Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. juli 1985 Nr. 59

Kunngerð um loyvisbræv at koyra gaffiltruck, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 14. oktober 1987

Við heimild í § 17, nr. 2 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, ið hava mekaniska byrðarlyfting øðrumegin við loddrættum stólpa…

Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, ið hava mekaniska byrðarlyfting øðrumegin við loddrættum stólpa og hava mekaniska koyring, kunnu einans teir persónar koyra, ið hava loyvisbæv at koyra gaffiltrukk og gaffilstáplara.

§ 2 Undantiknir frá § 1, 1. stk., eru

Undantiknir frá § 1, 1. stk., eru: 1. gaffiltrukkar og gaffilstáplarar við í mesta lagi 1 m lyftihædd, 2. gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, sum støðugt eru stýrdir av skinnarum e.t. undir, til síðuna ella yvir, t.d. sporbundnir hentitrukkar ella hillastáplarar, 3. gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, ið hoyra til skip, og sum manningin koyrir, 4. landbúnaðartraktorar við gaffillyftibúnaði ella við líkari útgerð, ið lyfta byrðini øðrumegin við loddrættan stólpa, tá ið mesta lyftihædd fer ikki upp um 3,3 m. Lyftarin eigur bert at verða nýttur til jarðararbeiði og kann ikki av maskinstøðum o.t. verða útleigaður við manni til vinnuendamáls.

§ 3 Loyvisbræv at koyra gaffiltrukk kann bert verða latið persóni, ið

Loyvisbræv at koyra gaffiltrukk kann bert verða latið persóni, ið 1. hevur fylt 18 ár, 2. sambært læknaváttan er heilsuliga førur fyri at koyra gaffiltrukk ella gaffilstáplara, og sum 3. hevur staðið ástøðiliga og verkliga roynd í at koyra gaffiltrukk og gaffilstáplara. 2. stk. Váttanin sambært 1. stk., 2. petti, verður skrivað á oyðublað, sum fæst ókeypis hjá arbeiðseftirlitinum. 3. stk. Arbeiðseftirlitið setir krøvini til royndina. 4. stk. Loyvisbræv verður latið av arbeiðseftirlitinum.

§ 4 Arbeiðseftirlitið kann taka loyvisbræv aftur við alla ella ávísa tíð, um ein av grovum ósketni…

Arbeiðseftirlitið kann taka loyvisbræv aftur við alla ella ávísa tíð, um ein av grovum ósketni ella heilsuligum atvoldum má verða hildin óskikkaður at koyra gaffiltrukk ella gaffilstáplara.

§ 5 1) Arbeiðseftirlitið kann í stakførum loyva frávik frá § 1 og § 3, stk. 1, tá ið tað ætlast at…

1) Arbeiðseftirlitið kann í stakførum loyva frávik frá § 1 og § 3, stk. 1, tá ið tað ætlast at vera rímiligt og ráðiligt.

§ 6 Við sekt ella varðhaldi verður tann revsaður, ið

Við sekt ella varðhaldi verður tann revsaður, ið 1. brýtur § 1 ella boð sambært § 4, 2. letur arbeiðið gera ímóti § 1, stílar fyri ella hevur eftirlit við tílíkum arbeiði.

§ 7 Kunngerðin kemur í gildi 1. november 1986

Kunngerðin kemur í gildi 1. november 1986. 2. stk. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 106 frá 18. desember 1978. 1) Broytt við kunngerð. nr. 89 frá 14. oktober 1987.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól · innanhýsis
Galdandi · 20. juni 2011

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙