Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. mai 2015 Nr. 60
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald til gagn- og merggevar
(Heimildir lagdar til Landssjúkrahúsið)
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 23. september 2003 um endurgjald til gagn- og merggevar verða gjørdar…
Í kunngerð nr. 105 frá 23. september 2003 um endurgjald til gagn- og merggevar verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið við seinni broytingum, verður ásett:” 2. Í § 5 verður ”Familju- og heilsumálaráðið” broytt til: ”Landssjúkrahúsið”. 3. Í § 6 verður “Endur-gjaldið” broytt til: “Endurgjaldið”. 4. Í § 7, stk. 1 verður “Familju- og heilsumálaráðið” broytt til: “Landssjúkrahúsið”. 5. Í § 7, stk. 3 verður “Familju- og heilsumálaráðið” broytt til: “Landssjúkrahúsið”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 19. mai 2015 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.