Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. apríl 2001 Nr. 57
Kunngerð um kommunala byggimálsviðgerð
Við heimild í § 4, stk. 4, í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður ásett:
§ 1 Kommunustýrir kunnu ikki geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at tað sum…
Kommunustýrir kunnu ikki geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at tað sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndugleikum, ið sambært aðrari lóggávu hava heimild at seta krøv til byggingar.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2001
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2001. Løgmansskrivstovan, 27. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.