Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2012 Nr. 69
Kunngerð um broyting í kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum
§ 1 Í kunngerð nr. 6 frá 20. januar 2005 um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella…
Í kunngerð nr. 6 frá 20. januar 2005 um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994, sum broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005 og løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, verður ásett:” 2) Í § 2, stk. 3 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Upplýsingar um landingina og avreiðingina skulu latast Fiskiveiðieftirlitinum sambært ásetingunum í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.” 3) § 2, stk. 4 verður strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012. Fiskimálaráðið, 16. mai 2012 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.