Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2017 Nr. 57
Kunngerð um broyting í kunngerð um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m.
§ 1 Í kunngerð nr. 128 frá 28. september 2009 um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m. verða…
Í kunngerð nr. 128 frá 28. september 2009 um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett: “2) ECE – reglugerð 129, um góðkenning av trygdarútgerð til børn.” Nr. 2 verður eftir hetta nr. 3. 2. Í § 1, nr. 2, sum verður nr. 3, verður í 1. pkt. “ECE – reglugerð” broytt til: “ES –reglugerð”. 3. Í § 1 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Merki um góðkenning sbrt. stk. 1, skal vera sjónliga sett og lætt at lesa og skal vera trupult at beina burtur. Á útgerðini skal ikki setast merkir ella tilskilan, ið kann blandast við góðkenningarmerkið.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samferðslumálaráðið, 16. mai 2017 Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.