Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. apríl 2003 Nr. 56

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin - FAS)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum,…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 63 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Afturbering til reiðaravirki sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m. jbr. § 60, ið ein persónur ella felag, sum hevur fulla skattskyldu til Føroya, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri: 1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS 2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.” 2) Í § 63 a verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri: 1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verður mett sum skip við heimstaði í Føroyum. 2) tænastu, útint á boriútbúnaði í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1 í kolvetnisskattalógini.”

§ 63 a, stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5.

3) § 83 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Afturberingin sambært § 63 a verður borin av landskassanum og kommununum í sama lutfalli, sum skatturin annars, og verður drigin frá avrokningini av skattinum til kommunurnar innan avrokning eftir § 83.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003. Tórshavn, 22. apríl 2003 Anfinn Kallsberg (sign) løgmaður Lm. nr. 107/2002

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙