Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. januar 2025 Nr. 7
Kunngerð um at løggilda djórasjúkrarøktarfrøðingar
Við heimild í § 7, stk. 4, § 32 og § 34, stk. 3, í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m., sum broytt við § 14 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og § 29 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1 Kunngerðin ásetur reglur um at løggilda djórasjúkrarøktarfrøðingar og um uppgávurnar, hesir kunnu…
Kunngerðin ásetur reglur um at løggilda djórasjúkrarøktarfrøðingar og um uppgávurnar, hesir kunnu røkja, og undir hvørjum treytum. Stk. 2. Landsdjóralæknin veitir eftir umsókn løggilding sum djórasjúkrarøktarfrøðingur. Stk. 3. Løggilding eftir hesi áseting kann takast aftur eftir reglunum í løgtingslógini.
§ 2 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Løggildur djórasjúkrarøktarfrøðingur: Djórasjúkrarøktarfrøðingur, sum er løggildur eftir hesi kunngerð. 2) Djóralæknastova: Stað, har ein ella fleiri djóralæknar starvast og veita djórum viðgerð og røkt. 3) Kelidjór: Smærri súgdjór (Mammalia), fuglar (Aves), skriðdjór (Reptilia), paddur (Amphibia), fiskar (Chondrichthyes og Osteichthyes) og ryggleys djór (Invertebrata), sum verða havd til stuttleika. 4) Ross: Øll djór av slagnum Equidae. Løggilding
§ 3 Persónur, sum hevur fingið prógv sum djórasjúkrarøktarfrøðingur í Norðurlondum, kann eftir umsókn…
Persónur, sum hevur fingið prógv sum djórasjúkrarøktarfrøðingur í Norðurlondum, kann eftir umsókn verða løggildur í Føroyum. Stk. 2. Løggildingin, nevnd í stk. 1, fevnir um at viðgera og røkta annaðhvørt kelidjór ella ross. Stk. 3. Løggildingin fevnir bara um tað serøkið, djórasjúkrarøktarfrøðingurin er útbúgvin innanfyri, sbr. tó stk. 4. Er djórasjúkrarøktarfrøðingurin ikki útbúgvin við sergrein, fevnir løggildingin um serøkið kelidjór. Stk. 4. Ein løggildur djórasjúkrarøktarfrøðingur kann fáa løggilding til hitt serøkið, nevnt í stk. 2, um hann kann skjalprógva, at hann í sínum starvi sum djórasjúkrarøktarfrøðingur, í eitt tíðarskeið, sum svarar til í minsta lagi fulltíðar starv í seks mánaðir, hevur starvast við viðgerð og røkt á serøkinum, søkt verður um. Djóralæknin, sum hevur havt djórasjúkrarøktarfrøðingin í starvi, skal veita kravda skjalprógvið. Stk. 5. Umsøkjarin má ikki veita viðgerð og røkt eftir § 5, fyrr enn hann hevur fingið løggilding frá landsdjóralæknanum.
§ 4 Løggildingin, nevnd í § 3, kann latast persóni, ið hevur staðið prógv á lærustovni uttan fyri…
Løggildingin, nevnd í § 3, kann latast persóni, ið hevur staðið prógv á lærustovni uttan fyri Norðurlond, um útbúgvingin er á sama stigi ella hægri enn útbúgvingin, nevnd í § 3, stk. 1. Stk. 2. Løggildingin kann eftir umstøðunum vera avmarkað samsvarandi tí, sum er ásett í § 6 í løgtingslógini. Rættindi og skyldur
§ 5 Løggildur djórasjúkrarøktarfrøðingur kann, á tí serøki, hann hevur fingið løggilding til, eftir…
Løggildur djórasjúkrarøktarfrøðingur kann, á tí serøki, hann hevur fingið løggilding til, eftir ávísing frá djóralækna og undir ábyrgd djóralæknans, veita tær í skjali 1 nevndu viðgerðir á eini djóralæknastovu, uttan at djóralæknin er til staðar. Stk. 2. Løggildur djórasjúkrarøktarfrøðingur kann bara, á tí serøki, hann hevur fingið løggilding til, eftir ávísing frá djóralækna og undir ábyrgd djóralæknans, veita tær í skjali 2 nevndu viðgerðir á eini djóralæknastovu, um djóralæknin er til staðar. Stk. 3. Løggildur djórasjúkrarøktarfrøðingur kann bara, á tí serøki, hann hevur fingið løggilding til, eftir ávísing frá djóralækna og undir ábyrgd djóralæknans, veita tær í skjali 3 nevndu viðgerðir á eini djóralæknastovu, um djóralæknin samstundis hevur umsjón við viðgerðini.
§ 6 Djóralæknin, sum ávísir viðgerðir eftir § 5, skal tryggja sær, at løggildi…
Djóralæknin, sum ávísir viðgerðir eftir § 5, skal tryggja sær, at løggildi djórasjúkrarøktarfrøðingurin hevur neyðugu førleikarnir til at veita viðgerð á tryggan og dygdargóðan hátt. Eftirlit
§ 7 Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við løggildum djórasjúkrarøktarfrøðingum
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við løggildum djórasjúkrarøktarfrøðingum. Fyrisitingarligar ásetingar, ásetingar um kæru og revsireglur Oyðubløð
§ 8 Heilsufrøðiliga starvsstovan ger oyðubløð, ið skulu brúkast, tá søkt verður um løggilding sum…
Heilsufrøðiliga starvsstovan ger oyðubløð, ið skulu brúkast, tá søkt verður um løggilding sum djórasjúkrarøktarfrøðingur. Saman við umsóknini skulu sendast viðkomandi prógv og váttanir. Kæra
§ 9 Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er…
Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað. Revsing
§ 10 Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur…
Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 3, stk. 5, og §§ 5 og 6. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini. Gildiskoma
§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. januar 2025 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 Yvirlit yvir viðgerðir, sum djórasjúkrarøktarfrøðingur eftir § 5, stk. 1, kann veita kelidjórum og rossum, uttan at djóralækni er til staðar 1. Leggja til rættis og veita djórum røkt og viðgerð. 2. Fylgja við temperaturi, pulsi, andadrátti og vætujavnvág og pínu. 3. Fylgja við aktuellu støðuni og reagera, um støðan broytist. 4. Geva heilivág oralt, intramuskulert ella subkutant, tó bara heilivág, sum ikki er tilskilaður djóralækna at brúka. 5. Veita vanliga sárrøkt. 6. Veita einfaldar viðgerðir. 7. Veita djórum postoperativa røkt. 8. Gera EKG-kanningar og meta um góðskuna av úrslitinum. 9. Gera røntgenkanningar, sum ikki krevja kontrastvesku. Hetta skal kortini altíð gerast við fyriliti fyri støðuni hjá djórinum. 10. Taka hesi lívfrøðiligu sýni: Blóð, skarn, land, svaparsýni og skav av húðini. Skjal 2 Yvirlit yvir viðgerðir, sum djórasjúkrarøktarfrøðingur eftir § 5, stk. 2, kann veita kelidjórum og rossum, um djóralækni er til staðar 1. Taka diagnostiskar royndir, sum kunnu gerast uttan at gjøgnumgata bróstrúm, búkrúm ella liðaholur. 2. Gera røntgenkontrastkanningar av sodningarleiðini. 3. Veita øll sløg av diagnostika, koppsetingum og heilivági, tó ikki doyvingarevni, á góðkendan hátt, tó ikki gjøgnum bróstrúm, búkrúm, sinaslíðrar og mønurennu. 4. Veita veskuterapi. 5. Fyrireika djórið til skurðviðgerð, undir hesum eisini at geva heilivág undan skurðviðgerð og at gera skurðøkið klárt. 6. Hava umsjón við doyvdum djórum. 7. Leggja og skifta umbindingar, um tilfarið ikki er hart og fast. 8. Leggja innanæðra katetur, trakealtubus, sondu gjøgnum svølgrúm og maga og katetur í landgøgn. 9. Leggja katetur í bláæðrar, sum eru uttarlaga. Katetrið skal ikki røkka meginbláæðrum, og longdin skal tí vera styttri enn 7 cm, um djórið vigar undir 10 kg, og styttri enn 10 cm, um djórið vigar 10 kg ella meira. 10. Seyma húð fyri at enda einfaldar skurðviðgerðir. Er djórið doyvt, skal djórasjúkrarøktarfrøðingurin ikki samstundis hava umsjón við djórinum. 11. Kanna bløðruna við røntgenkontrastkanning (pneumocystografi). 12. Veita lasaraviðgerð við lasaraklassa III B. Skjal 3 Yvirlit yvir viðgerðir, sum djórasjúkrarøktarfrøðingur eftir § 5, stk. 3, kann veita kelidjórum og rossum, um djóralækni samstundis hevur umsjón við viðgerðini 1. Doyva kelidjór og ross, undir hesum at doyva við innanding. 2. Geva heilivág í búkrúmið. 3. Leggja og skifta umbindingar úr hørðum og føstum tilfari, t.d. gips.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.