Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. januar 2005 Nr. 7
Kunngerð um friðað øki fyri troling
Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 Fyri at varðveita økir við korallum, verða hesi øki friðað fyri allari troling í teimum í stk. 2…
Fyri at varðveita økir við korallum, verða hesi øki friðað fyri allari troling í teimum í stk. 2 - 4 nevndu økjum. Stk. 2. Øki 1: Suður av Suðuroyarbanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 61°09’5N 005°23’0V 2) 60°58’5N 005°33’0V 3) 60°53’0N 006°00’0V 4) 61°09’0N 006°10’0V 5) 61°09’5N 005°23’0V Stk.3. Øki 2: Vestur av Munkagrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 60°41’0N 006°46’5V 2) 60°35’4N 006°39’6V 3) 60°33’5N 006°28’3V 4) 60°36’0N 006°30’6V 5) 60°41’0N 006°46’5V Stk. 4. Øki 3: Vestur av Ytrabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 1) 60°28’0N 010°58’0V 2) 60°28’0N 010°56’0V 3) 60°25’0N 010°54’0V 4) 60°25’0N 010°58’0V 5) 60°28’0N 010°58’0V
§ 2 Brot á § 1 verður revsað við bót sambært § 40, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap
Brot á § 1 verður revsað við bót sambært § 40, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 20. januar 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.