Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. mai 1992 Nr. 61

Kunngerð um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 17. juni 2010

Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Høvuðsuppgávan hjá loyvisnevndini er at veita og endurnýggja skeinkingarloyvi til rúsdrekka og at…

Høvuðsuppgávan hjá loyvisnevndini er at veita og endurnýggja skeinkingarloyvi til rúsdrekka og at taka aftur loyvi eftir § 14 í lógini.

§ 2 Áðrenn mál verða løgd fyri loyvisnevndina til endaliga støðutakan, skulu tey vera fyrireikað av…

Áðrenn mál verða løgd fyri loyvisnevndina til endaliga støðutakan, skulu tey vera fyrireikað av løgregluni, soleiðis at umsóknartilfarið er greitt hjá loyvisnevndini at taka støðu til.

§ 3 Formaðurin boðar til fundar við hóskandi freist so ofta tørvur er á tí, ella um tveir av limunum…

Formaðurin boðar til fundar við hóskandi freist so ofta tørvur er á tí, ella um tveir av limunum krevja tað, við upplýsing um dagsskrá. Stk. 2. Fundurin er viðtøkuførur, tá meirilutin av nevndarlimunum er á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Standa atkvørðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Stk. 3. Fundarfrágreiðing verður skrivað frá hvørjum fundi. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í fundarfrágreiðingina. Fundarfrágreiðingin verður undirskrivað av teimum limunum, sum vóru á fundi.

§ 4 1) Loyvisnevndin kann útvega sær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. Samsýning til nevndarlimirnar…

1) Loyvisnevndin kann útvega sær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. Samsýning til nevndarlimirnar skal landsstýrið góðkenna.

§ 5 Formaðurin skal ansa eftir, at avgerðir hjá nevndini verða framdar. Avgerðirnar hjá nevndini…

Formaðurin skal ansa eftir, at avgerðir hjá nevndini verða framdar. Avgerðirnar hjá nevndini skulu undirskrivast av formanninum ella øðrum, sum fær heimild til tess.

§ 6 Limirnir í nevndini hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini

Limirnir í nevndini hava tagnarskyldu eftir § 152 í revsilógini.

§ 7 Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992

Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992. 1) Broytt við kunngerð nr. 76 frá 17. funi 2010.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
skeinkiloyvi, hissiniloyvi og virksemi Loyvisnevndarinnar · innanhýsis
Galdandi · 13. januar 2020
Broytingar
broyting í kunngerð um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina · innanhýsis
Áður galdandi · 17. juni 2010

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙