Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. apríl 2025 Nr. 61

Kunngerð um atgongd til akfarsbókina og um tinglýsingarháttin

Kapittul 1 Tinglýsingarskipanin

Kapittul 2 Fráboðan av skjølum til tinglýsingar

Kapittul 3 Fulltrú

Kapittul 4 Góðkendir fráboðarar

Kapittul 5 Fráboðan av pappírsskjølum

Kapittul 6 Tinglýsingarhátturin o.a.

Kapittul 7 Atgongd til upplýsingar í tinglýsingarskipanini

Kapittul 8 Kæra

Við heimild í § 24 a, stk. 4, sum ásett í § 1, nr. 13, § 42 e, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 35, § 49 b, stk. 5, § 49 c, stk. 5, § 49 d, stk. 4, 2. pkt. og stk. 5, sum ásett í § 1, nr. 37 og § 50 f, stk. 2 , sum ásett í § 1, nr. 46 í løgtingslóg nr. 128 frá 13. desember 2024 um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald og § 50, stk. 2, í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verður ásett:

Kapittul 1

Tinglýsingarskipanin

Kapittul 1 Tinglýsingarskipanin

Tinglýsingarskipanin er samansett av tingbókini, akfarsbókini og persónbókini, sum verður útint av Umhvørvisstovuni. Stk. 2. Hvør bók er samansett av einari skráseting av galdandi skjølum og einari søguligari skráseting av strikaðum og avlýstum skjølum. Stk. 3. Reglurnar í hesari kunngerð eru galdandi fyri akfarsbókina.

Skjøl viðvíkjandi fastogn verða tinglýst í tingbókini, skjøl viðvíkjandi bilum o.ø. í akfarsbókini og skjøl, sum viðvíkja persónsræði á leysafæi ella á ognarvirðum hansara yvirhøvur og sum eru fevnd av kapitli 7 í løgtingslóg um tinglýsing, í persónbókini. Kapittul 2 Fráboðan av skjølum til tinglýsingar

Kapittul 2 Fráboðan av skjølum til tinglýsingar

Tann, sum sambært upplýsingunum í tinglýsingarskipanini hevur rætt at ráða yvir ávísum rættindum, kann til eina og hvørja tíð fráboða skjøl viðvíkjandi viðkomandi rættindum til tinglýsingar.

Skjøl skulu fyri at kunna tinglýsast fráboðast talgilt til Umhvørvisstovuna, sbr. tó stk. 3. Talgild fráboðan til tinglýsingar verður framd við nýtslu av internetportalinum hjá Umhvørvisstovuni ella við nýtslu av einari íbinding, góðkend av Umhvørvisstovuni. Stk. 2. Talgild skjøl skulu, fyri at kunna tinglýsast, hava talgildu undirskriftina hjá tí, ið hevur rætt at ráða sambært tingbókini, sbr. tó kapittul 3 og 4. Stk. 3. Er tingbókarrættindahavarin ein likamligur persónur, sum ikki kann fáa eitt p-tal, ella ein løgfrøðiligur persónur, sum ikki kann fáa eitt v-tal, og tí ikki kann fáa eina talgilda undirskrift, kann viðkomandi fráboða rættindi til tinglýsingar við grundarlagi á pappírsskjølum eftir reglunum í kapitli 5. Kapittul 3 Fulltrú

Kapittul 3 Fulltrú

Tann, sum sambært kapitli 7 a í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald og ásetingunum í hesum kapitli hevur fingið fulltrú at ráða í tinglýsingarligum høpi vegna ein annan, kann við nýtslu av egnari talgildari undirskrift vegna fulltrúarveitara ráða yvir teimum av fulltrúini fevndu rættindum. Stk. 2. Tað skal av skjalinum, sum verður fráboðað til tinglýsingar, síggjast, at rátt verður sambært fulltrú, sbr. § 24 b, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 13 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Stk. 3. Verður tað upplýst, í sambandi við at eitt talgilt skjal verður fráboðað til tinglýsingar, at fráboðanin er sambært fulltrú, og er fulltrúin ikki skrásett hjá Umhvørvisstovuni, verður skjalið tinglýst við eini freist ásett av Umhvørvisstovuni at senda fulltrúina til Umhvørvisstovuna, sbr. § 49 b, stk. 4 sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Umhvørvisstovan kann eftir áheitan leingja freistina. Er ein fulltrú, ið lýkur treytirnar í kapitli 7 a sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald og hesari kunngerð, ikki komin fram til Umhvørvisstovuna, áðrenn freistin er farin, verður skjalið strikað. Stk. 4. Verður fulltrúin send Umhvørvisstovuni, eftir at tinglýsing er framd við freist, sbr. stk. 3, skal fulltrúin hava eina eintýðuga eyðkennan av tinglýsta skjalinum. Stk. 5. Tinglýsing av átekning á eitt tinglýst skjal, undir hesum avlýsing av viðkomandi skjali, kann einans fremjast sambært fulltrú, tá ið fulltrúin er skrásett hjá Umhvørvisstovuni áðrenn fráboðan til tinglýsingar av átekningini, sbr. § 49 b, stk. 4, 3. pkt., sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald.

Fulltrú á pappíri at ráða í tinglýsingarligum høpi verður send Umhvørvisstovuni. Pappírsfulltrúin skal dagfestast og undirskrivast av fulltrúarveitara. Er fulltrúarveitari eitt vinnufelag, skal skjalprógv fyri tekningarrætti hjá fulltrúarveitara viðleggjast fulltrúini. Viðvíkur fulltrúin útflýggjan og fráboðan av veðbrøvum, skal tað váttast av einum advokati ella tveimum øðrum sannvitnum, at undirskriftin er sonn, dagsetingin bein og at fulltrúarveitari er myndugur. P-tølini hjá vitnunum skulu upplýsast, sbr. § 49 b, stk. 2, 4.-6. pkt., sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Er fulltrúin útgivin av almennum stovni, er váttan av sannvitnum ikki neyðug sbr. § 49 b, stk. 2, 7. pkt., sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Stk. 2. Í fulltrúini skal vera upplýst, til hvønn Umhvørvisstovan kann senda eitt og hvørt boð viðvíkjandi viðgerðini og nýtsluni av fulltrúini. Tann, sum Umhvørvisstovan sambært fulltrúini kann senda boð viðvíkjandi fulltrúini til, fær boð um skráseting av fulltrúini.

Skal tinglýsing kunna fremjast grundað á fulltrúina, skal fulltrúin við atliti at gerðum yvir rættindum í akfarsbókini stovnast við oyðublaði útgivið av Umhvørvisstovuni. Oyðublaðið skal útfyllast við tólbúnaði t.e. maskinelt í formati A4. Oyðubløðini kunnu útfyllast og undirskrivast umvegis talgildu innlatingarskipanina hjá Umhvørvisstovuni. Ein fulltrú á pappíri skal dagfestast og undirskrivast av fulltrúarveitara. Er fulltúarveitari eitt vinnufelag, skal skjalprógv fyri tekningarrætti hjá fulltrúarveitara leggjast við. Hóast innihaldið í fulltrúini, skulu ein advokatur ella tvey onnur sannvitni vátta, at undirskriftin er sonn, dagsetingin bein, og at útgevarin er myndigur. Viðvíkur fulltrúin útflýggjan og fráboðan av veðbrøvum, skulu p-tølini hjá vitnunum upplýsast. Ásetingin í § 6, stk. 1, 4. pkt., er samsvarandi galdandi. Stk. 2. Ein fulltrú sambært stk. 1 tilskilar tær í oyðublaðnum nevndu upplýsingar um fulltrúarveitara og fulltrúarhavara, undir hesum p-tal og v-tal hjá viðkomandi. Kann fulltrúarveitari ikki fáa eitt p-tal ella v-tal, verður tað frámerkt í oyðublaðnum, at fulltrúarveitari ikki er skrásettur í Føroyum. § 6, stk. 4, er samsvarandi galdandi. Stk. 3. Fulltrúin skal týðiliga nevna, hvørjari ogn o.a. fulltrúin viðvíkur. Stk. 4. Fulltrúin kann einans veitast við atliti til at fremja eina ella fleiri av teimum í fulltrúini nevndu gerðum. Fulltrúin skal, uttan mun til um hon verður innlatin talgilt ella á pappíri, týðiliga nevna hvørja av teimum í fylgiskjalinum nevndu gerðunum, fulltrúarhavari skal kunna gera vegna fulltrúarveitaran. Fulltrúin kann við atliti at gerðum yvir rættindum, sum beinleiðis kunnu virðisásetast, avmarkast peningaliga á teir hættir, nevndir í fulltrúini.

Ein fulltrú fevnd av § 7 fellur burtur, tá eitt ár er farið frá útflýggjan, um styttri gildistíð ikki er ásett við útflýggjanini og fulltrúin ikki frammanundan er afturkallað av fulltrúarveitara ella strikað eftir áheitan frá fulltrúarhavara.

Ein fulltrú at ráða í tinglýsingarligum høpi kann til eina og hvørja tíð afturkallast av fulltrúarveitara við skrivligari fráboðan um hetta til Umhvørvisstovuna. Afturkallingin skal hava eina týðuliga eyðkennan av tí fulltrú, sum verður afturkallað. Afturkallingin kann verða latin Umhvørvisstovuni talgilt ella á pappíri. Afturkallingin, ið verður innlatin á pappíri, skal gerast við oyðublaði, sum er tøkt á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni. Talgildar afturkallingar kunnu eftir nærri leiðbeining frá Umhvørvisstovuni gerast umvegis talgildu innlatingarskipanina hjá Umhvørvisstovuni. Stk. 2. Fulltrúarhavari kann til eina og hvørja tíð heita á Umhvørvisstovuna um at strika eina fulltrú fevnd av § 7, sum er givin til fulltrúarhavaran sjálvan.

Umhvørvisstovan ansar við móttøku av einari fulltrú eftir, at hon hevur tær upplýsingar, sum hon sambært §§ 6 og 7 skal innihalda, og at tað við pappírsfulltrúum er frumritið, sum er sent Umhvørvisstovuni. Stk. 2. Eru treytirnar í innlatnu fulltrúini ikki loknar sambært hesi kunngerð, gevur Umhvørvisstovan fráboðan um hetta til tann, sum sambært fulltrúini hevur rætt til at fáa boð viðvíkjandi fulltrúini og annars til fulltrúarveitara, um upplýsing um annan móttakara vantar.

Umhvørvisstovan ger skrá yvir galdandi og uppathildnar fulltrúir. Kapittul 4 Góðkendir fráboðarar

Kapittul 4 Góðkendir fráboðarar

Ein góðkendur fráboðari kann, við at nýta egnu talgildu undirskrift, uttan at skjalprógva undirliggjandi fulltrúarheimild fyri Umhvørvisstovuna, ráða vegna tann, sum sambært akfarsbókini hevur rættindi at ráða yvir teimum rættindum, ið eru nevnd í stk. 2 og 3, umframt at veita samtykki, sum nevnt í stk. 4. Stk. 2. Vegna skuldara sambært einum veðbrævi ella einari avtalu um keyp av bili við ognarfyrivarni, kann ein góðkendur fráboðari útflýggja og fráboða veðbrævið ella ognarfyrivarnið til tinglýsingar. Fráboðarin kann harumframt vegna skuldaran fráboða átekningar um broyting av treytum o.ø. viðvíkjandi viðkomandi rættindum. Viðvíkjandi ognarveðbrøvum kann fráboðarin harumframt fráboða skjøl, har ognarveðbrævið verður undirveðsett. Um skuldarin sambært ásetingum í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven ikki sjálvstøðugt kann ráða yvir ogn síni, kann fráboðarin harumframt taka undir við teimum í hesum stykki nevndu skjølum vegna ein verja. Stk. 3. Vegna kravognara sambært einum veðbrævi ella vegna tann, sum hevur fingið avhendað ella flutt rættindi sambært einum veðbrævi, kann ein góðkendur fráboðari fráboða skjøl til tinglýsingar viðvíkjandi striking, kvittan, undirveðseting, flutningi, niðurlýsing, víking ella øðrum broytingum í treytunum. Um kravognari sambært reglum í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven ikki sjálvstøðugt kann ráða yvir ogn síni, kann fráboðari harumframt taka undir við teimum í hesum stykki nevndu skjølum vegna ein verja. Stk. 4. Í sambandi við gerðir, sum nevndar eru í stk. 2 og 3, ábyrgdast fráboðarin fyri, at neyðug heimild at ráða er givin. Fráboðarin ábyrgdast somuleiðis fyri, at tann, sum hevur givið heimildina, er tann sami, sum sambært tinglýsingarskipanini hevur rætt at ráða yvir viðkomandi rættindum ella at veita viðkomandi samtykki. Stk. 5. Av fráboðanini til tinglýsingar skal framganga, at fráboðarin hevur kannað, at skjalið stavar frá tí, sum sambært akfarsbókini hevur rætt at ráða yvir viðkomandi rættindum, ella er útskrivað við samtykki frá rættindahavara og at viðkomandi hevur bundið seg sum ásett í skjalinum, sbr. § 49 c, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald.

Góðkenning sum fráboðari verður givin eftir umsókn frá Umhvørvisstovuni til tey í § 49 d, stk. 2, 6 og 7, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald nevndu virki og persónar, tá hesi lúka treytirnar í §§ 15-22 í hesari kunngerð og sambært § 5 sum ásett í § 3, nr. 1 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald og § 5, sum ásett í § 4, nr. 1 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald kunnu rinda tinglýsingargjald upp á rokning. Stk. 2. Er umsøkjarin ein fyritøka, hvørs vegna fleiri starvsfólk skulu kunna ráða og fráboða sambært § 12, skal umsøkjarin tilskila eitt ella fleiri starvsfólk í fyritøkuni, sum skulu virka sum umsitari fyri virksemi umsøkjarans sum fráboðari. Umhvørvisstovan veitir umsitaranum atgongd at skráseta starvsfólk í fyritøkuni, sum skulu kunna fráboða vegna fyritøkuna. Umsitarin kann ikki sjálvur fráboða til tinglýsingar. Stk. 3. Tá starvsfólk verða skrásett sambært stk. 2, skal umsitarin tilskila navn og kontaktupplýsingar hjá viðkomandi starvsfólkum. Stk. 4. Um serligar orsakir eru, ið gera tað óskynsamt at útnevna ein umsitara sambært stk. 2 hjá eini ávísari fyritøku, hvørs vegna fleiri starvsfólk skulu kunna fráboða sambært § 12, kann Umhvørvisstovan áseta, at Umhvørvisstovan umsitur skrásetingina av teimum starvsfólkunum í fyritøkuni, sum skulu kunna fráboða skjøl til tinglýsingar vegna fyritøkuna.

Umsókn um góðkenning sum fráboðari skal latast Umhvørvisstovuni. Umsóknin skal latast inn við umsóknarskjali, sum Umhvørvisstovan veitir. Stk. 2. Umsóknin skal innihalda upplýsingar um: 1) Navn, bústað og p-tal ella v-tal hjá umsøkjaranum, 2) útbúgvingarligar førleikar ella vinnulívsroyndir, sum nevnt í § 15, 3) eina elektroniska teldupostadressu, har Umhvørvisstovan við bindandi virknaði kann senda fráboðanir til viðkomandi, og 4) at krøvini til trygdarveiting eru lokin, sbr. §§ 16-20. Stk. 3. Er umsøkjarin ein fyritøka, hvørs vegna fleiri starvsfólk skulu kunna fráboða skjøl til tinglýsingar sambært § 12, skal umsóknin, umframt upplýsingarnar í stk. 2, annaðhvørt upplýsa navn og kontaktupplýsingar hjá tí ella teimum starvsfólkum, sum skulu virka sum umsitari sambært § 13, stk. 2, ella upplýsa, at umsøkjarin ynskir, at Umhvørvisstovan umsitur skrásetingina sambært § 13, stk. 4, við grundgeving fyri hesum. Stk. 4. Er umsøkjarin fevndur av § 49 d, stk. 2 sum ásett í § 1, nr. 37, í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, skal prógv fylgja við umsóknini um, at umsøkjarin hevur loyvi o.a. sambært viðkomandi lóggávu til at útinna viðkomandi vinnu. Aðrir umsøkjarar skulu við umsóknini lata inn eina váttan um tey viðurskifti, sum eru nevnd í § 49 d, stk. 6 og 7 sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald.

Fyri at fáa góðkenning skal umsøkjarin gera tað trúligt, at hann við støði í útbúgvingarligum førleikum ella vinnulívsroyndum hevur slíkan kunnleika til tinglýsingarskipanina og tey skjøl, sum eru viðkomandi fyri at tinglýsa, at væntast kann, at umsøkjarin megnar at útinna virksemið sum fráboðari á tryggan og fullgóðan hátt. Er fráboðari ein fyritøka, er kravið í 1. pkt. eisini galdandi fyri umsitaran og tey starvsfólk hjá fráboðaranum, sum skulu kunna fráboða skjøl til tinglýsingar.

Góðkenning sum fráboðari kann bert verða veitt, um triðimaður veitir fullgóða trygd í samsvari við § 49 d, stk. 4, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald og ásetingarnar í hesi kunngerð. Stk. 2. Trygdin skal fevna um øll peningalig krøv, sum sambært § 49 c, stk. 3 og 4, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald kunnu standast av virkseminum sum fráboðari. Trygdin skal tó ikki fevna um krøv, ið standast av manglandi fráboðan. Stk. 3. Trygdin skal dekka krøv, ið fráboðarin kann ábyrgdast fyri grundað á atferð, sum er framd frá tí at trygdin fær gildi og til trygdin heldur uppat, sbr. § 22, stk. 2. Trygdin skal harumframt í 10 ár, frá tí at trygdin heldur uppat, dekka krøv, sum fráboðarin kann ábyrgdast fyri, grundað á atferð, ið er framd, meðan trygdin var í gildi, sbr. tó § 19, stk. 7. Stk. 4. Trygdin skal vera skipað soleiðis, at tann, sum veitir trygdina, innan fyri trygdarupphæddina, kann ábyrgdast beinleiðis fyri tí, sum hevur verið fyri peningaligum tapi, og viðvíkjandi aftursóknarkrøvum sambært § 49 c, stk. 4, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, beinleiðis fyri landskassanum. Trygdin kann ikki halda uppat fyrr enn, hetta er skrásett hjá Umhvørvisstovuni, sbr. § 22, stk. 2. Stk. 5. Trygdin skal verða veitt við teirri treyt, at um dekningsupphæddin er uppi í sambandi við hendingar, sum eru hendar eitt ávíst ár, skal dekningsupphæddin sjálvvirkin endurnýggjast minst tvær ferðir. Verður so stórur partur av trygdarveitingini útgoldin, at trygdin fyri eitt ávíst ár ikki lýkur stigið, sum er ásett í § 19, og trygdin ikki sjálvvirkandi verður endurnýggjað, tá upphæddin er uppi, skal veitarin av trygdini skjótast gjørligt kunna Umhvørvisstovuna um hetta og um dekningsupphæddina, sum er eftir.

Trygdin kann setast sum trygdarveðhald ella sum ábyrgdartrygging. Trygdin skal veitast fyri hvønn einstakan fráboðara sær, sbr. tó stk. 4. Stk. 2. Veitarin av trygdini kann vera eitt tryggingarfelag, sum sambært loyvi frá Tryggingareftirlitinum kann reka tryggingarvirksemi í tryggingarbólki 14 og 15, ella ein peningastovnur, sum sambært loyvi frá Finanstilsynet kann reka virksemi sum peningastovnur. Stk. 3. Veitarin av trygdini kann eisini vera eitt útlendskt tryggingarfelag ella ein útlendskur lánistovnur, sum hevur loyvi at reka tað í stk. 2 nevnda virksemi í einum øðrum landi innan Evropeiska Samveldið ella í einum landi, sum Samveldið hevur gjørt eina avtalu við á fíggjarliga økinum, og sum sambært ásetingunum í §§ 30 og 31 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed kann reka virksemi her í landinum. Stk. 4. Fráboðarar, fevndir av § 49 d, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, kunnu velja at stovna felags trygdarveðhald ella ábyrgdartrygging, sum fevna um fleiri fráboðarar, ið reka viðkomandi virksemi. Stk. 5. Verður felags trygdarveðhald veitt sambært stk. 4, kann veitarin av trygdini eisini vera sjálvstøðugur grunnur ella felag, um trygdarveðhaldið frá grunninum ella felagnum veitir eina trygd, sum má metast at samsvara við trygdarveðhald, útgivið av einum stovni, sum er fevndur av stk. 2 ella 3.

Fyritøkur fevndar av § 49 d, stk. 2, nr. 1, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, sum sambært § 7 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed hava loyvi at reka virksemi sum peningastovnur, kunnu uttan serligar trygdarveitingar fáa góðkenning at fráboða gerðir av tí slagi, sum eru nevndar í § 12, stk. 2 og 3, viðvíkjandi veðbrøvum o.ø. við einum tinglýstum høvuðsstóli ikki omanfyri 50 mió. kr. Stk. 2. Fyri útlendskar fyritøkur, sum hava loyvi at reka tað virksemi, ið er nevnt í § 7 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, í einum øðrum landi innan Evropeiska Samveldið ella í einum landi, sum Samveldið hevur gjørt eina avtalu við á fíggjarliga økinum og sum sambært ásetingunum í §§ 30 og 31 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed kunnu reka virksemi her í landinum, er stk. 1 eisini galdandi.

Góðkenningin kann játtast til at fráboða gerðir av tí slagi, sum eru nevndar í § 12, stk. 2 og 3 viðvíkjandi veðbrøvum o.ø. við einum høvuðsstóli á ikki omanfyri 50 mió. kr. Fyri slíka góðkenning skal trygdin sambært § 16 dekka tap, ið standast av virkseminum sum fráboðari við minst 30 mió. kr. um árið. Stk. 2. Góðkenningin kann avmarkast til einans at fevna um gerðir av tí slagi, sum eru nevndar í § 12, stk. 2 og 3 viðvíkjandi veðbrøvum o.ø., við einum høvuðsstóli upp á ikki omanfyri 10 mió. kr. Fyri slíka góðkenning skal trygdin sambært § 16 dekka tap, ið standast av virkseminum sum fráboðari við minst 20 mió. kr. um árið. Stk. 3. Góðkenningin kann avmarkast til einans at fevna um gerðir av tí slagi, sum eru nevndar í § 12, stk. 2 og 3, viðvíkjandi veðbrøvum o.ø. við einum høvuðsstóli upp á ikki omanfyri 5 mió. kr. Fyri slíka góðkenning skal trygdin sambært § 16 dekka tap, ið standast av virkseminum sum fráboðari, við minst 10 mió. kr. um árið. Stk. 4. Góðkenningin kann avmarkast til einans at fevna um gerðir av tí slagi, sum eru nevndar í § 12, stk. 2 og 3, viðvíkjandi veðbrøvum o.ø. við einum høvuðsstóli upp á ikki omanfyri 2,5 mió. kr. Fyri slíka góðkenning skal trygdin sambært § 16 dekka tap, ið standast av virkseminum sum fráboðari við minst 5 mió. kr. um árið. Stk. 5. Góðkenningin kann avmarkast til einans at fevna um gerðir av tí slagi, sum eru nevndar í § 12, stk. 2 og 3 viðvíkjandi veðbrøvum o.ø. við einum høvuðsstóli upp á ikki omanfyri 1 mió. kr. Fyri slíka góðkenning skal trygdin sambært § 16 dekka tap, ið standast av virkseminum sum fráboðari við minst 2 mió. kr. um árið. Stk. 6. Um trygdin er veitt sum ein felags trygd ella ábyrgdartryggingarskipan sambært § 17, stk. 4, verða krøvini til støddina á tryggingarupphæddini eftir stk. 1-5 hækkað við 50% fyri 2-5 fráboðarar, við 100% fyri 6-15 fráboðarar og við 200% fyri fleiri enn 15 fráboðarar. Stk. 7. Við uppathaldi skal tryggingarupphæddin samsvara við eitt ára fulnað fyri ta trygging ella trygdarveiting, sum er endað, sbr. stk. 1-6. Henda tryggingarupphædd er galdandi fyri ta tíð, trygdin framvegis skal vera galdandi eftir at trygdin er endað, sbr. § 16, stk. 3, 2. pkt.

Er høvuðsstólurin á einum veðbrævi ásettur í fremmandum gjaldoyra, verður við útrokning av støddini á veðbrævinum eftir § 18 og § 19, stk. 1-5, nýttur ein almennur miðalkursur, sum Nationalbankin hevur ásett innan fyri seinastu 14 dagarnar frammanundan fráboðanini til tinglýsingar. Er ein slíkur almennur miðalkursur ikki ásettur fyri viðkomandi gjaldoyra, verður nýttur ein seljarakursur, sum ein peningastovnur hevur ásett innan fyri seinastu 14 dagarnar frammanundan fráboðanini til tinglýsingar.

Fevnir ein ábyrgdartrygging ella onnur trygd, sum umsøkjarin sambært aðrari lóggávu hevur skyldu at hava í sambandi við vinnu, fevnd av § 49 d, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, um krøv fevnd av § 16, stk. 2, og viðkomandi trygd eisini annars lýkur krøvini í § 16, stk. 3-5, § 17, § 19, stk. 7, og § 22, stk. 1, kann trygdin verða roknað við í trygdina sambært § 19, stk. 1-6.

Veitarin av trygdini skal boða Umhvørvisstovuni frá um settu trygdina í eini fráboðan, sum Umhvørvisstovan ásetur. Fráboðanin, ið verður skrásett hjá Umhvørvisstovuni, skal fevna um upplýsingar um allar viðkomandi treytir fyri trygdina, undir hesum upplýsingar um viðurskifti nevnd í §§ 16, 17 og 19. Stk. 2. Veitarin av trygdini kann heita á Umhvørvisstovuna um at skráseta, at trygdin endar. Slík áheitan skal verða gjørd á ein av Umhvørvisstovuni ásettan hátt. Trygdin endar frá tí dagfesting, veitarin av trygdini hevur ásett, tó í fyrsta lagi tveir dagar eftir, at áheitanin um skráseting av uppathaldi er móttikin av Umhvørvisstovuni.

Góðkenning sum fráboðari fellur burtur, tá ið tvey ár eru gingin frá tí, at góðkenningin varð givin, um hon ikki frammanundan er longd ella er afturkallað. Við endurnýggjan av góðkenningum er § 13, stk. 1, samsvarandi galdandi. Umhvørvisstovan kann áseta, at umsóknin um endurnýggjan skal fevna um upplýsingarnar, nevndar í § 14. Stk. 2. Góðkenningin fellur eisini burtur, um fráboðarin doyr, verður settur undir verjumál sambært § 5 í anordning om ikrafttræden af værgemålsloven ella undir samverjumál sambært § 7 í anordning om ikrafttræden af værgemålsloven, hevur boðað frá gjaldsteðgi ella er farin á húsagang sambært § 49 e, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Stk. 3. Góðkenningin verður afturkallað, um treytirnar fyri trygdini, sum eru ásettar í §§ 16, 17 og 19, ikki longur eru til staðar ella grundarlagið fyri at geva góðkenning sambært § 49 d, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 37 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald, ikki longur er til staðar, sbr. tó stk. 2. Stk. 4. Góðkenningin kann verða afturkallað, um fráboðarin ger seg sekan í grovum ella afturvendandi brotum á treytirnar fyri góðkenningini ella á lógina ella hesa kunngerð, ella um serligar grundir tala fyri, at fráboðarin ikki fer at útinna virksemið sum fráboðari á fullgóðan hátt. Stk. 5. Avgerð um at afturkalla góðkenningina verður tikin av Umhvørvisstovuni. Áðrenn Umhvørvisstovan tekur avgerð um afturkalling, skal fráboðarin fáa høvi at siga sína hugsan um málið. Umhvørvisstovan kann áseta eina freist fyri at lata ummæli. Ásetingin í 2. pkt. er ikki galdandi, um týdningarmikil almenn ella privat áhugamál tala ímóti at útseta avgerðina. Stk. 6. Avgerðin fær virknað frá tí at fráboðan um avgerðina verður send frá Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan kann til eina og hvørja tíð krevja prógv fyri øll viðurskifti, sum sambært ásetingunum í løgtingslógini og hesi kunngerð verða mett at hava týdning fyri spurningin um veiting ella varðveiting av eini góðkenning sum fráboðari. Stk. 2. Broytingar í teimum viðurskiftum, sum ein góðkendur fráboðari sambært hesi kunngerð hevur upplýst annaðhvørt í sambandi við umsókn um góðkenning ella seinni, skulu beinanvegin verða fráboðaðar Umhvørvisstovuni. Kapittul 5 Fráboðan av pappírsskjølum

Kapittul 5 Fráboðan av pappírsskjølum

Pappírsskjøl kunnu einans vera grundarlag fyri tinglýsing, um tann, sum hevur heimild sambært tingbókini, ikki kann fáa p-tal og orsakað av vantandi p-tali ikki kann fáa eina talgilda undirskrift. Stk. 2. Umhvørvisstovan viðmerkir beinanvegin á blaðið hjá viðkomandi ogn í tinglýsingarskipanini, tá eitt pappírsskjal er fráboðað til tinglýsingar. Innsetingin av skjalinum í tinglýsingarskipanina skal vera tann dagin, har Umhvørvisstovan skrásetir at hava móttikið pappírsskjalið. Rættarvirknaðurin roknast frá nevnda tíðspunkti í 1. pkt. Stk. 3. Tinglýst pappírsskjøl verða send frá Umhvørvisstovuni aftur til tann, sum hevur heimild sambært tingbókini.

Pappírsskjøl skulu, fyri at kunna tinglýsast, verða stovnað í formati A4. Stk. 2. Ein óskrivaður partur av eini lutvísari skrivaðari síðu skal merkjast soleiðis, at síðan ikki seinni kann útfyllast. Stk. 3. Eitt skjal við fleiri síðum skal vera heft saman og tær skrivaðu síðurnar skulu vera talmerktar í framhaldi av hvørji aðrari. Stk. 4. Skjalið skal vera útskrivað ella útfylt við tólbúnaði. Stk. 5. Skjalið skal vera dagfest og hava persónligu undirskriftina hjá tí, ið sambært tingbókini hevur heimild at ráða. Advokatur ella tvey onnur sannvitnir skulu vátta, at dagfestingin er bein, undirskriftin sonn og útgevarin myndigur. Viðvíkur skjalið útflýggjan og fráboðan av veðbrøvum, skulu p-tølini hjá vitnunum upplýsast. Við undirskriftir skal fulla navn hjá undirskrivara eisini upplýsast við maskinskrift, stempli ella blokkbókstavum. Stk. 6. Skjalið skal annars hava upplýsingar um viðkomandi rættindi, sum krav verður sett um, at ein samsvarandi elektronisk fráboðan til tinglýsingar inniheldur, tó ikki upplýsingar um p-tal og v-tal hjá tí, ið sambært tingbókini hevur heimild at ráða.

Við fráboðan til tinglýsingar eftir § 25, stk. 1, av átekning á einum longu tinglýstum skjali, eru § 25, stk. 2, og § 26 samsvarandi galdandi. Kapittul 6 Tinglýsingarhátturin o.a.

Kapittul 6 Tinglýsingarhátturin o.a.

Við tinglýsingini verður slagið av rættindum, fráboðanartíðspunktið og fráboðarans navn og bústaður skrásett í akfarsbókina.

Lýkur eitt skjal, ið verður fráboðað til tinglýsingar, ikki treytirnar í hesari kunngerð ella øðrum tinglýsingarforskriftum, verður tað burturvíst. Stk. 2. Skjalið kann tó skrásetast fyribils, soleiðis at freist verður ásett til at rætta brekið í teimum førum, sum eru fevnd av § 15, stk. 3 í løgtingslóg um tinglýsing. Stk. 3. Umhvørvisstovan kann eftir áheitan leingja ásettu freistina í stk. 2. Stk. 4. Skjøl, ið verða tinglýst fyribils sambært stk. 2, verða skrásett við ískoytinum av orðinum “Fyribils” og upplýsing av ásettu freistini. Skjalið fær somuleiðis átekning um, at skjalið verður strikað, tá freistin fer, um ikki brekið er rættað áðrenn ella Umhvørvisstovan ikki áðrenn hevur longt freistina, sí stk. 3.

Er eitt skjal tinglýst við freist at rætta eitt brek og er brekið ikki rættað ella freistin ikki longd áðrenn ásetta dag, verður skjalið strikað úr akfarsbókini.

Upplýsingar í tinglýsingarskipanini, sum verða strikaðar ella avlýstar, verða fluttar til viðkomandi søguligu skrá. Stk. 2. Við tinglýsing av broytingarátekningum verður broytta upplýsingin strikað og flutt til søguligu skránna. Kapittul 7 Atgongd til upplýsingar í tinglýsingarskipanini

Kapittul 7 Atgongd til upplýsingar í tinglýsingarskipanini

Upplýsingar í tinglýsingarskipanini eru alment atkomuligar. Hetta er tó ikki galdandi fyri persóntøl, sí § 50 c, stk. 1 sum ásett í § 1 nr. 41 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Stk. 2. Atgongdin til upplýsingarnar í akfarsbókini kann til eina og hvørja tíð fáast umvegis internetportalin hjá Umhvørvisstovuni ella við nýtslu av skipan-til-skipan-atgongd, góðkend av Umhvørvisstovuni. Stk. 3. Upplýsingarnar í tinglýsingarskipanini eru annars atkomuligar fyri ein og hvønn við persónligari áheitan til Umhvørvisstovuna, sí § 50 c, stk. 2, sum ásett í § 1 nr. 41 í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald.

Umhvørvisstovan kann sambært umsókn góðkenna, at tað í sambandi við ta í § 32, stk. 2, nevndu atgongd verður kravt eitt mánaðarligt gjald. Stk. 2. Góðkenning sum kredittkundi ella stórkundi kann til eina og hvørja tíð afturkallast av Umhvørvisstovuni. Kapittul 8 Kæra

Kapittul 8 Kæra

Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni sambært §§ 13 og 23 kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er fýra vikur, roknað frá tí degi, avgerðin er fráboðað viðkomandi, sbr. § 36 í løgtingslóg um tinglýsing. Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi 20. mai 2025 sí tó stk. 2. Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 13-19, 21, 22, 24 og 34 koma í gildi 29. apríl 2025. Umhvørvismálaráðið, 22. apríl 2025 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙