur heim ella heimanífrá. Bústaðarstøðan tann 1. í mánaðinum er avgerðandi fyri, um umsøkjarin verður roknaður sum úti- ella heimabúgvandi.

Um persónurin, ið fær stuðul, gevst við útbúgvingini, ella missir hann av aðrari orsøk rættin til stuðul, dettur stuðulin burtur frá tí fyrsta í tí mánaði, broytingin hendir. Kapittul 7 Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán.

Kapittul 7 Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán.

Tann lesandi byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at útbúgvingin er lokin. Stk. 2. Útbúgvingin verður ikki søgd at verða lokin, um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving byrjar eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá hesum ásetingum. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera av, at lestrarlánið skal verða goldið aftur, hóast útbúgvingin ikki er lokin, um lántakarin ikki longur er lestrarvirkin (sbr. tó 1. og 2. stk.).

Afturgjalding av lestrarláni við roknaðum rentum fer fram við líka stórum gjøldum hvønn mánað. Stk. 2. Gjaldsupphæddin verður ásett av Stuðulsstovninum í mun til skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi verða 300 kr.

Er lántakari deyður áðrenn lánið er afturgoldið, kann Stuðulsstovnurin strika restskuldina. Kapittul 8 Upplýsingarskylda.

Kapittul 8 Upplýsingarskylda.

Fólk í útbúgving, sum fáa stuðul eftir løgtingslóg um útbúgvingarstuðul, skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið tey: 1) Steðga ella verða liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini. 2) Steðga við eini útbúgving fyri at byrja uppá eina aðra útbúgving í sama stuðulsári. 3) Fáa farloyvi. 4) Fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini, og hetta ikki sæst í umsóknini, jbr. tó § 5. 5) Fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað. 6) Flyta heim at búgva. 7) Ikki longur eru í heiltíðarútbúgving. Stk. 2. Fólk í útbúgving, ið hava fingið lán, hava skyldu til skrivliga at boða Stuðulsstovninum frá, tá ið: 1) útbúgvingin er lokin, ella tey gevast at lesa, 2) farið verður uttanlands í lestrarørindum, 3) steðgur annars verður í lestrinum. Kapittul 9. Fyrisiting og kærumøguleiki.

Kapittul 9 Fyrisiting og kærumøguleiki.

Stuðulsstovnurin er stovnur undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Stk. 2. Stuðulsstovnurin umsitur stuðulsskipanina sum frammanfyri tilskilað í hesi kunngerð.

Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til kærunevndina, hjá stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur er farnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina. Kapittul 10 Ískoytiskoma og skiftireglur

Kapittul 10 Ískoytiskoma og skiftireglur

Henda kunngerð fær gildi 1. august 1999. Samstundis fer úr gildi reglugerð um útbúgvingarstuðul frá januar 1990. Stk. 2. Í tíðarskeiðinum til 31. juli 2000 fær heimabúgvandi lesandi undir 18 ár 7.303 kr í útbúgvingarstuðuli í stuðulsárinum. Í sama tíðarskeiði fær útibúgvandi lesandi undir 18 ár 16.430 kr. í útbúgvingarstuðuli í stuðulsárinum. Undirvísingar- og mentamálastýrið, tann 23. juli 1999 Signar á Brúnni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útbúgvingarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 44 frá 2. juli 2004 · innanhýsis
Áður galdandi · 26. juli 2000

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙