Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
14. januar 2026 Nr. 6
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2026
Við heimild í § 22, stk. 1, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2, 4, 6 og 10 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. mai 2025, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Kunngerðin skipar beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir…
Kunngerðin skipar beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026. Heildarkvota
§ 2 Heildarkvotan av gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2026 er 13.320 tons
Heildarkvotan av gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2026 er 13.320 tons. Skipan av fiskiskapinum
§ 3 Loyvi til fiskiskap av kvotuni sambært § 2 verður latið eigara av fiskifari, sum í 2025 hevði…
Loyvi til fiskiskap av kvotuni sambært § 2 verður latið eigara av fiskifari, sum í 2025 hevði rætt til egna árskvotu av gulllaksi í føroyskum sjógvi ella teimum, hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Stk. 2. Eigari av fiskifari, sum hevði egna árskvotu av gulllaksi í 2025, kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, flyta avlop av kvotuni til 2026, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2025. Fiskiloyvi
§ 4 Beinleiðis fiskiskapur eftir gulllaksi er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari…
Beinleiðis fiskiskapur eftir gulllaksi er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Stk. 2. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir gulllaksi, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn. Hjáveiða
§ 5 Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa,…
Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meir enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli. Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum, samanber tó stk. 2, kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli. Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, 2. pkt. kann hjáveiðan av svartkjafti vera upp til 35% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin. Stk. 3. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um hjáveiðan er størri enn tey í stk. 1 og 2 ásettu hámørk. Ungfiskur og undirmálsfiskur
§ 6 Tá fiskað verður sambært hesi kunngerð, skulu fiskifør halda seg til ásetingarnar um ungfisk í…
Tá fiskað verður sambært hesi kunngerð, skulu fiskifør halda seg til ásetingarnar um ungfisk í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski og til ásetingarnar um undirmálsfisk í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum. Reiðskapur
§ 7 Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi er ikki loyvt at nýta trol við meskum smærri enn 70 mm
Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi er ikki loyvt at nýta trol við meskum smærri enn 70 mm. Stk. 2. Loyvt er at brúka dupultan posa, har meskastøddin á uttara posanum er minst 140 mm. Stk. 3. Loyvt er at brúka gjarðir ella rundstroppar. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 50% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Frástøða millum gjarðirnar skal minst vera 100 cm. Aðrar ásetingar
§ 8 Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu á sama túri bert royna beinleiðis eftir gulllaksi
Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu á sama túri bert royna beinleiðis eftir gulllaksi.
§ 9 Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni
Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 10 Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni,…
Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
§ 11 Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi…
Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð, um útbúnaðurin er soleiðis, at fiskur, ið kemur úr støddarskiljaranum, verður beindur at fara fyri borð. Verður veiðan fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing. Stk. 2. Veiðan, sum er farin gjøgnum støddarskiljara, skal fráboðast sum høvuðsveiða og fráskild veiða, flokkað á fiskasløg, í elektronisku veiðidagbókini, á vektarseðlinum og á avreiðingarseðlinum. Fráskilda veiðan skal goymast fyri seg, og vera atkomulig hjá eftirliti. Eygleiðari
§ 12 Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð.…
Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og aðrar myndugleikar. Fráboðanir
§ 13 Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1
Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið byrjar fiskiskap. 2) Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skipið skal boða frá beinanvegin, tá tað gevst at fiska. Revsing
§ 14 Brot á §§ 5, 7, 8, 11 og 13 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari…
Brot á §§ 5, 7, 8, 11 og 13 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 9 ella 10, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 12. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð
§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 14. januar 2026 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hagar skipið fer til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12.00 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. Samlað veiða umborð TC Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) Viðmerkingar RE Viðmerkingar 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast beinanvegin skipið gevst at fiska. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Raðnummar SQ Nummar á fráboðanini Loyvisnummar LC Nummar á fiskiloyvi Beinleiðis veiða DS Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum IMO nummar IM IMO nummar á skipinum (um tøkt) Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.