Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. september 2004 Nr. 59

Kunngerð um lesiætlanir í yrkislærugreinum

Við heimild í § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 verður ásett:

§ 1 Viðkomandi yrkisnevnd ásetir í lesiætlanum neyvari reglur um innihaldið í yrkislærugreinunum, í…

Viðkomandi yrkisnevnd ásetir í lesiætlanum neyvari reglur um innihaldið í yrkislærugreinunum, í teimum ávísu yrkisútbúgvingunum. Hetta fer fram í neyvum samstarvi við teir skúlar, har undirvísingin fer fram. Stk. 2. Lesiætlanirnar taka støði í galdandi útbúgvingarkunngerð, eins og í ásetingum um yvirskipaðu viðurskiftini á økinum. Stk. 3. Lesiætlanirnar verða gjørdar eftir leisti, sum yrkisnevndarfyrisitingin útvegar. Stk. 4. Í einstøku lesiætlanini skal greitt tilskilast, nær hon fær gildi og um hon kemur í staðin fyri eina aðra, áður samtykta lesiætlan.

§ 2 Viðkomandi yrkisnevnd hevur ábyrdina av, at arbeiði við at tilevna lesiætlan fyri ávísa…

Viðkomandi yrkisnevnd hevur ábyrdina av, at arbeiði við at tilevna lesiætlan fyri ávísa útbúgving, verður sett í verk. Stk. 2. Yrkisnevndin kann seta fyribilsnevnd við 3 limum til at lata yrkisnevndini uppskot um lesiætlan. Í minsta lagi 1 limur skal undirvísa í avvarðandi útbúgving. Um neyðugt kann fyribilsnevndin innkalla yrkisnevndarlimir og onnur sakkøn at luttaka á fundum í fyribilsnevndini. Stk. 3. Fyribilsnevndin sambært stk. 2 skal skipa seg við formanni og skrivara. Stk. 4. Limirnir í fyribilsnevndini skulu hava neyðugan kunnleika til ta ávísu yrkisútbúgvingina og neyðugan førleika til at tilevna lesiætlanir.

§ 3 Uppskot til lesiætlan verður løgd fyri avvarðandi yrkisnevnd til samtyktar á tveimum regluligum…

Uppskot til lesiætlan verður løgd fyri avvarðandi yrkisnevnd til samtyktar á tveimum regluligum yrkisnevndarfundum. Ein samd yrkisnevnd kann í serligum føri gera av at víkja frá hesi reglu og bert viðgera málið á einum fundi. Stk. 2. Tá ið yrkisnevnd hevur samtykt eina lesiætlan, skal hon latast yrkisnevndarfyrisitingini at avgreiða.

§ 4 Yrkisnevndarfyrisitingin skal í innskrivaðum brævi senda avrit av lesiætlan fyri…

Yrkisnevndarfyrisitingin skal í innskrivaðum brævi senda avrit av lesiætlan fyri yrkislærugreinarnar til kunningar til hesi: 1. Limirnar í avvarðandi yrkisnevnd 2. Avvarðandi yrkisfeløg 3. Skúlaleiðarar á avvarðandi skúla/skúlum 4. Mentamálaráðið 5. Yrkisútbúgvingarráðið

§ 5 Tað áliggur skúlaleiðsluni at kunna lærarar, sum undirvísa í viðkomandi lærugrein umframt onnur á…

Tað áliggur skúlaleiðsluni at kunna lærarar, sum undirvísa í viðkomandi lærugrein umframt onnur á skúlanum, sum á onkran hátt varða av útbúgvingini og undirvísingini, um samtyktu lesiætlanirnar.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 14. september 2004 Jógvan á Lakjuni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙