Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. januar 2020 Nr. 6

Kunngerð um broyting í kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

(Løggilding av serkønum veitarum at gera eftirlit við øðrum gassskipanum afturat smærri gassskipanum í húsvognum o.ø., umframt løggilding innan eftirlit við gassinnleggingum)

§ 1 Í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og…

Í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum broytt við kunngerð nr. 87 frá 20. juni 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Skjal 1 í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður broytt sum ásett í skjali 1. 2. Skjal 10 í kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður orðað sum ásett í skjali 2.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. januar 2020 Helgi Abrahamsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 Í skjali 1, Yvirlit yvir skjøl, Skjal 10 verður “smærri gassskipanum til húsvognar o.a.” broytt til: “gassskipanum og gassinnleggingum.” Skjal 2 “Skjal 10 Løggildingarøki nr. 9: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit við gassskipanum og gassinnleggingum Eftirlitini skulu í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Løggildingar Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit við gassskipanum og gassinnleggingum kann fevna um allar niðanfyristandandi gassskipanir og gassinnleggingar ella kann avmarkast til ávísar av hesum. 1) Flokkur 1: Smærri gassskipanir til húsvognar o.a. 2) Flokkur 2: Gassskipanir uttan útlufting til húsarhaldsnýtslu 3) Flokkur 3: Stórkøkar (matstovur o.a.) 4) Flokkur 4: Gassmotorar, gassturbinur og líknandi útbúnaður 5) Flokkur 5: Fyribils gassinnleggingar 6) Flokkur 6: Gassinnleggingar til nýtslu í kanningarstovum og undirvísingarhølum 7) Flokkur 7: Skúrvognar, matveitingarvognar o.tíl., ið ikki verður nýtt sum bústaður Løggildingartreytir 1) Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við eftirliti við gassskipanum og gassinnleggingum. 2) Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á gassskipanum og gassinnleggingum. 3) Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta manglar við viðkomandi skipan. Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙