Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. mai 2012 Nr. 57
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
(Lendisakfør)
§ 1 Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 120 frá 28. september 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Øll motorakfør og allir traktorar uttan tey, sum nevnd eru í § 12 í ferðslulógini og lendisakfør, sbr. § 2, III, D í ferðslulógini, skulu vera skrásett og hava nummarspjaldur (-spjøldur), áðrenn tey verða tikin í nýtslu.” 2) § 11, nr. 5 og 6 verða orðað soleiðis: “5) leguvognar, 6) prutl,” 3) Í § 11, verður sum nr. 7 og 8 sett: “7) motoramboð, og 8) lendisakfør.” 4) § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Bilur, skrásetingarskyldugur traktorur, skrásetingarskyldugt motoramboð og skrásetingarskyldugt lendisakfar, kunnu bert vera samankoplað við skrásetingarskyldugt viðfest akfar, sum dragandi akfarið sambært skrásetingartreytum kann samankoplast við.” 5) Í § 19, stk. 2 verður aftaná “síðuvogn” sett: “og viðfest akfar” 6) Í § 20, stk. 1 verður “Bilur ella skrásetingarskyldugur traktorur,” broytt til: “Bilur, skrásetingarskyldugur traktorur, skrásetingarskyldugt motoramboð ella skrásetingarskyldugt lendisakfar,” 7) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Motorsúkkla, ið skal nýtast í sambandi við ein ella fleiri síðuvognar og eitt viðfest akfar, skal saman við síðuvogninum (-vognunum) og viðfesta akfarinum skoðast og góðkennast; tínæst verður motorsúkklan boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.” 8) Í § 62, stk. 4 verður sum nr. 4 sett: “4) lendisakfar.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012. Innlendismálaráðið, 11. mai 2012 Kári P. Højgaard (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.