Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. juni 1991 Nr. 66
Kunngerð um Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Fráboðan av kravi um
Fráboðan av kravi um 1) løn og aðra samsýning, 2) frítíðarløn og 3) í mesta lagi 50% av avrokning fyri avreiddan fisk treytað av at avreiðingin er gjørd seinastu 14 dagarnar áðrenn freistdagin, verður gjørd á einum oyðiblaði, sum fæst í skiftirættinum, frá løntakarafeløgum og trygdargrunninum.
§ 2 Fráboðanarfreistin til grunnin er 4 vikur. Freistin verður roknað soleiðis
Fráboðanarfreistin til grunnin er 4 vikur. Freistin verður roknað soleiðis: 1) Í fíggjartroti frá tí degi, tá ið áheitanin um fíggjartrot verður staðfest. 2) Tá arbeiðsgevarin doyr og búgvið verður tikið til skiftiviðgerðar eftir kap. III í skiftilógini, tá proklama er kunngjørd. 3) Tá fyritøkan heldur uppat, og tað verður sannað, at arbeiðsgevarin er ikki førur fyri at rinda kravið, frá tí degi, sum grunnurin ásetur. Stk. 2. Fráboðan verður ikki viðgjørd, tá ið hon er latin seinni enn tær í stk. 1 ásettu freistir. Stk. 3. Tá serligar umstøður eru, kann grunnurin víkja frá teimum í stk. 1 nevndu freistum.
§ 3 Við oyðibløðum skal fylgja skjalprógv fyri kravinum, eitt nú vektarseðil fyri avreiddan fisk og í…
Við oyðibløðum skal fylgja skjalprógv fyri kravinum, eitt nú vektarseðil fyri avreiddan fisk og í øðrum førum setanarsáttmáli, uppsagnarbræv, akkorduppgerð o.s.fr.
§ 4 Grunnurin kann sýta fyri at viðgera fráboðanir, um so er, at oyðublaðið ikki er fullfíggjað, ella…
Grunnurin kann sýta fyri at viðgera fráboðanir, um so er, at oyðublaðið ikki er fullfíggjað, ella tá løntakarin sýtir fyri at lata grunninum fleiri upplýsingar ella fleiri skjalprógv.
§ 5 Grunnurin rindar upphæddina, tá kravið er fráboðað og skjalprógvað fyri grunninum. Tá talan er um…
Grunnurin rindar upphæddina, tá kravið er fráboðað og skjalprógvað fyri grunninum. Tá talan er um A-inntøku, verður upphæddin rindað løntakaranum um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Krav fyri avreiddan fisk verður rindað avvarðandi skipa/bátaeigara beinleiðis. Stk. 2. Grunnurin rindar krav um frítíðarløn eftir reglunum í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 12. august 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.