Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. mai 2016 Nr. 58

Kunngerð um broyting í kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin)

(Listalærugrein á B-støði, verkætlan, skifta vallærugrein, kærufreist)

§ 1 Í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum broytt við kunngerð…

Í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 7. apríl 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 8, nr. 3 verður orðað soleiðis: “3) ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, ið verður lyft frá C til B,” 2. § 8, nr. 4 verður orðað soleiðis: “4) ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, ið verður lyft frá C til B, og” 3. § 9, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) ein felagslærugrein, ein breytarlærugrein ella lærugreinin tónleikur, ið verður lyft frá B til A,” 4. § 9, nr. 4 verður orðað soleiðis: “4) ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella ein listalærugrein, antin tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki, ið verður lyft frá C til B og” 5. § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Á búskaparbreytini, hugbreytini, náttúrubreytini og tilfeingisbreytini er útbúgvingartíðin í minsta lagi 2470 klokkutímar og í mesta lagi umleið 2600 klokkutímar. Á tøknibreytini er útbúgvingartíðin í minsta lagi 2630 klokkutímar og í mesta lagi umleið 2760 klokkutímar. Á fyrireikingarbreytini er útbúgvingartíðin í minsta lagi 1625 klokkutímar og í mesta lagi umleið 1760 klokkutímar.” 6. Í § 22, stk. 3 verður 3. pkt. orðað soleiðis: “Á tilfeingisbreytini og á tøknibreytini vera 5 skúladagar nýttir til verkætlanina, harav 3 teir síðstu skulu liggja saman.” 7. Í § 22, stk. 3 verður aftan á 4. pkt. sum nýtt 5. og 6. pkt. sett: ”Uppgávuorðingin skal latast næminginum, tá fyrsti verkætlanardagur byrjar. Verkætlanin skal latast inn seinasta verkætlanardag.” 8. § 45, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) skiftið skal fara fram, áðrenn undirvísingin er byrjað, tó kann leiðari útbúgvingarstovnsins hendingaferð loyva, at skiftið fer fram í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at undirvísingin er byrjað.” 9. Í § 45, stk. 3 verða nr. 3 og 4 strikað. 10. Í § 45 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Næmingar, sum byrja í eini útbúgvingarbreyt og hava í umsóknini valt lærugreinar, kunnu ikki broyta valið, uttan so at leiðari útbúgvingarstovnsins hendingaferð loyvir tí. Gevur leiðari útbúgvingarstovnsins loyvi at skifta út vallærugrein, eru ásetingarnar í stk. 3 nr. 1 og 2 galdandi.” 11. Í § 68 verður aftan á stk. 7 sum nýggj stk. sett: “Stk. 8. Lærugreinin ítróttur og heilsa C kann skiftast út við aðra lærugrein á C-stigi. Um lærugreinin ítróttur og heilsa C ikki verður skift út við aðra lærugrein á C-stigi, skal ársmetið í ítrótti og heilsu telja við í próvnum. Stk. 9. Hevur næmingur lokið lærugrein í áður loknari útbúgvingargongd, og sum tá ikki varð tikin út til próvtøku, skal endaliga ársmetið frá nevndu útbúgvingargongd koma við á prógvið.” Stk. 8. verður eftir hetta stk. 10. 12. Í § 94, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Kærufreistin er 7 dagar frá tí degi, at avgerðin er kunngjørd næminginum.” 13. Skjal 9 til kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin) verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Ásetingin í § 1, nr. 5 fevnir um teir næmingar, sum fara undir gymnasiala miðnámsútbúgving eftir 1. august 2016. Mentamálaráðið, 11. mai 2016 Rigmor Dam (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) Skjal 1 “Skjal 9 Næmingatíð Lærugreinarøðin Næmingatíð eftir heiti og stigi A B C 1.ár 2.ár 3.ár íalt 1 Alisfrøði-C C 15 15 2 Alisfrøði-NÁ,FY-B B 15 25 40 3 Alisfrøði-NÁ-A A 15 25 85 125 4 Alisfrøði-TØ-A A 15 25 85 125 5 Alisfrøði-TØ-B B 15 25 40 6 Altjóða búskapur-A A 15 25 70 110 7 Altjóða búskapur-B B 15 25 40 8 Átrúnaður-C C 0 9 Breytauppgávan 2. árið 0 10 Breytaverkætlanin 2. árið (FY) 0 11 Breytaverkætlanin 3. árið 0 12 Danskt-A A 35 40 75 13 Enskt-A A 15 35 60 110 14 Enskt-B B 15 35 50 15 Enskt-C C 15 15 16 Evnafrøði-A A 15 25 85 125 17 Evnafrøði-B B 15 25 40 18 Evnafrøði-C C 15 15 19 Fígging-B B 0 20 Fígging-C C 0 21 Fornaldarfrøði-C C 0 22 Føroyskt, 2-ár-A A 35 55 90 23 Føroyskt, 3-ár-A A 30 30 40 100 24 Føroyskt-C C 30 30 25 Forritan-C C 0 26 Franskt-byrj-A A 20 40 50 110 27 Franskt-byrj-B B 15 15 28 Fyriskipan-C C 0 29 Heimspeki-B B 0 30 Heimspeki-C C 0 31 Hugmyndasøga-B B 0 32 Innovatión-B B 0 33 Innovatión-C C 0 34 Ítróttur og heilsa-C C 0 35 Ítróttur-B B 0 36 Kunningartøkni-B B 0 37 Kunningartøkni-C C 0 38 Landafrøði-B B 10 30 40 39 Landafrøði-C C 15 15 40 Latín-C C 0 41 Leiklist-B B 0 42 Leiklist-C C 0 43 Lestrarmenning 0 44 Lívfrøði-A A 15 25 85 125 45 Lívfrøði-B B 15 25 40 46 Lívfrøði-C C 15 15 47 Mentanarfatan-B B 0 48 Mentanarfatan-C C 0 49 Miðlakunnleiki-B B 0 50 Miðlakunnleiki-C C 0 51 Myndlist-B B 0 52 Myndlist-C C 0 53 Oljufrøði-C C 0 54 Sálarfrøði-B B 0 55 Sálarfrøði-C C 0 56 Samfelagsfrøði-A A 50 60 110 57 Samfelagsfrøði-B B 15 15 58 Samfelagsfrøði-C C 0 59 Samskiftistøkni-A A 50 60 110 60 Samskiftistøkni-C C 0 61 Søga-A A 0 62 Søga-B B 0 63 Søga-C C 0 64 Sølubúskapur-A A 15 25 70 110 65 Sølubúskapur-B B 15 25 40 66 Sølubúskapur-C C 15 15 67 Spanskt-byrj-A A 20 40 50 110 68 Spanskt-byrj-B B 15 15 69 Spanskt-C C 0 70 Statikur og styrkilæra-C C 0 71 Stjørnufrøði-C C 0 72 Støddfrøði-BÚ-A A 50 50 60 160 73 Støddfrøði-BÚ-B B 50 50 100 74 Støddfrøði-C C 40 40 75 Støddfrøði-FY-B B 50 50 100 76 Støddfrøði-HU-A A 50 50 60 160 77 Støddfrøði-HU-B B 50 50 100 78 Støddfrøði-NÁ-A A 50 50 60 160 79 Støddfrøði-NÁ-B B 50 50 100 80 Støddfrøði-TØ,TI-A A 50 50 60 160 81 Støddfrøði-TØ,TI-B B 50 50 100 82 Teldufrøði-C C 0 83 Tilfeingi-A A 110 110 84 Tilfeingisfrøði-B B 50 50 100 85 Tøkni – Bygging og orka-A A 110 110 86 Tøkni – Prosess, matvøra og heilsa-A A 110 110 87 Tøkni – Snið og framleiðsla -A A 110 110 88 Tøknifrøði-A A 110 110 89 Tøknifrøði-B B 50 50 100 90 Tónleikatøkni-C C 0 91 Tónleikur-A A 50 60 110 92 Tónleikur-B B 15 15 93 Tónleikur-C C 0 94 Týskt byrjunarmál-A A 20 40 50 110 95 Týskt byrjunarmál-B B 15 15 96 Týskt framhaldsmál-A A 20 40 50 110 97 Týskt framhaldsmál-B B 20 20 40 98 Týskt framhaldsmál-C C 0 99 Vinnulívsrættur-C C 0 100 Virkisbúskapur-A A 15 25 70 110 101 Virkisbúskapur-B B 15 25 40 102 Virkisbúskapur-C C 15 15 “

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙