Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. juni 2002 Nr. 68
Kunngerð um yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling 1)
Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður
Kapittul 2 Innihaldið í útbúgvingini
Kapittul 3 Próvtøka og yrkisroynd
Kapittul 4 Lærubræv
Kapittul 5 Aðrar ásetingar
Kapittul 6 Gildiskoma
Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2 og § 17, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29.desember 1998 um yrkisútbúgvingar sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
Kapittul 1 Stevnumið og bygnaður
Sett verður á stovn yrkisútbúgving innan fiskavirking og fiskaaling.
Útbúgvingin skal sum heild ígjøgnum skúlaundirvísing og upplæring á læruplássi 1) geva lærlinginum førleikar í ávíkavist sergreinunum aling og fiskavirking, sbr. § 8, 2) nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika, 3) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og 4) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan.
Útbúgvingin skal geva lærlinginum førleika at: 1) útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum, 2) økja framhaldandi um sín dugnað gjøgnum arbeiði og við útbúgving, 3) samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna í fyritøkuni, 4) vísa neyðug fyrilit fyri heilsu, trygd og umhvørvi, 5) tilrættisleggja arbeiðið á skilagóðan hátt, 6) fáa sær innilit í fíggjarviðurskifti, og 7) seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið. Stk. 2. Í sergreinini aling verður dentur lagdur á: 1) neyðuga vitan um tey ymsu fiskasløgini og hvussu alifiskur fæst at trívast, 2) innlit í fóðring, 3) vitan um sjúkur og sjúkufyribyrging, 4) stýringsskipanir innan aling og 5) framleiðslugongdina frá rogni til tøkufisk. Stk. 3. Í sergreinini fiskavirking verður dentur lagdur á: 1) rávøru og rávørustýring, 2) ymisk virking av fiski, 3) merking og goymslustýring, 4) reinhald og reinføri, 5) stýringsskipanir, og 6) tøknina á fiskavirkjum.
Lærutíðin, sum gevur lærubræv, er til samans 3 ár. Útbúgvingin fer fram á góðkendum skúla og á góðkendum læruplássi og fevnir um hesar partar: 1) Byrjunarupplæring á læruplássinum í12-24 vikur. 2) Eitt 40 vikur samanhangandi skúlaskeið, ið verður samskipað við Støðisútbúgvingina Innan Fiskivinnu. 3) Upplæring á læruplássinum í 80-92 vikur. 4) 12 vikur útbúgving á skúla í yrkislærugreinum. Hesar vikurnar nýtast ikki at verða samanhangandi og kunnu liggja í starvstíðini undir nr. 3).
Yrkisútbúgvingin hevur tvær sergreinir. Sergreinin aling fevnir um yrkisøkini: smoltstøðir og alistøðir, og sergreinin fiskavirking fevnir um yrkisøkini: fiskavirki, góðskingarvirki og kryvjivirki. Kapittul 2 Innihaldið í útbúgvingini Skúlaparturin
Kapittul 2 Innihaldið í útbúgvingini
Almennu lærugreinirnar, sbr. stk. 4, eru kravdar fyri báðar sergreinirnar, tó ikki, har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir. Stk. 2. Almennu lærugreinirnar eru á C-stigi, tó kann lærugreinin støddfrøði eisini verða vald á D-stigi, og eru tilsamans umleið 40 % av samlaðu skúlaundirvísingingini. Stk. 3. Almennu lærugreinirnar skulu geva útbúgvingini almenna breidd, persónsmenning, menning av lestrarførleika lærlingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini. Stk. 4. Almennu lærugreinirnar eru hesar: Lærugrein Tímatal Alis-/evnafrøði C 140 Enskt C 140 Føroyskt C 140 Lívfrøði C 105 Samfelagsfrøði C 105 Støddfrøði D/C 140/175 Tilsamans 770/805 Stk. 5. Tilskilaða tímatalið í stk. 4 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.
Yrkislærugreinirnar eru lutvís felags og lutvís serskildar fyri hvørja sergrein. Hetta er nærri lýst á fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Stk. 2. Yrkislærugreinirnar eru umleið 60 % av samlaðu undirvísingartíðini og kunnu annaðhvørt vera skipaðar sum undirvísing, skeið ella námsferðir. Stk. 3. Seinna undirvísingargongdin (12 vikur) kann annaðhvørt vera skipað sum undirvísing, skeið ella virkisvitjanir. Stk. 4. Yrkisnevndin ger av saman við skúlanum, hvussu yrkislærugreinirnar verða býttar millum skúlaskeiðini, og hvat tímatal verður sett av til hvørja lærugrein. Stk. 5. Skúlin kann í samráð við yrkisnevndina gera av, at tímabýtið millum einstøku yrkislærugreinirnar sbrt. stk. 5-9 kann samskipast við yrkislærugreinir í Støðisárinum innan Fiskivinnu, sbr. § 4 nr. 2. Stk. 6. Yrkislærugreinirnar í báðum sergreinunum eru hesar: Lærugrein Vegleiðandi tímatal Fyriskipan (leiðsla og umsiting) 35 Góðskustýring 1 35 Heilsa, trygd og umhvørvi 35 KT 70 Smáverulívfrøði 1 35 Tilsamans 210 Stk. 7. Sergreinin aling fevnir harafturat um hesar yrkislærugreinir: Lærugrein Vegleiðandi tímatal Fóðurlæra 35 Framleiðsla av alifiski 1 140 Vinnulæra 35 Tilsamans 210 Stk. 8. Sergreinin fiskavirking fevnir harafturat um hesar yrkislærugreinir: Lærugrein Vegleiðandi tímatal Framleiðsla 1 140 Rávørulæra 35 Vinnulæra 35 Tilsamans 210 Stk. 9. Í seinna skúlaskeiðnum (tilsamans 12 vikur) eru yrkislærugreinirnar í sergreinini aling hesar: Lærugrein Vegleiðandi tímatal Endurnýtsla av vatni 35 Fíggjarstýring 35 Framleiðsla av alifiski 2 35 Góðskustýring 2 35 Lógarverkið innan aling 35 Sjúka og sjúkufyribyrging 70 Smávørulívfrøði 2 35 Verkætlan 140 Tilsamans 420 Stk. 10. Í seinna skúlaskeiðnum (tilsamans 12 vikur) eru yrkislærugreinirnar í sergreinini fiskavirking hesar: Lærugrein Vegleiðandi tímatal Fíggjarstýring 35 Framleiðsla 2 35 Góðskustýring 2 70 Lógarverkið innan framleiðsluvinnu 70 Smávørulívfrøði 2 35 Verkætlan 140 Vørumenning 35 Tilsamans 420
Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum eru nevnd í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Yrkisnevndin kann góðkenna nýggjar yrkislærugreinir og onnur evni. Treytin fyri góðkenning er, at førleikamál og innihald eru lýst.
Skúlin kunnar læruplássið um fráveruskipanina á skúlanum, sbr. reglurnar um næmingaskyldur í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu, og sendir hvønn ársfjóðring læruplássinum yvirlit yvir fráveruna hjá einstaka lærlinginum. Verkligi parturin
Á læruplássinum skal lærlingurin fara ígjøgnum og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar eru nærri lýstar í fylgisskjali 2 til hesa kunngerð. Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum í sergreinini, skal læruplássið gera avtalu við útisetavirki, at lærlingurin har fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta. Yrkisnevndin góðkennir slíkar avtalur sbrt. § 16, stk. 1 í lógini. Stk. 3. Upplæringin innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í eini loggbók, sum upplæringarfyritøkan hevur skyldu at føra.
Skúlin og læruplássið nýta loggbókina, sbr. § 10, stk. 3, eins og støðumet, ársmet og próvúrslit, í samskiftinum sínamillum, so hvørt sum útbúgvingin líður. Kapittul 3 Próvtøka og yrkisroynd Innskriving til próvtøku fyri støðisárið
Kapittul 3 Próvtøka og yrkisroynd
Próvtøka fyri støðisárið verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið). Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásettir í lærugreinakunngerðum og í kunngerð um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF). Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálastýrinum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálastýrið ger. Skúlin skal boða Mentamálastýrinum frá møguligum broytingum alt fyri eitt. Skipan av próvtøku
Próvtøka aftaná støðisárið fer fram sbrt. Kunngerð um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu og hægri próvtøku innan fiskivinnu. Stk. 2. Farið verður til próvtøku 6 ferðir í lærugreinum, ið Mentamálastýrið tekur út. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum, støddfrøði á C-stigi og í eini samansettari próvtøku í yrkislærugreinum.
Próvtøka og yrkisroynd í seinna skúlaskeiðnum fer fram sbrt. Kunngerð um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir og eftir ásetingunum í § 23 í Kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar. Stk. 2. Próvtøkan í seinna skúlaskeiðnum fevnir um eina verkætlan, sum lærlingurin hevur arbeitt við. Próvtøkan kann fara fram einsæris ella í smærri bólkum.
Fyri styttri kravd skeið, ið eru partur av útbúgvingini, fær lærlingurin váttan fyri luttøku, um hann hevur fylgt skeiðnum í minsta lagi 90% av ásetta tímatalinum. Yrkisroyndin
Lærlingarnir fara einsæris til yrkisroyndina. Støði verður tikið í yrkislærugreinunum. Yrkisnevndin ger eina vegleiðing um yrkisroyndina, sum skúlin kunnar lærlingin um áðrenn royndina. Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at kunna luttaka í yrkisroyndini, at lærlingurin hevur staðið próvtøkuna í støðisárinum og verkætlanina í seinna skúlaskeiðnum, sbr. § 13, stk 2 og § 14, stk 2.
Lærlingurin skal út frá givnari uppgávu, ið skal svarast eftir 5 døgum, vísa, at hann megnar at standa fyri eini framleiðslugongd ella einum arbeiðsøki á sjálvstøðugan hátt. Í seinasta lagi 14 dagar eftir innlatingina leggur lærlingurin uppgávuna fram fyri metingardómara, ið síðan dømir avrikið við støði í eini samtalu við lærlingin. Stk. 2. Tíðin, ið nýtt verður til próvtøku í verkætlan og til yrkisroyndina, er ikki roknað uppí tær 12 vikurnar, ið seinna skúlaskeiðið fevnir um. Kapittul 4 Lærubræv
Kapittul 4 Lærubræv
Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað lærubræv sbrt. reglunum um útbúgvingarskjøl í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, ið er prógv fyri tann førleika, ið er fingin undir útbúgvingini. Lærubrævið verður skrivað við støði í úrslitinum av skúlapartinum og av verkligu upplæringini. Kapittul 5 Aðrar ásetingar
Kapittul 5 Aðrar ásetingar
Yrkisnevnd fyri útbúgvingina er Yrkisnevndin fyri fiskavirking og aling. Kapittul 6 Gildiskoma
Kapittul 6 Gildiskoma
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálastýrið, 13. juni 2002 Annlis Bjarkhamar (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.) 1) Sí fylgiskjølini í kunngerðablaðið nr. 18 frá 20. juni 2002.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.