Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
7. juli 2026 Nr. 66
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi í 2026
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2, 4 og 9 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir kongafiski í…
Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir kongafiski í NEAFC-skipanarøkinum í ICES-økjunum I og II í 2026. Allýsingar
§ 2 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sambært Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980. 2) NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av økinum, sum er umfataður av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980, og sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum. Kvota og atgongd at fiska
§ 3 Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska kongafisk í NEAFC-skipanarøkinum í…
Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska kongafisk í NEAFC-skipanarøkinum í ICES-økjunum I og II. Fiskiskapurin skal steðga, tá fráboðanir til NEAFC vísa, at fiskifør hjá sáttmálapørtunum, Noreg og Russland undantikið, samanlagt hava fiskað 4.082 tons í økinum. Stk. 2. Loyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið eigarum av fiskiførum, sum í 2021, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska kongafisk í NEAFC-skipanarøkinum í ICES-økjunum I og II, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til. Kvotan verður latin fiskiførunum sum felagskvota. Tíðaravmarkingar
§ 4 Fiskiskapur eftir kongafiski, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram til 1. desember 2026
Fiskiskapur eftir kongafiski, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram til 1. desember 2026. Fiskiloyvi
§ 5 Fiskiskapur, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og…
Fiskiskapur, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap frá Vørn. Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum. Umrokningarfaktorur
§ 6 Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri…
Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri kongafisk fiskaður sambært hesi kunngerð: 1) Kruvdur, við høvdi: 1,08. 2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,50. 3) Japan-skorin: 2,03. 4) Flak, við skræðu og beinum: 4,77. 5) Flak, uttan skræðu, við beinum: 4,77. 6) Flak, uttan skræðu og bein: 4,77. Reiðskapur og meskastødd
§ 7 Loyvt er ikki at brúka trol við meskastødd minni enn 100 mm
Loyvt er ikki at brúka trol við meskastødd minni enn 100 mm. Sýni
§ 8 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu taka sýni, gera mátingar av fongi o.tíl. eftir…
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu taka sýni, gera mátingar av fongi o.tíl. eftir leiðbeining frá Havstovuni. Leiðbeiningin verður latin fiskifarinum saman við fiskiloyvinum. Eygleiðari
§ 9 Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.…
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Vørn krevur gjald fyri eygleiðara frá fiskifarinum. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Fráboðanir
§ 10 Fiskifar, sum fiskar í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir…
Fiskifar, sum fiskar í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið. 2) Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 føroyska tíð, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum. Revsing o.a.
§ 11 Brot á § 4, § 5, stk. 2, §§ 6, 7 og 10 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir…
Brot á § 4, § 5, stk. 2, §§ 6, 7 og 10 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóggávu. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum eftir § 3, stk. 1, 2. pkt. og § 8, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 9. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
§ 12 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. desember 2026
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. desember 2026. Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 7. juli 2026 Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.) landsstýriskvinna / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Móttøkuhavn PO Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður Landað ella umskipað TR Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað PD Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað PT Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerking RE Viðmerking
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.