Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. juni 2010 Nr. 64

Kunngerð um val av kommunulækna

Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:

§ 1 Persónar, búsitandi í Føroyum, skulu velja kommunulækna í egnum læknadømi. Kommunulæknin skal…

Persónar, búsitandi í Føroyum, skulu velja kommunulækna í egnum læknadømi. Kommunulæknin skal vera fevndur av sáttmála ímillum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya. Stk. 2. Heilsutrygd heitir í brævi á borgarar, sum ikki hava valt kommunulækna, um at velja kommunulækna í egnum læknadømi. Heilsutrygd kunnar í brævinum hvørjar kommunulæknar veljast kann ímillum. Stk. 3. Velur ein persónur ikki kommunulækna innan 30 dagar eftir áheitanina, tillutar Heilsutrygd ein kommunulækna til viðkomandi.

§ 2 Persónar, sum áðrenn 1. januar 2010 vórðu at meta sum B-limir í gomlu sjúkrakassaskipanini, skulu…

Persónar, sum áðrenn 1. januar 2010 vórðu at meta sum B-limir í gomlu sjúkrakassaskipanini, skulu velja kommunulækna í egnum læknadømi áðrenn 1. januar 2011. Stk. 2. Fyrrverandi B-limir hava, fyrstu ferð tey velja, møguleika at velja kommunulækna uttanfyri egið læknadømi, um so er, at tey áður hava verið knýtt at hesum kommunulækna. Stk. 3. Hevur ein persónur ikki valt kommunulækna innan 1. januar 2011, velur Heilsutrygd ein kommunulækna í egnum læknadømi til viðkomandi.

§ 3 Nýval av kommunulækna fer fram við at venda sær til Heilsutrygd við skrivligari umsókn. Hevur…

Nýval av kommunulækna fer fram við at venda sær til Heilsutrygd við skrivligari umsókn. Hevur Heilsutrygd móttikið umsókn innan 15. í mánaðinum, kann nývalið fáa virknað frá 1. í eftirfylgjandi mánað. Stk. 2. Eftir at nýval er farið fram, kann nýtt nýval í fyrsta lagi fara fram eftir 6 mánaðum. Stk. 3. Gera serligar umstøður seg galdandi, kann nýval fara fram og fáa virknað, áðrenn freistina í stk. 1, í samsvari við sáttmála ímillum Heilsutrygd og Kommunulækna- felag Føroya.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 2. juni 2010 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
at velja kommunulækna · innanhýsis
Galdandi · 27. mai 2025

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙