Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. august 1979 Nr. 61
Kunngerð um upptøku og sølu av akførum
Við heimild í § 61 í lógarkunngerð um ferðslu nr. 10 frá 18. mars 1966 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett fylgjandi um upptøku av akførum, sum løgreglan fremur, og um sølu av akførum, sum eru í varðveitslu hjá løgregluni ella bileftirlitinum:
§ 1 Løgregluni er heimilt at fáa beint burtur tey akfør, sum nevnd eru í nr. 1-3, um tey standa á…
Løgregluni er heimilt at fáa beint burtur tey akfør, sum nevnd eru í nr. 1-3, um tey standa á staði, sum ferðslulógin fatar um: 1) akfar, sum maður hevur sett frá sær ímóti galdandi ásetingum um stegð ella parkering, 2) akfar, ið er fyrigingið ella aðramáta brekað, 3) skrásetingarskyldugt akfar, sum stendur uttan nummarplátur. 2. stk. Atgongdin til at beina burtur tey í 1. stk., 1. og 2. pkt. nevndu akfør fatar eisini um akfør, sum ikki hava skrásetingarskyldu, her uppi í súklur og prutl.
§ 2 Gera ferðsluviðurskiftini á staðnum tað neyðugt, at akfarið alt fyri eitt verður beint burtur,…
Gera ferðsluviðurskiftini á staðnum tað neyðugt, at akfarið alt fyri eitt verður beint burtur, fær løgreglan beinanvegin hetta flutt til eitt goymslustað, uttan so at førarin er hjástaddur og sjálvur sær til, at akfarið beinanvegin verður beint burtur. 2. stk. Gera viðurskiftini á staðnum tað ikki neyðugt, at akfarið verður beint av vegnum alt fyri eitt, verður boðað føraranum freist til at beina akfarið burtur. Er akfarið ikki beint burtur, tá ið freistin er liðin, ella er førarin ikki hjástaddur, fær løgreglan flutt akfarið til tann í 1. stk. nevnda goymslustað.
§ 3 Í teim førum, har ið mett verður, at útreiðslurnar, ið standast av sølu av akfari, fara upp um…
Í teim førum, har ið mett verður, at útreiðslurnar, ið standast av sølu av akfari, fara upp um inntøkuna av søluni, er heimilt at lata akfarið høgga upp. Í slíkum førum galda av reglunum niðanfyri bert § 7, 1. stk.
§ 4 Í sambandi við upptøkuna ella skjótast gjørligt aftaná verður roynt at gera avtalu við eigaran um…
Í sambandi við upptøkuna ella skjótast gjørligt aftaná verður roynt at gera avtalu við eigaran um at koma eftir akfarinum, áðrenn liðin er avtalað freist, sum vanliga eigur at setast til 8 dagar í mesta lagi.
§ 5 Verður ikki komið eftir akfarinum sum avtalað, ella hevur ikki borið til at gera avtalu um hetta,…
Verður ikki komið eftir akfarinum sum avtalað, ella hevur ikki borið til at gera avtalu um hetta, verður fráboðan kunngjørd eigaranum, at akfarið, sum er havt í varðveitslu á ábyrgd eigarans, uttan aðra ávaring fer at verða selt á almennum uppboði, ella – um hetta verður hildið at geva størri peningshædd – til upphøggingar, um so er, at ikki er komið eftir tí áðrenn ein freist, sum er sett í fráboðanini, er liðin. 2. stk. Akfør, sum ikki er komið eftir, tá ið freistin er úti, verða seld sum skjótast á almennum uppboði ella møguliga til upphøggingar.
§ 6 Hevur ikki borið til at sanna, hvør eigarin er, verður akfarið selt á uppboði ella møguliga til…
Hevur ikki borið til at sanna, hvør eigarin er, verður akfarið selt á uppboði ella møguliga til upphøggingar.
§ 7 Útreiðslurnar av flutningi og goymslu liggja á føraranum. Er førarin ókendur, ella rindar hann…
Útreiðslurnar av flutningi og goymslu liggja á føraranum. Er førarin ókendur, ella rindar hann ikki, tá ið kravt verður, ber eigarin (brúkarin) eisini ábyrgd fyri gjaldingini, uttan so at sannað verður, at førarin av órættum hevði akfarið. Peningurin kann heintast inn við panting. 2. stk. Er akfarið selt, og er nettovinningurin av søluni størri enn útreiðslurnar av upptøku og goymslu av akfarinum, verður avlopið goldið eigaranum, um hann er kendur. Har ið ikki hevur borið til at gjalda hetta, tí eigarin er ókendur, er eigaranum heimilt at krevja peningin goldnan sær, til 1 ár er liðið frá søludegi.
§ 8 Viðvíkjandi akførum, sum – uttan at vera upptikin eftir ásetingini í § 1 – eru ella koma í…
Viðvíkjandi akførum, sum – uttan at vera upptikin eftir ásetingini í § 1 – eru ella koma í varðveitslu hjá løgreglu ella bileftirliti, verður sum skjótast gjørd avtala við eigaran um, nær komið skal verða eftir akfarinum. Er ikki komið eftir akfarinum sum avtalað, ella hevur ikki borið til at gera avtalu um hetta, verður eigaranum kunngjørd fráboðan í samsvar við § 5, 1. stk. Farið verður fram eftir ásetingunum í § 5, 2. stk., og § 6 á samsvarandi hátt. 2. stk. Útreiðslurnar av at hava akfarið í varðveitslu liggja á eigaranum í tann mun, nettovinningurin av søluni greiðir hesar útreiðslur.
§ 9 Kunngerðin fær gildi beinanvegin
Kunngerðin fær gildi beinanvegin.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.