Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
17. februar 2010 Nr. 6
Kunngerð um góðskueftirlit og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins
Kapittul 1 Nýtsluøki
Kapittul 2 Hvussu grannskoðanarvirkir og góðskueftirlitsfólk verða vald
Kapittul 3 Avtala um at fremja góðskueftirlit
Kapittul 4 Góðskueftirlitsfólkini
Kapittul 5 Innihaldið í og fremjan av góðskueftirlitinum
Kapittul 6 Framhald av eftirlitinum og frágreiðing til Grannskoðaraeftirlitið
Kapittul 7 Viðgerð av innlatnum frágreiðingum
Kapittul 8 Eftirlit Grannskoðaraeftirlitsins við góðskueftirlitsfólkunum
Kapittul 9 Gjald
Kapittul 10 Vanligar ásetingar
Kapittul 11 Revsi- og skiftis- og gildiskomureglur
Við heimild í § 32, stk. 3 og 5, § 33, stk. 10 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir verður ásett:
Kapittul 1
Nýtsluøki
Kapittul 1 Nýtsluøki
Henda kunngerð er galdandi fyri góðskueftirlit sambært § 27 og virksemi Grannskoðaraeftirlitsins sambært §§ 32-34 í grannskoðaralógini. Kapittul 2 Hvussu grannskoðanarvirkir og góðskueftirlitsfólk verða vald
Kapittul 2 Hvussu grannskoðanarvirkir og góðskueftirlitsfólk verða vald
Granskoðaraeftirlitið skal skipa góðskueftirlitið soleiðis, at øll grannskoðanarvirkir verða kannað, sbr. § 13, stk. 1 í grannskoðaralógini, við í mesta lagi 6 ára millumbili. Grannskoðaraeftirlitið skal tó gerast við í mesta lagi 3 ára millumbili á grannskoðanarvirkjum, ið grannskoða roknskapir hjá virkjum, fevnd av § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini. Stk. 2. Eitt grannskoðanarvirki, sum ikki veitir váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, og váttar hetta við trú og heiður yvirfyri Skráseting Føroya innan tann 31. desember á hvørjum ári, er undantikið grannskoðaraeftirliti uttan so, at Grannskoðaraeftirlitið tekur aðra avgerð.
Grannskoðaraeftirlitið kann av sínum eintingum ella eftir áheitan frá grannskoðanarvirkjum, ið eru partur av einum netverki, sbr. § 7, stk. 3 í kunngerðini um óheftni grannskoðarans og grannskoðaravirkisins, avgera, at øll ella nøkur av hesum virkjum verða útvald til góðskueftirlit í sama ári. Stk. 2. Um eitt grannskoðanarvirki, sum er valt út til góðskueftirlit, hevur onnur grannskoðanarvirkir í sínum eigaraskara, sbr. § 13 í grannskoðaralógini, kann Grannskoðaraeftirlitið av sínum eintingum ella eftir áheitan avgera, at hesi grannskoðanarvirkir verða útvald til góðskueftirlit í sama ári.
Grannskoðaraeftirlitið kann avgera, at eitt grannskoðanarvirki skal veljast út til eyka ella meira tíðugt eftirlit, um eftirlitið metir, at umstøður eru, sum geva orsøk til hetta. Í slíkum føri kann verða vikið frá §§ 5-7 og § 22, stk. 1. Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann eftir áheitan frá Skráseting Føroya velja eitt grannskoðanarvirki út til eyka eftirlit. Í slíkum føri kann verða vikið frá §§ 5-7 og § 22, stk. 1.
Grannskoðanarvirkir, sum eru úttikin til góðskueftirlit, fáa boð í seinasta lagi tann 1. mars um, at tey í hesum árinum skulu undir góðskueftirlit. Stk. 2. Grannskoðanarvirkið og grannskoðarar knýttir at virkinum skulu geva Grannskoðaraeftirlitinum og góðskueftirlitsfólkunum atgongd til at gera tær kanningar, ið verða mettar neyðugar, og skulu síggja til, at eftirlitið og góðskueftirlitsfólkini fáa tær upplýsingar og ta hjálp, sum verður mett neyðug fyri at fremja góðskueftirlitið, sbr. § 27, stk. 4 í grannskoðaralógini.
Grannskoðaraeftirlitið boðar grannskoðanarvirkinum frá, hvørji góðskueftirlitsfólk eru vald at fremja góðskueftirlit á virkinum. Hetta skal helst vera fráboðað virkinum innan tann 1. apríl. Stk. 2. Hevur grannskoðanarvirkið eitt grundað mótmæli móti tí valda góðskueftirlitsfólkinum, skal grannskoðanarvirkið boða Grannskoðaraeftirlitinum frá hesum í seinasta lagi 14 dagar eftir, at virkið hevur fingið fráboðanina sambært stk. 1. Stk. 3. Um viðurskifti eru, sum hava við sær, at góðskueftirlitsfólkið ikki kann fremja eftirlit á grannskoðanarvirkinum velur Grannskoðaraeftirlitið eitt annað góðskueftirlitsfólk.
Góðskueftirlitsfólkið fær boð um, hvørji grannskoðanarvirkir viðkomandi er valdur at fremja eftirlit á í tí árinum. Hetta skal helst vera fráboðað innan tann 1. apríl. Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið hevur ikki skyldu til at býta málini javnt millum eftirlitsfólkini, eins og eftirlitið ikki kann veita vissu fyri einum minsta tali av málum ella at øll eftirlitsfólkini fáa mál til viðgerðar. Stk. 3. Eftirlitisfólkið skal meta um, hvørt óheftni hjá viðkomandi er hótt sambært kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglum ásettar við heimild í hesum, og meta um, hvørt viðkomandi hevur teir neyðugu yrkisligu førleikarnir í mun til grannskoðanarvirkið, sum góðskueftirlitsfólkið skal kanna. Um óheftni hjá eftirlitsfólkinum er hótt ella eftirlitsfólkið ikki hevur tann neyðuga yrkisliga førleikan, skal eftirlitsfólkið boða Grannskoðaraeftirlitinum frá hesum innan 14 dagar eftir valið sambært stk. 1. Stk. 4. Um góðskueftirlitsfólkið seinni staðfestir, at viðkomandi ikki er óheftur ella annars ikki lýkur treytirnar fyri at fremja góðskueftirlitið, skal eftirlitsfólkið beinanvegin geva eftirlitinum og grannskoðanarvirkinum skrivlig boð um hetta. Eftirlitið velur síðani ein nýtt eftirlitsfólk at fremja góðskueftirlitið á grannskoðanarvirkinum. Í slíkum føri kann verða vikið frá §§ 5-7 og § 22, stk. 1.
Skráseting Føroya kann í ítøkiligum førum velja aðrar persónar til góðskueftirlitsfólk enn tey, sum Grannskoðaraeftirlitið ella danska Revisortilsynet hevur góðkent, sbr. § 33 í grannskoðaralógini. Í slíkum føri kann verða vikið frá §§ 5-7 og § 22, stk. 1. Stk. 2. Skráseting Føroya kann lata Grannskoðaraeftirlitið gera avtalur eftir §§ 10-13 við eitt góðskueftirlitsfólk, sum er valt sambært stk. 1.
Tá Grannskoðaraeftirlitið metur tað neyðugt, kann eftirlitið sjálvt fara á eftirlitsvitjanir ella luttaka í einari eftirlitsvitjan saman við einum góðskueftirlitsfólki. Stk. 2. Tá Grannskoðaraeftirlitið metur tað neyðugt, kann eftirlitið velja meiri enn eitt eftirlitsfólk til at fremja góðskueftirlitið á einum ávísum grannskoðanarvirki ella í einum netverki. Kapittul 3 Avtala um at fremja góðskueftirlit
Kapittul 3 Avtala um at fremja góðskueftirlit
Góðskueftirlitsfólkið ger eina avtalu við Grannskoðaraeftirlitið fyri hvørt góðskueftirlitið, sum eftirlitsfólkið er biðið um at gera. Í avtaluni skal í minsta lagi standa: 1) Støddin á grannskoðanarvirkinum, ið skal góðskukannast, undir hesum talið av grannskoðarum, ið vátta eitthvørt við trygd, talið av skrivstovum og støddina á hesum, umframt umsetning og talið av viðskiftafólkum, sum biðja um váttanir eftir § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, 2) innihaldið og vavið av góðskueftirlitinum, undir hesum væntaðu støddina á stakkanningunum, 3) hvør er ætlaður at gera góðskueftirlitið, 4) væntaða tímatalið (fyri hvønn luttakara), 5) serlig viðurskifti, ið hava týdning fyri okkurt av omanfyrinevndu viðurskiftum. Stk. 2. Tá eitt góðskueftirlitsfólk er útnevnt, skal viðkomandi skjótast gjørligt seta seg í samband við grannskoðanarvirkið, sum skal góðskukannast, fyri at fáa greiðu á teimum í stk. 1 nevndu upplýsingum. Stk. 3. Góðskueftirlitsfólkið fyllir út og undirskrivar avtaluna. Í seinasta lagi 14 dagar eftir, at góðskueftirlitsfólkið er útnevnt sendir viðkomandi avtaluna til Grannskoðaraeftirlitið, sum góðkennir og undirskrivar avtaluna.
Grannskoðanarvirkið, sum skal góðskukannast, váttar, at grannskoðanarvirkið aktivt virkar fyri, at góðskueftirlitið kann verða framt.
Tá Grannskoðaraeftirlitið hevur undirskrivað avtaluna, gevur eftirlitið góðskueftirlitsfólkinum og grannskoðanarvirkinum, sum skulu góðskukannast, boð um hetta. Stk. 2. Um umstøður eru, ið hava við sær, at Grannskoðaraeftirlitið ikki fær gjørt avtaluna ella seinni má uppsiga avtaluna velur Góðskueftirlitið eitt nýtt eftirlitsfólk til at gera góðskueftirlitið. Í slíkum føri kann verða vikið frá §§ 5-7 og § 22, stk. 1.
Grannskoðaraeftirlitið ger mannagongdir fyri snið og innihald í avtaluni. Kapittul 4 Góðskueftirlitsfólkini
Kapittul 4 Góðskueftirlitsfólkini
Grannskoðaraeftirlitið ger listar yvir góðkend góðskueftirlitsfólk, sum eru góðkend at gera góðskueftirlit á: 1) Grannskoðanarvirkjum, har meirilutin av atkvøðunum er ogn hjá løggildum grannskoðarum 2) Grannskoðanarvirkjum, har meirilutin av atkvøðunum eru ogn hjá løggildum grannskoðarum, og sum grannskoða roknskapir hjá virkjum sum ásett í § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini. 3) Grannskoðanarvirkir, har meirilutin av atkvøðunum eru ogn hjá skrásettum grannskoðarum 4) Grannskoðanarvirkir, har meirilutin av atkvøðunum eru ogn hjá skrásettum grannskoðarum og sum grannskoða roknskapir hjá virkjum sum ásett § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini. Stk. 2. Fyri onnur grannskoðanarvirkir enn tey, sum eru fevnd av stk. 1, nr. 1-4 velur Grannskoðaraeftirlitið eitt eftirlitsfólk, sum hevur tann neyðuga yrkisliga førleikan at gera uppgávuna. Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið kann velja eitt góðskueftirlitsfólk frá einum øðrum lista enn tí listanum, ið fevnir um tað slagið av grannskoðanarvirki. Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið kann velja góðskueftirlitsfólk frá listum, sum danska Revisortilsynet hevur gjørt yvir góðkend góðskueftirlitsfólk sambært lov om godkendte revisorer og revisionsvirksomheder, sbr. § 33, stk. 8 í grannskoðaralógini. Góðskueftirlitsfólkini fremja eftirlitið við ábyrgd og undir eftirliti av Grannskoðaraeftirlitinum. Stk. 5. Listarnir eru alment atkomuligir á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya – www.skraseting.fo.
Ein góðkendur grannskoðari, ið ynskir at gerast góðskueftirlitsfólk, skal søkja Grannskoðaraeftirlitið um hetta. Stk. 2. Góðkenning sum góðskueftirlitsfólk, kunnu grannskoðarar fáa, sum 1) eru skrásettir í Grannskoðaraskrásetingini, 2) hava luttikið á einum skeiði, sbr. § 16, 3) ikki innanfyri tey seinastu 5 árini í Grannskoðaranevndini er dømdur ávaring ella bót fyri brot á skyldurnar sambært grannskoðaralógini, ella er skrásettur í Det Centrale Kriminalregister og Grannskoðaraeftirlitið metur, at hetta hevur týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk, 4) ikki hevur eitt mál til viðgerðar í Grannskoðaranevndini, sum Grannskoðaraeftirlitið metur hava týdning fyri arbeiðið sum góðskueftirlitsfólk, 5) ikki starvast í einum grannskoðanarvirki, sum Grannskoðaraeftirlitið í sambandi við seinasta endaða góðskueftirlit á virkinum, hevur álagt eitt nýtt góðskueftirlit, og 6) hava luttikið í praktiskum grannskoðanararbeiði, og í hesum sambandi givið váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini í minst 3 ár innanfyri tey seinastu 5 árini. Stk. 3. Fyri at fáa góðkenning sum góðskueftirlitsfólk á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskapir hjá virkjum sum ásett í § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini, skal grannskoðarin umframt at uppfylla krøvini í § 15, stk. 2, nr. 1-6, hava váttað roknskapir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini hjá virkjum sum ásett í § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini í minsta lagið í 3 ár innan fyri tey seinastu 5 árini. Stk. 4. Um umsóknin sambært stk. 1 verður góðkend, setur Grannskoðaraeftirlitið viðkomandi á listan sambært § 14 fyri inniverandi ár og tey fylgjandi fýra álmanakkaárini, sbr. § 33, stk. 1 í grannskoðaralógini. Tíðarskeiðið kann verða longt.
Eitt skeið eftir § 15, stk. 2, nr. 2, skal hava ein almennan part um góðskutrygd og góðskustýring og ein serligan part um, hvussu góðskueftirlitið verður gjørt. Stk. 2. Serstakliga skal dentur leggjast á 1) Góðskutrygdarskipanir á grannskoðanarvirkjum. 2) Frágreiðing grannskoðarans. 3) Arbeiðsmannagongdir og veitan av váttanum, herundir grannskoðarastandardir. 4) Reglurnar í grannskoðaralógini um óheftni og um eigarviðurskifti. 5) Krøvini til førleikar og tilfeingi grannskoðarans. 6) Reglurnar í grannskoðaralógini um grannskoðaraeftirlit. 7) Krøvini til skjalprógvan fyri arbeiði grannskoðarans. 8) Uppgávurnar hjá Grannskoðaraeftirlitinum. 9) Leiklutur og ábyrgd hjá eftirlitsfólkinum. 10) Hvussu góðskueftirlitið verður gjørt – gongdin frá tí at eftirlitsfólkið verður valt og til frágreiðingin er liðug. 11) Neyv frágreiðing um og dømir um einstøku liðirnir í málsgongdini. Stk. 3. Grannskoðaraeftirlitið kann halda skeiðini sambært stk. 2, ella lata uttanhýsis útbjóðara halda skeiðini. Uttanhýsis útbjóðarar skulu hava skrivliga góðkenning frá eftirlitinum viðvíkjandi tí ætlaða skeiðsinnihaldinum, áðrenn skeiðið byrjar.
Góðskueftirlitisfólkini, sum standa á listanum sambært § 14 skulu taka lut á einum árligum skeiði við samsvarandi innihaldi sum ásett í § 16, og harumframt á einum fundi við Grannskoðaraeftirlitið, ið m.a. hevur til endamál at savna royndirnar frá teimum framdu góðskueftirlitunum, og gera eftirlitsfólkini varug við serligar spurningar. Vantandi luttøka hevur við sær, at góðskueftirlitisfólkið ikki sleppur at gera eftirlit. Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið kann avgera, at luttøka á árliga skeiðinum og fundinum við eftirlitið ikki er neyðug.
Eitt góðskueftirlitisfólk kann til eina og hvørja tíð biðja um at verða strikað av listanum sambært § 14, tó kann hetta í fyrsta lagi verða, tá ið góðskueftirlitisfólkið hevur fullfíggjað eftirlitsuppgávur, sum viðkomandi longu hevur átikið sær. Grannskoðaraeftirlitið kann tó taka aðra avgerð. Stk. 2. Um eitt góðskueftirlitisfólk orsakað av sjúku ella øðrum serligum umstøðum verður forðað í at gera eina eftirlitsuppgávu, sum viðkomandi hevur átikið sær, skal hetta skjótast gjørligt verða fráboðað Grannskoðaraeftirlitinum og grannskoðanarvirkinum. Eftirlitið tekur støðu til, um góðskueftirlitið kann útsetast til árið eftir, ella eftirlitið skal gerast, og eitt nýtt góðskueftirlitsfólk verður valt til uppgávuna. Í slíkum føri kann verða vikið frá §§ 5-7 og § 22, stk. 1. Stk. 3. Eftirlitsfólk hava skyldu til beinanvegin at boða Grannskoðaraeftirlitinum frá, um Grannskoðaranevndin dømir eftirlitsfólkið at fáa eina ávaring ella bót, ella viðkomandi verður skrásettur í Det Centrale Kriminalregister fyri brot á skyldurnar sambært grannskoðaralógini. Eftirlitið tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, um eftirlitsfólkið skal strikast av listanum sambært § 14, stk. 1. Kapittul 5 Innihaldið í og fremjan av góðskueftirlitinum
Kapittul 5 Innihaldið í og fremjan av góðskueftirlitinum
Áðrenn góðskueftirlitsfólkið byrjar góðskueftirlitið, skal viðkomandi 1) fráboða virkinum, hvørjar upplýsingar frammanundan skulu vera um virkið, sum skal undir eftirlit, 2) gjøgnumganga tær upplýsingar áðrenn eftirlitsvitjanina, ið eru móttiknar sambært nr. 1, og 3) leggja góðskueftirlitsuppgávuna til rættis.
Í sambandi við góðskueftirlitið skal eftirlitsfólkið serliga kanna, 1) at grannskoðanarvirkið hevur tær neyðugu góðskustýrisskipanirnar 2) at góðskustýrisskipanirnar hjá virkinum standa mát við góðan góðskustýrissið, og eru nøktandi í mun til ta stødd og eyðkenni, sum grannskoðanarvirkið hevur, 3) at virkið hevur eitt dagført eigara- og limayvirlit sambært § 4 í kunngerð nr. 118 frá 18. desember 2008 um grannskoðaravirksemi, og at ásetingarnar um eigaraviðurskifti í § 13, stk. 2-5 í grannskoðaralógini eru hildnar, 4) at grannskoðanarvirkið hevur reglur um, hvussu óheftni hjá grannskoðaranum verður stýrt sum heild og í sambandi við ta einstøku uppgávuna, 5) at grannskoðanarvirkið prógvar, at reglurnar um óheftni í kapittul 4 í grannskoðaralógini og reglum settar í gildi við heimild í hesum kapittli eru hildnar, 6) at uppgávur sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini verða framdar í samsvari við góðan grannskoðarasið, undir hesum teimum í Føroyum nýttu grannskoðanarstandardum, og at hetta kann prógvast, 7) støddina á tilfeingisnýtsluni, 8) samsýningarnar í mun til váttanaruppgávuna, 9) um grannskoðarar knýttir at grannskoðanarvirkinum hava verið ígjøgnum ta kravdu eftirútbúgvingina sambært § 4 í grannskoðaralógini og reglum settar í gildi við heimild í hesi grein, og 10) at virkið hevur gjørt nóg góðar skrivligar innanhýsis reglur um løgváttan frá viðskiftafólki, fráboðan til skrivstovuna fyri hvítvask (Skráseting Føroya) v.m. fyri at fyribyrgja og forða fyri at viðskiftafólk eru við til at hvítvaska og fíggja yvirgangsvirksemi, sbr. § 1, stk. 1 nr. 7 og § 3, stk. 1 í Ll.nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi, sbr. § 25, stk. 1 í Anordning nr. 626 frá 27. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme. Stk. 2. Góðskueftirlitið, sbr. stk. 1, skal, umframt at kanna tær vanliga nýttu mannagongdirnar í grannskoðanarvirkinum, eisini við stakroyndum gjøgnumganga ítøkiligar grannskoðanar- og váttanaruppgávur. Stakroyndirnar av ítøkiligum grannskoðanar- og váttanaruppgávum skulu veljast út við støði í eini váðameting og útfrá slagi og vavi av virkseminum á grannskoðanarvirkinum. Stk. 3. Um eitt grannskoðanarvirki, ið verður góðskukannað, hevur onnur grannskoðanarvirkir í sínum eigaraskara, sbr. § 13 í grannskoðaralógini, skal góðskueftirlitsfólkið í sambandi við góðskueftirlitið ansa eftir, um viðurskifti kunnu vera á teimum grannskoðanarvirkjunum og møguligum dótturfeløgum hjá hesum, sum kunnu hava týdning fyri óheftnismetingina. Stk. 4. Grannskoðaraeftirlitið ger leiðreglur fyri útinnan av góðskueftirlitinum og fyri váttan og frágreiðing til eftirlitið. Kapittul 6 Framhald av eftirlitinum og frágreiðing til Grannskoðaraeftirlitið
Kapittul 6 Framhald av eftirlitinum og frágreiðing til Grannskoðaraeftirlitið
Tá eftirlitið er gjørt, skal góðskueftirlitisfólkið skjótast gjørligt gera eina váttan við avmarkaðari trygd. Stk. 2. Um góðskueftirlit, ið eru framd á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskapir hjá virkjum sambært § 19, stk. 3 í grannskoðaralógini, skal harumframt gerast ein frágreiðing. Eftirlitið ger leiðreglur um snið og innihald í frágreiðingini. Stk. 3. Um góðskueftirlit, sum Grannskoðaraeftirlitið sjálvt hevur gjørt, sbr. § 9, verður gjørd ein frágreiðing. Góðskueftirlitsfólk, ið Skráseting Føroya hevur valt, sbr. § 8, stk. 1, gera somuleiðis eina frágreiðing.
Skjótast gjørligt og í seinasta lagi tann 15. november í eftirlitsárinum sendir góðskueftirlitifólkið Grannskoðaraeftirlitinum sína váttan og møguliga frágreiðing. Stk. 2. Váttanin skal lýsa, hvat er kannað, slagið og vavið á kanningini, og innihalda eina meting av eftirlitsúrslitinum. Góðskueftirlitsfólkið skal undir hesum greitt úttala seg um, hvørt tey í § 20 nevndu viðurskifti eru yvirhildin. Um fyrivarni ella ískoytisupplýsingar eru í váttanini, herundir uppskot um munandi ábøtur, skal hetta greitt standa í váttanini. Í váttanin skal vera ein niðurstøða, sum staðfestir, um grannskoðanarvirkið lýkur tey krøv, ið verða sett einum grannskoðanarvirki av slíkum slagi og stødd. Stk. 3. Ein frágreiðing gjørd sambært § 21, stk. 2 skal eisini fevna um eina meting av innihaldinum í seinastu almannakunngjørdu frágreiðingini um gjøgnumskygni, sbr. § 25 í grannskoðaralógini.
Um góðskueftirlitsfólkið metir, at góðskueftirlitið ikki kann fremjast ella er sera trupult at fremja, skal góðskueftirlitisfólkið beinanvegin boða Granskoðaraeftirlitinum frá hesum. Eftirlitið kannar málið nærri, metir um málið, og setur seg í samband við grannskoðanarvirkið, og upplýsir um tær møguligu avleiðingarnar av, at eftirlitið ikki verður gjørt. Kapittul 7 Viðgerð av innlatnum frágreiðingum
Kapittul 7 Viðgerð av innlatnum frágreiðingum
Grannskoðaraeftirlitið kann biðja um tær upplýsingar, tey skjøl, og ta hjálp, sum eftirlitið metir verða neyðugt fyri at fremja góðskueftirlitið, sbr. § 27, stk. 4 og § 33, stk. 4 í grannskoðaralógini.
Um fyrivarni ella ískoytisupplýsingar eru í váttanini eftir § 21 skal Grannskoðaraeftirlitið taka avgerð, um 1) átala skal verða givin eftir § 33, stk. 5, nr. 2 í grannskoðaralógini, 2) átala við eftirlitsvitjan skal verða givin eftir § 33, stk. 5, nr. 3 í grannskoðaralógini, 3) málið skal leggjast fyri Grannskoðaranevndina eftir § 33, stk. 6 í grannskoðaralógini, ella 4) málið skal sendast ákæruvaldinum ella øðrum myndugleikum, og 5) grannskoðanarvirkið skal áleggjast at broyta frágreiðingina um gjøgnumskygni beinanvegin, sbr. § 22, stk. 3. Stk. 2. Grannskoðaraeftirlitið gevur Skráseting Føroya fráboðan um brot, sum komið verður fram á í sambandi við eftirlit av teimum í § 20, stk. 1, nr. 3, 9 og 10 nevndu viðurskiftum Stk. 3. Um grannskoðanarvirkið ikki fylgir boðunum frá Grannskoðaraeftirlitinum eftir stk. 1, nr. 5, um at broyta frágreiðingina um gjøgnumskygni beinanvegin, verður hetta fráboðað Skráseting Føroya. Kapittul 8 Eftirlit Grannskoðaraeftirlitsins við góðskueftirlitsfólkunum
Kapittul 8 Eftirlit Grannskoðaraeftirlitsins við góðskueftirlitsfólkunum
Grannskoðaraeftirlitið skal ansa eftir, at góðskueftirlitsfólkini gera góðskueftirlitið í samsvari við grannskoðaralógina, reglum settar í gildi við heimild í grannskoðaralógini og leiðreglum, sum Grannskoðaraeftirlitið hevur gjørt sambært hesi kunngerð.
Grannskoðaraeftirlitið kann krevja, at góðskueftirlitsfólkið gevur eftirlitinum síni arbeiðsskjøl, og svarar teimum spurningum, sum eftirlitið setur, og Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um at luttaka í vitjanum hjá góðskueftirlitsfólkinum ella sjálvt at fremja eftirlitið á grannskoðanarvirkjunum.
Grannskoðaraeftirlitið kann strika eitt góðskueftirlitsfólk av listunum eftir § 14, um eftirlitsfólkið ikki rættstundis sendir sína váttan, frágreiðing, arbeiðsskjøl v.m., og um hetta ikki verður gjørt innan fyri eina freist, sum Grannskoðaraeftirlitið setur. Tá er § 18, stk. 2 galdandi. Stk. 2. Um Grannskoðaraeftirlitið metir, at eitt góðskueftirlitsfólk hevur sett til síðis sínar skyldur kann eftirlitið, tá eftirlitsfólkið hevur havt høvi til skrivliga at koma við viðmerkingum til málið, 1) geva viðkomandi eina skrivliga átalu, 2) krevja at viðkomandi tekur eitt ella fleiri skeið, áðrenn viðkomandi kann halda fram við sínum virksemi sum góðskueftirlitsfólk, ella 3) strika viðkomandi frá listunum yvir góðskueftirlitsfólk, sbr. § 14 og harumframt avgera at 4) skjóta viðkomandi inn fyri Grannskoðaranevndina, ella 5) senda málið til ákæruvaldið. Stk. 3. Um Grannskoðaraeftirlitið í sambandi við tað seinasta lokna góðskueftirlitið hevur álagt tí grannskoðanarvirkinum, sum góðskueftirlitsfólkið er í starvi á, at fara gjøgnum nýtt góðskueftirlit, kann eftirlitið avgera, at góðskueftirlitsfólkið verður strikað av listunum yvir góðskueftirlitsfólk, sbr. § 14. Kapittul 9 Gjald
Kapittul 9 Gjald
Tá góðskueftirlitsfólkið letur Grannskoðaraeftirlitinum váttan og møguliga frágreiðing skal ein uppgerð verða latin saman við, sum vísir: 1) Ta beinleiðis nýttu tíðina fyri hvørt eftirlitsfólkið sær. 2) Ta beinleiðis nýttu tíðina og tímaløn hjá øðrum luttakarum í eftirlitsarbeiðinum. 3) Nýtt tíð til ferðing. 4) Kostnaðir eftir rokning. 5) Frágreiðing um møguligt munandi frávik í veruliga nýtta tímatalinum í mun til væntaða tímatalið, sum er ásett í avtaluni. Stk. 2. Útreiðslur av beinleiðis nýttu tíðini hjá góðskueftirlitsfólkinum og øðrum luttakarum, sbr. § 29, stk. 1, nr. 1 og 2, rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils, men verður hon endaliga borin av tí kannaða grannskoðanarvirkinum. Stk. 3. Aðrar útreiðslur eftir § 29, stk. 1, nr. 3 og 4 rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils, men verða tær deildar lutfalsliga millum tey grannskoðanarvirki, sum hava verið undir eftirliti í tí árinum, við støði í talinum av grannskoðarum, knýttir at grannskoðanarvirkjunum. Stk. 4. Í teimum í § 9, stk. 1 nevndu førunum rindar Grannskoðaraeftirlitið útreiðslurnar av eftirlitinum. Tað sama er galdandi fyri útreiðslur til onnur eftirlitsfólk útnevnd sambært § 9, stk. 2.
Grannskoðaraeftirlitið ásetur á hvørjum ári ein ella fleiri tímasatsir, sum galda fyri tey í § 14, stk. 1 nevndu góðskueftirlitsfólk. Stk. 2. Um eftirlitsfólkið hevur nýtt aðrar persónar í sambandi við fremjan av eftirlitinum verður tímasatsurin hjá viðkomandi fráboðaður, sbr. § 29, stk. 1, nr. 2. Hesin tímasatsur kann ikki vera hægri enn tímasatsurin eftir stk. 1. Stk. 3. Tá Skráseting Føroya sambært § 8 hevur valt annan persón til eftirlitsfólk enn eitt góðkent góðskueftirlitsfólk, rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils allar útreiðslurnar, men verða tær bornar av grannskoðanarvirkinum, sum hevur verið undir eftirliti. Kapittul 10 Vanligar ásetingar
Kapittul 10 Vanligar ásetingar
Avgerðir, sum Grannskoðaraeftirlitið tekur eftir hesi kunngerð, kunnu ikki verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika, sbr. § 48, stk. 3 í grannskoðaralógini.
Leiðreglur hjá Grannskoðaraeftirlitinum sambært hesi kunngerð, umframt listarnir yvir góðskueftirlitsfólk, eru alment atkomuligir, sbr. § 14, stk. 4.
Grannskoðaraeftirlitið kann taka avgerð um, at víkja frá freistunum í § 2, stk. 2, §§ 5-7 og § 22, stk. 1. Kapittul 11 Revsi- og skiftis- og gildiskomureglur
Kapittul 11 Revsi- og skiftis- og gildiskomureglur
Hevur eitt góðskueftirlitisfólk grovt ella ferð eftir ferð framt brot á § 7, stk. 3 ella ikki yvirhildið sínar skyldir sambært §§ 19-23, verður viðkomandi revsaður við bót.
Tá ið eitt góðskueftirlitsfólk er revsað eftir § 34, skal Grannskoðaraeftirlitið strika viðkomandi av listanum eftir § 14. Stk. 2. Um Grannskoðaranevndin (ella Dissiplinernevndin) hevur revsað eitt góðskueftirlitsfólk við bót fyri brot á tær skyldur, ið lógin ásetur, ella góðskueftirlitsfólkið er skrásett í Det Centrale Kriminalregister orsakað av viðurskiftum, ið verða mett at hava týdning fyri at røkja starvið sum góðskueftirlitsfólk, kann Grannskoðaraeftirlitið strika viðkomandi av listanum eftir § 14, Stk. 3. Avgerð um at strika eftirlitsfólk av listanum verður fráboðað Skráseting Føroya.
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 17. februar 2010 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.