Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. juni 1999 Nr. 58

Kunngerð um skattafrí endurgjøld til starvandi umborð á flogfari

Við heimild í § 29, nr. 21 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum broytt við m. a. løgtingslóg nr. 101 frá 29. desember 1998, verður ásett:

Innlendis flogferðsla

§ 1 Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld, sum starvandi umborð á flogfari ella tyrlu í innlendis ferðslu…

Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld, sum starvandi umborð á flogfari ella tyrlu í innlendis ferðslu fáa útgoldið, sum endurgjald fyri kostnað av hesum starvi, eru ikki skattskyldug: Tímapeningur 15,00 kr. Fullur dagpeningur 250,00 kr. Náttarviðbót (hotel) eftir rokning, tó í mesta lagi 500,00 kr. Náttarviðbót, ikki skjalprógvað 230,00 kr. Stk. 2. Er ferðin styttri enn 16 tímar, verður tímapeningur góðtikin fyri hvønn tíma. Er ferðin longri, verður í mesta lagi fullur dagpeningur góðtikin. Stk. 3. Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur. Náttin verður roknað til 8 tímar. Millumlanda flogferðsla

§ 2 Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld, sum starvandi umborð á flogfari ella tyrlu í millumlanda ferðslu…

Niðanfyri tilskilaðu endurgjøld, sum starvandi umborð á flogfari ella tyrlu í millumlanda ferðslu fáa útgoldið, sum endurgjald fyri kostnað av hesum starvi, eru ikki skattskyldug: Danmark Dagpeningur 360,00 kr., á heimferðardegi tó 200,00 kr., jbr. tó § 3, stk. 2. Náttarviðbót (hotel) eftir rokning, tó í mesta lagi 700,00 kr. Náttarviðbót, ikki skjalprógvað 250,00 kr. Onnur lond Náttarviðbót og dagpeningur sambært reglunum hjá uttanríkisráðnum. Er morgunmatur íroknaður náttarviðbótini, verða drigin 15% frá dagpeninginum. Gildiskoma og skiftisregla

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men er galdandi fyri útgjaldingar,…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men er galdandi fyri útgjaldingar, sum eru gjørdar fyri ferðir 1. januar 1998 ella seinni. Stk. 2. Frá 1. januar til 31. desember 1998 er ikki skattskyldugi dagpeningurin í Danmark 460,00 kr. og á heimferðardegi úr Danmark kr. 250,00 kr. Fíggjarmálastýrið, 7. juni 1999 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙