Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. juni 2008 Nr. 70

Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru

§ 1 Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, verða gjørdar hesar…

Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í innganginum verður aftaná “§ 18 c, stk. 5,” sett: “§ 18 d, stk. 4,”. 2) Aftaná § 32 verður sett: “Kapittul 2 a Serlig koyrifrálæra

§ 32 a Serlig koyrifrálæra skal verða givin í samsvari við tær ásetingar, sum eru galdandi fyri…

Serlig koyrifrálæra skal verða givin í samsvari við tær ásetingar, sum eru galdandi fyri koyrifrálæruna til tann koyrikortsbólk, har brotið, sum er orsøk til koyrikortforboðið, er framt, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Um so er, at koyrikortforboðið er grundað á koyring við traktori ella motoramboði, lítlari motorsúkklu, sbr. § 18a, stk. 4 í ferðslulógini, ella tríhjólaðari motorsúkklu, skal serliga koyrifrálæran verða givin í samsvari við tær ásetingar, sum galda fyri koyrifrálæruna til tann fyrsta koyrikortbólkin, sum viðkomandi hevur ognað sær. Stk. 3. Koyrifrálæran skal vera givin av einum koyrilærara, sum er góðkendur til tann bólk, sum serliga koyrifrálæran snýr seg um.

§ 32 b Serliga koyrifrálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlanirnar til viðkomandi…

Serliga koyrifrálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlanirnar til viðkomandi koyrikortbólk, sbr. § 22, stk. 3, og skal fevna um hesar partar: 1) 4. partur: Atferð hjá ferðandi, 2) 6. partur: Grundreglur fyri at koyra akfør, 3) 7. partur: Venjing á vegi, 4) 8. partur: Serlig vandaviðurskifti í ferðsluni. Stk. 2. Frálæran í ástøði og verki skal samskipast og skal fylgja uppsetingini í pørtum í frálæruætlanini. Stk. 3. Ásetingarnar um lesiætlanir í § 26 og um váttan um koyrifrálæru í § 27, verða nýttar samsvarandi, sbr. § 32a. Stk. 4. Umsøkjarar, ið eru fráverandi í koyrifrálærutíðarskeiðnum í meira enn 3 mánaðir, skulu byrja serligu koyrifrálæruna av nýggjum.

§ 32 c Frálæran (ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra), sum umsøkjarin skal gjøgnumføra í serligu…

Frálæran (ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra), sum umsøkjarin skal gjøgnumføra í serligu koyrifrálæruni, skal í minsta lagi fevna um 7 skúlatímar á 45 minuttir í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 8 skúlatímar á 45 minuttir í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur). Stk. 2. Frálæran til serligu koyrifrálæruna skal í minsta lagi verða givin í 8 frálærudagar.” 3) § 70, stk. 2 og 3 verður strikað, og í staðin fyri verður sett: “Stk. 2. Eftiransandi koyriroynd skal ikki verða hildin, um viðkomandi í øðrum førum, enn teim í stk. 1 nevndu, hevur staðið eina koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði, aftaná brotið, sum førdi til frádømingina og áðrenn avgerðin hesum viðvíkjandi varð endaliga staðfest.” 4) Í § 96 verður sett sum stk. 4: “Stk. 4. Akfør, sum eru góðkend til venjingarakstur ella verkliga koyriroynd eftir teimum reglum, sum vóru galdandi áðrenn henda kunngerð kom í gildi, skulu í seinasta lagi 1. desember 2009 lúka ásetingarnar í fylgiskali 5.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 23. juni 2008 Bjørt Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 60 frá 16. mai 2017 · innanhýsis
Áður galdandi · 29. september 2005

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙