Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 58 16. mai 2017
Kunngerð um broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum (Dimensiónskunngerðin)
(Stórt prutl og aðrar broytingar)
§ 1 Í kunngerð nr. 94 frá 21. september 2012 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum verða…
Í kunngerð nr. 94 frá 21. september 2012 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2 verður aftan á “motorsúkklu” sett: “ella stórt prutl”. 2. Í § 6, stk. 3 verður aftan á “motorsúkklu” sett: “ella stórt prutl”. 3. § 13, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis: ”2) 18.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 1,80 m, men í minsta lagi 1,30 m.” 4. Í § 13, stk. 3 verður aftan á nr. 2 sum nýtt nr. sett: “3) 16.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 1,30 m, men í minsta lagi 1,00 m.” Nr. 3 verður eftir hetta nr. 4. 5. § 21, stk. 2, nr. 1 verður orðað soleiðis: ”1) 18.000 kg á motordrivnum akfari við 2 ásum, tó 19.500 kg fyri buss við 2 ásum,”. 6. Í § 21, stk. 2, nr. 7 verður “54.000 kg” broytt til: “56.000 kg”. 7. Í § 21, stk. 2, nr. 8 verður “48.000 kg” broytt til: “50.000 kg”. 8. Í § 21 verður sum stk. 7 sett: “Stk. 7. Fyri lastbil við 2 ásum og liðbuss, sum nýta onnur orkusløg enn verandi, kann heildarvektin økjast við øktu vektini, ið annað orkuslag krevur, tó í mesta lagi 1.000 kg.” 9. Í § 22, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Sama er galdandi fyri lendisakfar.” 10. § 24 verður orðað soleiðis: “§ 24. Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki hava størri heildarvekt enn 200 kg. Stk. 2. Viðfest akfar til stórt prutl skal ikki hava størri heildarvekt enn 100 kg.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Samferðslumálaráðið, 16. mai 2017 Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.