Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. mai 1994 Nr. 57

Kunngerð um góðkendar kavaraskúlar

Samsvarandi § 4, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Vaktar- og bjargingartænastan stendur fyri kavaraskúla, sum er góðkendur eftir lógini at geva…

Vaktar- og bjargingartænastan stendur fyri kavaraskúla, sum er góðkendur eftir lógini at geva frálæru fyri allar kavarar eftir §§ 2 og 3 í lógini samsvarandi reglunum ásettar í kunngerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og kavararoyndir.

§ 2 Føroya Kavaraskúli er góðkendur at geva frálæru fyri kavarar við rættindum at útinna arbeiði sum…

Føroya Kavaraskúli er góðkendur at geva frálæru fyri kavarar við rættindum at útinna arbeiði sum lættur kavari niður á 12 m dýpi sambært § 2, stk. 1, nr. 3) í lógini samsvarandi reglunum ásettar í kunngerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og kavaravinnu, tó avmarkað til 12 m dýpi.

§ 3 Tað áliggur góðkendum kavaraskúla til eina og hvørja tíð at hava ein av landsstýrinum góðkendan…

Tað áliggur góðkendum kavaraskúla til eina og hvørja tíð at hava ein av landsstýrinum góðkendan leiðbeinara, sum stendur fyri útbúgvingini og venjingunum, umframt neyðug hjálparfólk tøk undir venjingum.

§ 4 Tað áliggur leiðbeinara av skúlanum at tryggja, at reglurnar um kavaraútgerð, um tryggleika og um…

Tað áliggur leiðbeinara av skúlanum at tryggja, at reglurnar um kavaraútgerð, um tryggleika og um læknakanningar hjá kavarum sum ásett í kunngerð nr. 138 frá 3. desember 1990 verða fylgdar.

§ 5 Skeiðsgjøld skulu vera góðkend av landsstýrinum

Skeiðsgjøld skulu vera góðkend av landsstýrinum.

§ 6 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙