Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. juni 1999 Nr. 62
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m.
§ 1 Í kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m. sum seinast…
Í kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m. sum seinast broytt við kunngerð nr. 32 frá 16. apríl 1997 verður gjørd henda broyting: Í § 35 verður sett sum stk. 3: “Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, tá heilivágur til dýr verður útflýggjaður frá neyðgoymslu, sum apoteksverkið eigur. Tað av landsapotekaranum góðkenda fyristøðufólkið á neyðgoymsluni kann í hesum førum útflýggja heilivágin eftir boðum frá farmaseuti ella vakthavandi.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 28. juni 1999 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.