Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. juni 2010 Nr. 63

Kunngerð um gravarhjálp

Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:

§ 1 Persónar, sum hava rætt til veitingar sambært § 1 í lógini, hava rætt til gravarhjálp

Persónar, sum hava rætt til veitingar sambært § 1 í lógini, hava rætt til gravarhjálp.

§ 2 Gravarhjálp er í mesta lagi 5.000 kr

Gravarhjálp er í mesta lagi 5.000 kr. Stk. 2. Gravarhjálp verður veitt soleiðis: 1) 100% av gravarhjálpini verður veitt persóni yvir 15 ár, 2) 85% fyri 9-15 ára gamalt barn, 3) 60% fyri 1-8 ára gamalt barn og 4) 40% fyri barn undir 1 ár.

§ 3 Gravarhjálp verður veitt til útreiðslur í sambandi við kistu og líkverju

Gravarhjálp verður veitt til útreiðslur í sambandi við kistu og líkverju.

§ 4 Umsókn um gravarhjálp skal sendast Heilsutrygd. Kvittan fyri útreiðslur sambært § 3 skal fylgja…

Umsókn um gravarhjálp skal sendast Heilsutrygd. Kvittan fyri útreiðslur sambært § 3 skal fylgja við umsóknini.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2010

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2010. Heilsumálaráðið, 2. juni 2010 Aksel Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙