Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. mai 2016 Nr. 60
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
(Avmarkað upptøka og umsóknarfreist)
§ 1 Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, sum broytt…
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014 og kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 15, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Umsøkjarar verða tiknir upp í tann mun, pláss er.” 2. Í § 15 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur umsóknarfreistina, tó ikki seinni enn 20. juni. Umsøkjarar, sum skriva seg inn, eftir at umsóknarfreistin er úti, og sum annars lúka upptøkutreytirnar, verða bert tiknir upp í tann mun, pláss er.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 11. mai 2016 Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.