Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. august 2026 Nr. 70
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn
(Áseting av endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í serligum førum o.a.)
§ 1 Í kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2023 um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við…
Í kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2023 um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður “kann í 2024 mesta lagi vera kr. 26.814 um mánaðin” broytt til: “kann í 2026 í mesta lagi vera kr. 31.000 um mánaðin”. 2. Í § 8 verður aftan á stk. 6 sum nýtt stk. sett: “Stk. 7. Inntøkugrundarlagið kann ásetast til 80% av hægst møguliga endurgjaldi sambært § 7, stk. 1, sbr. § 7, stk. 2, tá hesar treytir eru loknar: 1) Endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku í 24 av síðstu 36 mánaðunum hevur verið lægri enn 80% av hægst møguliga endurgjaldi. 2) Endurgjaldið er lægri enn inntøkan, sum Almannaverkið metir, at persónurin undir vanligum umstøðum hevði havt.” Stk. 7 verður eftir hetta stk. 8.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og bústaðamálaráðið, 4. august 2026 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.