Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. mai 2009 Nr. 70

Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági

§ 1 Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við…

Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunngerð nr. 17 frá 10. mars 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 2. Frumsøluprísurin fæst við at leggja afturat fakturaprísinum (FTP) 84,2% av fylgjandi upphæddum fyri hvørja pakking: 1. FTP<29,99: 40% av FTP + 3,00 kr. 2. 30,00<FTP<119,99: 30% av FTP + 6,00 kr. 3. 120,00<FTP: 15% av FTP + 30,00 kr. 4. Til samløguna av 1, 2 ella 3 verða løgd 15%. 2) Í § 16, stk. 2 verður “5,00 kr.” broytt til: “6,00 kr.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 28. mai 2009 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður /Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙