Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2010 Nr. 67
Kunngerð um grannskoðaraváttanir v.m.
Kapittul 1 Almennar ásetingar
Kapittul 2 Givnar váttanir
Kapittul 3 Revsireglur
Kapittul 4 Gildiskoma og skiftisreglur
Við heimild í § 15, stk. 4 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir verður ásett:
Kapittul 1
Almennar ásetingar
Kapittul 1 Almennar ásetingar
Grannskoðari er alment álitisumboð, tá ið grannskoðarin váttar við trygd, og hetta er krav sambært lóggávuni, ella ikki einans er ætlað til egna nýtslu hjá tí, sum hevur biðið um váttanina. Tað sama er galdandi, tá ið grannskoðari ummælir leiðslufrágreiðingar. Stk. 2. Grannskoðari skal orða váttanir og ummæli óheft av tí, sum hevur biðið um váttanina ella ummælið, og við atliti til tey viðurskifti, ið móttakararnir vanliga mugu væntast at leggja dent á, tá ið teir taka avgerðir. Grannskoðari skal tí taka støðu til øll viðurskifti, uttan so at hesi hava lítlan týdning fyri endamálið við váttanini ella ummælinum, og annað ikki er ásett í lóggávuni v.m. Stk. 3. Grannskoðari skal orða váttanir og ummæli á einum eintýddum og lætt skiljandi máli. Stk. 4. Móttakarar sambært hesi kunngerð eru persónar, virkir og almennir stovnar v.m., har váttanin ella ummælið, vanliga má væntast at ávirka tær avgerðir, ið tiknar verða.
Ein roknskapur er í hesi kunngerð at skilja sum: 1) ein ársfrásøgn, ein ársroknskapur, samtaksroknskapur, ein partsársfrásøgn, ein partsársroknskapur og eitt partsárssamtaksroknskapur sambært anordning nr. 1355 frá 9. desember 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven (ársroknskaparlógin), við seinni broytingum, umframt 2) ein annar samsvarandi roknskapur, ið ikki er fevndur av nr. 1, og sum í minsta lagi inniheldur eina rakstraruppgerð, ein javna og greinandi viðmerkingar, og sum hevur eitt alment endamál og vendir sær móti einum breiðum skara av brúkarum. Kapittul 2 Givnar váttanir Grannskoðanarátekning á grannskoðaðar roknskapir
Kapittul 2 Givnar váttanir
Grannskoðanarátekning á ein roknskap er grannskoðarans váttan um ta gjørdu grannskoðanina. Stk. 2. Um ein ársroknskapur og ein møguligur samtaksroknskapur er grannskoðaður, skal ein grannskoðanarátekning vera í ársfrásøgnini, ið fevnir um allar teir partar, sum skylda er at grannskoða. Um ársfrásøgnin hevur eina leiðslufrágreiðing, sum ikki er grannskoðað, skal eitt ummæli frá grannskoðaranum harumframt vera í grannskoðanarátekningini, sbr. § 5, stk. 1, nr. 7. Stk. 3. Móðirvirki, sum leggja fram roknskap sambært § 2, nr. 1 ella 2, og sum leggja fram samtaksroknskap, skulu hava eina felags grannskoðanarátekning fyri ársroknskapin og samtaksroknskapin. Ásetingarnar í §§ 5-8 verða at nýta samsvarandi.
Skal grannskoðari sambært avtalu vátta við trygd á eina ella fleiri ískoytisfrágreiðingar, ið er partur av ársfrásøgnini, kunnu váttanirnar fyri frágreiðingarnar gerast hvør sær. Slíkar váttanir verða gjørdar sambært §§ 13-16.
Grannskoðanarátekningin skal í minsta lagi hava hesar upplýsingar í hesari raðfylgju: 1) Eina eyðmerking av roknskapinum, ið er grannskoðaður, og hvør roknskaparligur hugtakskarmur er nýttur í sambandi við at roknskapurin er gjørdur, 2) eina umrøðu av ábyrgd grannskoðarans fyri grannskoðanini umframt eina umrøðu av, gjørdu grannskoðanini, sbr. stk. 2, 3) fyrivarni sambært § 6, ella upplýsing um, at átekningin er uttan fyrivarni, sbr. stk. 3, 4) eina niðurstøðu viðvíkjandi gjørdu grannskoðanini, sbr. stk. 4-6, 5) ískoytisupplýsingar viðvíkjandi viðurskiftum í roknskapinum sbr. § 7, stk. 1, 6) ískoytisupplýsingar viðvíkjandi øðrum viðurskiftum, sbr. § 7, stk. 2 og 7) har leiðslufrágreiðing er gjørd, eitt ummæli frá grannskoðara um, hvørt gjøgnumgongd grannskoðarans av leiðslufrágreiðingini, grundað á tað gjørdu grannskoðanina av ársroknskapinum og einum møguligum samtaksroknskapi, hevur givið orsøk til viðmerkingar, sbr. stk. 7 og 8. Stk. 2. Í umrøðuni av ábyrgd grannskoðarans og av gjørdu grannskoðanini, skal verða upplýst um endamálið við grannskoðanini, hvussu grannskoðað er og um teir grannskoðanarstandardir, sum eru nýttir í sambandi við grannskoðanina. Um grannskoðanin fevnir um annað enn roknskapin, skal hetta upplýsast fyri seg. Stk. 3. Er átekningin uttan fyrivarni, skal grannskoðarin týðiliga tilskila: »Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til fyrivarni.«. Stk. 4. Í niðurstøðuni skal verða upplýst, um roknskapurin er gjørdur í samsvari við lóggávu og møgulig onnur krøv til framløgu av roknskapi. Undir hesum skal verða upplýst um roknskapurin, um hetta er ásett í lóggávuni ella í øðrum ásetingum, gevur eina rættvísandi mynd av ogn og skuld hjá virkinum, fíggjastøðu umframt úrslitið í samsvari við nýtta roknskaparliga hugtakskarmin ella lýkur onnur samsvarandi almenn dygdarkrøv. Stk. 5. Niðurstøðan skal antin vera uttan fyrivarni, við fyrivarni ella við avsannan, sbr. stk. 6. Um grannskoðarin ikki kann gera eina niðurstøðu um grannskoðanina, skal hetta verða upplýst í einum parti fyri seg aftaná partin um “Fyrivarni”. Stk. 6. Ein niðurstøða við avsannan hevur upplýsingar um, at roknskapurin ikki lýkur kravið um, at geva eina rættvísandi mynd av ogn og skuld hjá virkinum, fíggjarstøðu umframt úrslitið í samsvari við nýtta roknskaparliga hugtakskarmin ella ikki lýkur onnur samsvarandi, almenn dygdarkrøv. Stk. 7. Ummæli av leiðslufrágreiðingini skal, um samsvar ikki er við ársroknskapin ella ein møguligan samtaksroknskap, og hetta er íkomið av ikki ótýðandi feili í leiðslufrágreiðingini, hava upplýsingar um, hvar møgulig ósamsvar eru. Um grannskoðari harumframt verður varugur við týðandi feilir og manglar í leiðslufrágreiðingini, skal ummælið eisini fevna um eina frásøgn um hesi viðurskifti. Stk. 8. Upplýsingar sambært stk. 1, nr. 7, skulu standa í einum serligum parti við yvirskriftini “Ummæli av leiðslufrágreiðingini”. Stk. 9. Tann ella teir grannskoðarar, sum eru valdir at grannskoða, skulu dagfesta og undirskriva grannskoðanarátekningina. Er talan um eitt grannskoðanarvirki, skulu teir grannskoðarar undirskriva átekningina, sum hava fingið grannskoðanina latna upp í hendur. Navnið á grannskoðanarvirkinum og grannskoðaranum og harafturat tilskilan, um viðkomandi er løggildur ella skrásettur grannskoðari, skal standa týðiliga í átekningini, sbr. tó stk. 10. Stk. 10. Ein grannskoðari, sum er góðkendur eftir § 10, stk. 1 í grannskoðaralógini, skal skriva fakliga heiti, sum viðkomandi hevur rætt til sambært góðkenning eftir reglum, ið fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan av ársroknskapum og konsolideraðum roknskapum.
Grannskoðari skal taka fyrivarni í grannskoðanarátekningini, um: 1) grannskoðarin við støði í tí gjørda grannskoðanarpróvnum ger ta niðurstøðu, at roknskapurin hevur týðandi feilir ella manglar, ella 2) grannskoðarin ikki er førur fyri at fáa eitt nóg gott ella skikkað grannskoðanarprógv til at kunna gera ta niðurstøðu, at roknaskapurin er uttan týðandi feilir. Stk. 2. Fyrivarni skulu altíð verða tikin eftir stk. 1, tá ið: 1) roknskapurin ikki lýkur kravið um, at vísa eina rættvísandi mynd av ogn og skuld hjá virkinum, fíggjarstøðu umframt úrslitið hjá virkinum samsvarandi nýtta roknskaparliga hugtakskarmin, ella roknskapurin ikki lýkur onnur samsvarandi almenn dygdarkrøv, 2) roknskapurin ikki hevur kravdar upplýsingar, ella ikki lýkur treytirnar fyri, at lata vera við at taka kravdar upplýsingar við, uttan so at tær vantandi upplýsingarnar eru ótýðandi, 3) óvissa viðvíkjandi roknskaparuppgerðini ella óvanligar umstøður, ið hava havt ávirkan á roknskapin, ikki eru nóg væl upplýstar, 4) roknskapurin er gjørdur undir tí fyritreyt, at virksemið heldur fram, men grannskoðarin metir, at fyritreytirnar ikki eru til staðar, 5) umstøður av týdningi fyri roknskapin ikki eru nóg væl upplýstar fyri grannskoðaranum, 6) grannskoðarin ikki kann gera eina niðurstøðu um partar av roknskapinum ella roknskapinum í síni heild, ella 7) roknskapurin í aðramáta ikki er gjørdur í samsvari við krøv í lóggávu ella í øðrum ásetingum um roknskaparframløguna. Stk. 3. Tekur grannskoðari fyrivarni, skal hetta greitt tilskilast í grannskoðanarátekningini. Fyrivarni skal standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Fyrivarni”. Stk. 4. Grannskoðari skal í grannskoðanarátekningini týðiliga grundgeva fyri sínum fyrivarnum. Stk. 5. Grannskoðari skal upplýsa, um eitt fyrivarni hevur so avgerandi týdning, at aðalfundurin ikki eigur at góðkenna roknskapin.
Grannskoðari skal veita ískoytisupplýsingar í grannskoðanarátekningini um møgulig viðurskifti í roknskapinum, sum grannskoðarin vísir á uttan at taka fyrivarni. Stk. 2. Grannskoðari skal altíð veita ískoytisupplýsingar, um lóggávan um bókhald og um at varðveita roknskapartilfar ikki er hildin, og brotið ikki er ótýðandi. Ískoytisupplýsingar skulu harumframt veitast fyri seg um viðurskifti, sum grannskoðari hevur fingið kunnleika til í samband við sítt arbeiði, og sum geva ein grundaðan varhuga av, at limir í leiðsluni kunnu koma undir endurgjalds- ella revsiábyrgd fyri gerðir ella óvirkni, ið viðkoma virkinum, tilknýttum virkjum, virkisluttakarum, ognarum ella starvsfólkum. Upplýsast skal altíð um brot á: 1) Kapittul 28 í revsilógini og á skatta-, avgjalds- og studningslóggávuna, 2) vinnufelagsrættarligu lóggávuna ella samsvarandi lóggávu, ið er galdandi fyri virkið, 3) lóggávuna um roknskaparframløgu, undir hesum um bókhald og um at varðveita roknskapartilfar. Stk. 3. Ískoytisupplýsingar mugu ikki setast ístaðin fyri eitt fyrivarni. Stk. 4 Upplýsingar sbr. stk. 1 skulu standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Ískoytisupplýsingar um viðurskifti í roknskapinum”, meðan upplýsingar sbr. stk. 2 skulu standa í einum parti fyri seg undir heitinum “ “Ískoytisupplýsingar um onnur viðurskifti”.
Verður í grannskoðanarátekningini víst til roknskapin, skal verða víst til ítøkiligar upphæddir ella viðmerkingar í roknskapinum ella ítøkiligar partar í einari møguligari leiðslufrágreiðing. Váttanir um gjøgnumgongd(review) av roknskapum
Ein váttan um gjøgnumgongd (review) av einum roknskapi skal í minsta lagi hava hesar upplýsingar í hesari raðfylgju: 1) Eina eyðmerking av roknskapinum, sum er gjøgnumginin, 2) eina umrøðu av ábyrgd grannskoðarans, sbr. stk. 2, 3) eina umrøðu av innihaldinum í tí gjørdu gjøgnumgongdini (review), undir hesum at grannskoðan ikki er gjørd, 4) fyrivarni, sbr. § 10, 5) eina niðurstøðu, sbr. stk. 3 og 4 og 6) ískoytisupplýsingar, sbr. § 11. Stk. 2. Í umrøðuni av ábyrgd grannskoðarans skal verða upplýst um teir standardar, ið grannskoðarin hevur nýtt í sambandi við gjøgnumgongdina (review). Stk. 3. Í niðurstøðu grannskoðarans skal standa, um grannskoðarin við síni gjøgnumgongd (review) er blivin varugur við viðurskifti, ið geva høvi til at gera ta niðurstøðu, at roknskapurin ikki gevur eina rættvísandi mynd av ogn og skuld hjá virkinum, fíggjarstøðu umframt úrslit í samsvari við roknskaparliga hugtakskarmin, sum er nýttur, ella onnur samsvarandi, almenn dygdarkrøv (avmarkað trygd). Stk. 4. Niðurstøðan skal antin vera uttan fyrivarni, við fyrivarni ella avsannan, sbr. § 5, stk. 5. Um grannskoðarin ikki kann gera eina niðurstøðu um roknskapin, skal hetta verða upplýst í einum parti fyri seg aftaná partin um “Fyrivarni”. Stk. 5. Tann ella teir grannskoðarar, sum eru valdir at gera gjøgnumgongdina, skulu dagfesta og undirskriva váttanina. Er talan um eitt grannskoðanarvirki, skulu teir grannskoðarar undirskriva váttanina, sum hava fingið latið upp í hendur at gera gjørnumgongdina. Navnið á grannskoðanarvirkinum og á grannskoðaranum og harafturat tilskilan, um viðkomandi er løggildur ella skrásettur grannskoðari, skal standa týðiliga í átekningini, sbr. tó stk. 6. Stk. 6. Ein grannskoðari, ið er góðkendur eftir § 10, stk. 1 í grannskoðaralógini, skal skriva sítt fakliga heitið, sum hann hevur rætt til sambært góðkenning eftir reglum, ið fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan av ársroknskapum og konsolideraðum roknskapum.
Grannskoðari skal í váttanini taka fyrivarni í teimum førum, nevnd í § 6, stk. 1. Stk. 2. Tekur grannskoðari fyrivarni, skal hetta týðiliga tilskilast í váttanini. Fyrivarnið skal standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Fyrivarni”. Stk. 3. Grannskoðari skal í váttanini týðiliga grundgeva fyri sínum fyrivarnum.
Grannskoðari skal í váttanini veita ískoytisupplýsingar um møgulig viðurskifti, sum grannskoðarin vísir á uttan at taka fyrivarni. Stk. 2. Ískoytisupplýsingar mugu ikki setast í staðin fyri eitt fyrivarni. Upplýsingarnar skulu standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Ískoytisupplýsingar”.
Verður í váttanini víst til roknskapin, skal verða víst til ítøkiligar upphæddir ella viðmerkingar í roknskapinum ella til ítøkiligar partar í einari møguligari leiðslufrágreiðing. Aðrar váttanir við trygd
Gevur grannskoðari aðrar váttanir við trygd, ið ikki eru fevndar av §§ 3-12, verða reglurnar í §§ 14-16 at galda.
Ein váttan við trygd eftir § 13 skal í minsta lagi hava hesar upplýsingar í hesari raðfylgju: 1) Eyðmerking av viðurskiftunum, sum váttanin verður givin um (váttanarevnið) og eina lýsing av váttanaruppgávuni, 2) eina umrøðu av ábyrgd grannskoðarans og tí arbeiði, sum er gjørt, sbr. stk. 2, 3) fyrivarni, sbr. § 15, 4) eina niðurstøðu um arbeiðið, ið er gjørt, sbr. stk. 3-5 og 5) ískoytisupplýsingar, sbr. § 16. Stk. 2. Í umrøðuni av arbeiðinum, sum er gjørt, skal verða upplýst um endamál og slag av váttanaruppgávu, undir hesum um nýttar standardar. Stk. 3. Í sambandi við eina váttanaruppgávu við høgum stigi av trygd, skal tað standa í niðurstøðuni hjá grannskoðaranum, um váttanarevnið gevur eina rættvísandi mynd ella er gjørt í samsvari við tey nýttu atlitini, sum váttanin er mett ella mátað eftir. Í sambandi við eina váttanaruppgávu við avmarkaði trygd, skal tað standa í niðurstøðuni hjá grannskoðaranum, um grannskoðarin í sambandi við arbeiðið er blivin varugur við viðurskifti, ið geva orsøk til at gera ta niðurstøðu, at váttanarevnið ikki gevur eina rættvísandi mynd ella ikki er gjørt í samsvari við tey nýttu atlitini, sum mett ella mátað er eftir. Stk. 4. Niðurstøðan skal antin vera uttan fyrivarni, við fyrivarni ella avsannan, sbr. stk. 5. Um grannskoðarin ikki kann gera eina niðurstøðu um váttanarevnið, skal hetta verða upplýst í einum parti fyri seg aftaná partin um “Fyrivarni”. Stk. 5. Ein niðurstøða við avsannan inniheldur upplýsingar um, at váttanarevnið ikki gevur eina rættvísandi mynd ella ikki er gjørt í samsvari við tey nýttu atlitini, sum mett ella mátað er eftir. Stk. 6. Tann ella teir grannskoðarar, sum eru valdir at gera váttanaruppgávuna, skulu dagfesta og undirskriva váttanina. Er talan um eitt grannskoðanarvirki, skulu teir grannskoðarar undirskriva váttanina, sum hava fingið váttanaruppgávuna latna upp í hendur. Navnið á grannskoðanarvirkinum og grannskoðaranum, og harafturat tilskilan um viðkomandi er løggildur ella skrásettur grannskoðari, sbr. tó stk. 7, skal standa týðiliga í váttanini. Stk. 7. Ein grannskoðari, ið er góðkendur eftir § 10, stk. 1 í grannskoðaralógini, skal skriva sítt fakliga heiti, sum hann hevur rætt til sambært góðkenning eftir reglum, ið fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan av ársroknskapum og konsolideraðum roknskapum.
Grannskoðari skal taka fyrivarni í váttanini, um týðandi feilir ella manglar hava verið í teimum upplýsingum, sum eru lagdir til grund í sambandi við arbeiðið, ella grannskoðarin ikki er førur fyri at fáa nóg góða og egnaða skjalprógvan fyri at kunna gera ta niðurstøðu, at váttanarevnið er uttan týðandi feilir. Eisini skal grannskoðari taka fyrivarni, um óvissa ikki er nóg væl upplýst, og henda óvissa ikki er ótýðandi. Stk. 2. Tekur grannskoðari fyrivarni, skal hetta greitt tilskilast í váttanini. Stk. 3. Grannskoðari skal í váttanini týðiliga grundgeva fyri sínum fyrivarnum.
Grannskoðari skal í váttanini veita ískoytisupplýsingar um møgulig viðurskifti, sum grannskoðarin vísir á uttan at taka fyrivarni. Stk. 2. Ískoytisupplýsingar mugu ikki setast í staðin fyri eitt fyrivarni. Kapittul 3 Revsireglur
Kapittul 3 Revsireglur
Brot á § 1, stk. 2, §§ 3-12, §§ 14-16 verður revsað við bót. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kap. 5 í revsilógini. Kapittul 4 Gildiskoma og skiftisreglur
Kapittul 4 Gildiskoma og skiftisreglur
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer úr gildi Kunngerð nr. 116 frá 18. desember 2008 um grannskoðaraváttanir v.m. Stk. 2. Kunngerðin hevur virknað fyri roknskaparár, sum byrja 1. januar 2010 ella seinni. Vinnumálaráðið, 7. juni 2010 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.