Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. juli 2026 Nr. 68

Kunngerð um at halda frítíð við arbeiðsloysisstuðli

Við heimild í § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:

§ 1 Meðan fólk eru í arbeiðsloysisskipanini og fáa arbeiðsloysisstuðul, vinna tey sær rætt til tíð,…

Meðan fólk eru í arbeiðsloysisskipanini og fáa arbeiðsloysisstuðul, vinna tey sær rætt til tíð, tey kunnu halda frí við arbeiðsloysisstuðli.

§ 2 Rætturin at halda frí við arbeiðsloysisstuðli er ein rættur, sum verður gjørdur upp í tímum, og…

Rætturin at halda frí við arbeiðsloysisstuðli er ein rættur, sum verður gjørdur upp í tímum, og sum ikki kann roknast um til peningaliga upphædd, sum persónur kann fáa rætt til at fáa útgoldna.

§ 3 Mesta tíðin, persónur kann halda frí við arbeiðsloysisstuðli, er dagatal, svarandi til teir…

Mesta tíðin, persónur kann halda frí við arbeiðsloysisstuðli, er dagatal, svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslóg um frítíð við løn, tó ikki leygardagar. Stk. 2. Dagatalið er 25 dagar á 8 tímar samanlagt 200 tímar. Tá eru leygardagar ikki íroknaðir.

§ 4 Persónur vinnur rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í miðal 2,08 dagar fyri hvønn…

Persónur vinnur rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í miðal 2,08 dagar fyri hvønn mánað, viðkomandi er í Arbeiðsloysisskipanini sum fulltíðararbeiðsleysur. Stk. 2. Fulltíðararbeiðsleysur er tann, ið fær útgoldið arbeiðsloysisstuðul allar útgjaldstímar í mánaðinum.

§ 5 Samlaða dagatalið sambært § 3 verður umroknað til tímar og minuttir, soleiðis at persónur vinnur…

Samlaða dagatalið sambært § 3 verður umroknað til tímar og minuttir, soleiðis at persónur vinnur sær rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í 5,928853754940711 minuttir fyri hvønn tíma, viðkomandi fær útgoldið arbeiðsloysisstuðul.

§ 6 Samlaða tíðin, persónur hevur vunnið sær rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í…

Samlaða tíðin, persónur hevur vunnið sær rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í innvinningarárinum, sum er frá 1. apríl til 31. mars, kann brúkast í komandi frítíðarári, sum er frá 2. mai til 1. mai.

§ 7 Fyri at brúka frídagarnar, sum eru vunnir í undanfarna innvinningarári, má persónurin vera í…

Fyri at brúka frídagarnar, sum eru vunnir í undanfarna innvinningarári, má persónurin vera í Arbeiðsloysisskipanini, tá dagarnir verða brúktir.

§ 8 Tá persónur fer úr Arbeiðsloysisskipanini og eigur rætt at halda frí við arbeiðsloysisstuðli til…

Tá persónur fer úr Arbeiðsloysisskipanini og eigur rætt at halda frí við arbeiðsloysisstuðli til góðar, verður frítíðarsaldan læst, og hon verður tøk at brúka fylgjandi frítíðarár, um viðkomandi kemur aftur í Arbeiðsloysisskipanina.

§ 9 Persónur, ið ætlar at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, skal í seinasta lagi dagin fyri, ætlanin…

Persónur, ið ætlar at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, skal í seinasta lagi dagin fyri, ætlanin er at halda frí, skrivliga søkja um og upplýsa Arbeiðsloysisskipanini, nær hann ætlar at halda frí við arbeiðsloysisstuðli. Stk. 2. Somu treytir sum í stk. 1 eru galdandi fyri persón, sum ætlar at halda frí uttan arbeiðsloysisstuðul.

§ 10 Persónur, sum er í Arbeiðsloysisskipanini, kann ikki halda frí, meðan viðkomandi er partur av…

Persónur, sum er í Arbeiðsloysisskipanini, kann ikki halda frí, meðan viðkomandi er partur av arbeiðstilboði ella arbeiðsmarknaðarátaki. Gildiskoma og virknaður

§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. apríl 2025

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. apríl 2025. Stk. 2. Frítíð við arbeiðsloysisstuðli, sum longu er hildin í inniverandi frítíðarári, verður drigin burturav samlaðu frítíðini, sum tann arbeiðsleysi hevur vunnið sær rætt til sambært hesi kunngerð. Almanna- og bústaðamálaráðið, 21. juli 2026 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙