Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. juni 1991 Nr. 67

Kunngerð um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar áðrenn gjaldið er goldið

Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 um innflutningsgjøld v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Umsókn um undantaksloyvi verður at senda landsstýrinum

Umsókn um undantaksloyvi verður at senda landsstýrinum.

§ 2 Undantaksloyvi verða skrásett hjá tollvaldinum

Undantaksloyvi verða skrásett hjá tollvaldinum.

§ 3 Listi yvir vørur, ið útflýggjaðar verða sambært undantaksloyvi, skal av avvarðandi…

Listi yvir vørur, ið útflýggjaðar verða sambært undantaksloyvi, skal av avvarðandi skipaavgreiðslu skjótat gjørligt latast tollvaldinum. Tollkrav um vantandi vøru verður ikki góðkent av tollvaldinum uttan so, at sagt verður frá hesum við uppskipanina og beinleiðis fráboðað til tolleftirlitið.

§ 4 Seinast 14 dagar aftaná uppskipan letur vørumóttakarin tollvaldinum øll skjøl, ið neyðug eru fyri…

Seinast 14 dagar aftaná uppskipan letur vørumóttakarin tollvaldinum øll skjøl, ið neyðug eru fyri tollingina, t.d. faktura, konossement o.a. Stk. 2. Vørumóttakarin hevur ikki loyvi at pakka vørurnar út ella taka tær í nýtslu, fyrr enn hetta

§ 5 Tá tollvaldið er liðugt við tollingina, fær vørumóttakarin skrivliga frásøgn um útflýggingarloyvi…

Tá tollvaldið er liðugt við tollingina, fær vørumóttakarin skrivliga frásøgn um útflýggingarloyvi og um innflutningsgjaldið, ið skal rindast.

§ 6 Innflutningsgjaldið fyri tær vørur, ið eru komnar í einum mánaði, skal vera goldið í seinasta…

Innflutningsgjaldið fyri tær vørur, ið eru komnar í einum mánaði, skal vera goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir.

§ 7 Fyri innflutningsgjaldið verður vørumóttakarin at seta trygd svarandi til innflutningsgjaldið í…

Fyri innflutningsgjaldið verður vørumóttakarin at seta trygd svarandi til innflutningsgjaldið í einum meðal mánaði, tó ongantíð minni enn 100.000 kr.

§ 8 Straffrenta verður 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið

Straffrenta verður 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið.

§ 9 Gjøld og rentur, ið fallin eru til gjaldingar, kunnu verða heintað við panting

Gjøld og rentur, ið fallin eru til gjaldingar, kunnu verða heintað við panting.

§ 10 Heldur vøruinnflytarin ikki hesar reglur, missir hann rættin til undantaksloyvi

Heldur vøruinnflytarin ikki hesar reglur, missir hann rættin til undantaksloyvi.

§ 11 Henda kunngerð fær gildi 1. juli 1991 og samstundis fer kunngerð nr. 79 frá 22. desember 1981 um…

Henda kunngerð fær gildi 1. juli 1991 og samstundis fer kunngerð nr. 79 frá 22. desember 1981 um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn gjaldið er goldið, við seinni broytingum úr gildi. Reglurnar í § 7 skulu fyri áður givin loyvi vera loknar í seinasta lagi 15. september 1991.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙