Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. juni 1999 Nr. 61
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1 Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru…
Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum við seinni broytingum verður § 3, stk. 1 orðað soleiðis: “Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 145 mm. Tvørmátið á tráðnum í posanum (8 teir aftastu metrarnir av trolinum), eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan (millumstykkið) skal ikki vaksa í ummáti úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvir- og undirpartinum skulu vera eins. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvir- og undirpláturnar eru eins. Ummátið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkantur á millumstykkinum. Tað er ikki loyvt hvørki at vaksa ella minka um víddina á posanum frammanífrá og aftureftir, tó er loyvt at sneiða 3 tær aftastu meskarnar inneftir. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt: 1) at knýta tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar, á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit, 2) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk. Tað er ikki loyvt at brúka gjørðir (rundstroppar), tó er loyvt at hava eina gjørð (lyftistropp) í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Hóast ásetingina um 145 mm verður tað loyvt trolarum at nýta annan mesk í beinleiðis veiðu eftir upsa, blálongu, langasporli, stinglaksi og kongafiski. Í beinleiðis veiðu eftir upsa er loyvt at nýta 135 mm í posanum (8 teir aftastu metrarnir). Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% í hvørjum háli er upsi. Í beinleiðis veiðu eftir blálongu, langasporli og stinglaksi er loyvt at nýta 100 mm í posanum, ið kann verða í mesta lagi 22 metrar til longdar og 135 mm í restini av trolinum á leiðum sunnan fyri 61 o45’N og vestan fyri 09 o 00’V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum staðfestingarnar 60 o 30’N 07 o 00’V og 60 o 00’N og 06 o 00’V. Beinleiðis veiða eftir blálongu, langasporli og stinglaksi merkir, at meira enn 50% av veiðuni er blálonga, langasporl ella stinglaksur. Ikki er loyvt at tóga á dýpi, grynri enn 500 m. Í beinleiðis veiðu eftir kongafiski er loyvt at nýta 135 mm í posanum og í restini av trolinum. Beinleiðis veiða eftir kongafiski merkir, at meira enn 50% av hvørjum háli er kongafiskur. Í beinleiðis veiðu eftir flatfiski á teimum leiðum, sum eru settar út niðan fyri, er fiskiførum við maskinorku uppá 500 HK ella undir og sum hava trolloyvi, loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, ið fara niður um 120 mm og sum hevur innsetta rist við 40 mm millum rimarnar. Hevur trolið ein ovara posa í samband við ristina, skal meskavíddin í hesum minst vera 180 mm og verða gjørdur úr dupultum tráði 6 mm til tjúktar. Leiðirnar eru innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1) Frá 1. juli til 1. september millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48”N 07°26'00”V) og innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: a) 62°30'00”N 07°45'00”V b) 62°30'00”N 07°30'00”V c) 62°26'05”N 07°30'00”V 2) Frá 1. juli til 1. september millum 12 og 16 fjórðingar frá grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30'00”V og norðan fyri breiddarstigið 62°25'00”N. 3) Frá 1. juli til 1. september, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 06°30’00”V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44’00”N-06°30’00”V og 62°37’00”N-06°00’00”V. Beinleiðis veiða eftir flatfiski merkir, at hjáveiða av toski og hýsu ikki fer upp um ávikavist 25% og 10% roknað fyri hvønn túr sær. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd. Skip, sum fiska sambært undantaksregluni um meskavídd á nevndu leiðum, skulu boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá ið tey byrja og enda henda fiskiskap. Á túrinum er ikki loyvt at skifta millum vanligt trol og trol við meskavídd sambært undantaksregluni. ”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálastýrið, 24. juni 1999 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.