Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. januar 1988 Nr. 6

Kunngerð um frítíðarvirksemi

Við heimild í § 11, 3. stk. í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. hevur landsstýrið fyrisett hesar reglur um innihaldið í og vavið av frítíðarvirksemi:

§ 1 Frítíðarvirksemi er virksemi fyri øll børn og ung undir 25 ár, og fyri onnur eftir góðkenning…

Frítíðarvirksemi er virksemi fyri øll børn og ung undir 25 ár, og fyri onnur eftir góðkenning kommununnar, sum áhugafeløg og áhugabólkar skipa fyri, ella sum bý-/bygdarráðið á annan hátt tryggjar íbúgvunum.

§ 2 Frítíðarvirksemi skal

Frítíðarvirksemi skal: a) av stigtakaranum vera skipað eftir eini ætlan, b) standa øllum børnum og ungum undir 25 ár, og øðrum eftir góðkenning kommununnar, í boði, c) verða lýst alment og d) hjá hvørjum bólki fevna um í minsta lagi 20 tímar og í mesta lagi 60 tímar og í mesta lagi vera 4 tímar um dagin. 2. stk. Luttøka í frítíðarvirksemi má ikki vera treytað av: a) einari ávísari hugmyndafatan, b) tilknýti til ávíst yrki, ein felagsskap ella stovn ella c) bústaði innan ávíst øki. 3. stk. Frítíðarvirksemi kann í serstøkum føri og við avmarkaðum luttakaratali verða sett á stovn í sambandi við skúla, sjúkrahús, barnaumsorgan, serumsorgan og annað. 4. stk. Landsskúlafyrisitingin kann í serstøkum føri loyva frávik frá ásetingunum í 1. og 2. stk. 5. stk. Bý-/bygdarráðið kann samtykkja, at eingin kann luttaka í meira enn 3 bólkum í 1 virksemisskeiði.

§ 3 Landsskúlaráðið góðkennir almennar reglur um frítíðarvirksemi

Landsskúlaráðið góðkennir almennar reglur um frítíðarvirksemi.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙