Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. juni 1999 Nr. 60

Kunngerð um forboð fyri innflutningi og sølu av ávísum matvørum úr Belgia

Við heimild í § 12, sbr. § 8 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. verður ásett:

§ 1 Tað er forboðið at innflyta ella á annan hátt selja egg, mjólk, mjólkarúrdáttir, smør, flogfenað,…

Tað er forboðið at innflyta ella á annan hátt selja egg, mjólk, mjólkarúrdáttir, smør, flogfenað, neytakjøt, svínakjøt ella aðrar matvørur, har omanfyri nevndu eru partur av, og sum hava uppruna í ella eru sendar úr Belgia, uttan so, at tað kann skjalprógvast, at matvørurnar ikki innihalda restir av dioxin. Stk. 2. Forboðið er ikki galdandi fyri matvørur sum innihalda egg og vørur av eggum, á hægst 2%, uttan so, at matvørurnar ikki innihalda tilfar nevnt í stk. 1.

§ 2 Um so er, at egg, mjólk, mjólkarúrdráttir, smør, flogfenaður, neytakjøt, svínakjøt ella aðrar…

Um so er, at egg, mjólk, mjólkarúrdráttir, smør, flogfenaður, neytakjøt, svínakjøt ella aðrar matvørur, har omanfyri nevndu eru partar av, er framleiddar efter 14. januar 1999,og sum hava uppruna í ella eru sendar úr Belgia, eru á føroyska marknaðinum í dag, skulu hesar matvørur fyribeinast, uttan so, at tað kann skjalprógvast, at matvørurnar ikki innihalda restir av dioxin.

§ 3 Skjalprógv fyri § 1 og § 2 skal vera í samsvar við avgerðina hjá ES-nevndini nr. 1999/363/EF ella…

Skjalprógv fyri § 1 og § 2 skal vera í samsvar við avgerðina hjá ES-nevndini nr. 1999/363/EF ella avgerð hjá ES-nevndini nr. 1999/368/EF ella vera ein svarseðil frá eini góðkendari kanningarstovu, sum prógvar, at matvørurnar ikki innihalda dioxinrestir. Stk. 2. Skjalprógv skal goymast í 2 ár. Stk. 3. Útreiðslurnar til skjalprógv í hesum sambandi eru óviðkomandi fyri almennar myndugleikar.

§ 4 Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 1 ár

Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 1 ár.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 11. juni 1999 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arni Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙